týsdagur 4. apríl 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Kronisk møði – likamlig
ella sálarlig sjúka?
Vilmund Jacobsen
Danskir granskarar hava eftir
øllum at døma funnið út av ávís
um samanhangi við brekum í kykn
unum í mannalikaminum.
Hetta kann møguliga greiða
spurningin, hví menniskju, sum líða
av kroniskari møði, gerast ógvuliga
avmaktað - sjálvt við lítlari rørslu.
Líðingin, sum kroniskur troytt
leiki er, er eitt vísindaligt loyndar
mál.
Tað er eingin effektiv viðgerð
móti støðuni, sum verður lýst við
einari óvanligari og áhaldandi
kenslu av møði og orkuloysu.
Kroniskur troyttleiki sæst ser
liga millum kvinnur, og oftast kem
ur hetta til sjóndar í 29-35 ára aldri.
Útloysandi
sjúkueyðkennini
kunnu vera ein ígerð sum eitt nú
krím ella beinkrím, men eisini
likamlig og sálarlig bráðstrongd
kunnu útloysa kroniska møði.
Millum granskarar og læknar á
einari síðu og aðrar læknar, sjúk
lingar og sjúklingafelagsskapir á
hinari síðuni, er ósemja um, hvat
ein slík støða skal kallast, eins og
ósemja eisini er um orsøk og við
gerð av sjúkuni.
Sálarlig ella likamlig
Nøkur síggja kroniskan troyttleika
sum eina sálarliga líðing, meðan
onnur síggja hetta sum eina fløkta
likamliga sjúku, sum ikki neyð
turviliga hevur eina einstaka orsøk.
Nú heldur ein bólkur av donsk
um granskarum, at tey eru komin
eftir einari møguligari frágreiðing
í hesum spurningi.
Í longri tíð hava hesir granskarar
kannað kyknur hjá sjúklingum
við kroniskari møði, og tey halda
seg hava funnið tekin um, at
eitt hvørt er galið við sonevndu
mitokondri’unum í kyknunum.
Nevnast kann, at ”mitokondri”
er at meta sum sjálvt kraftverkið
í einari kyknu. Hetta eru smáar
bakteriulíknandi skipanir, sum eru
at finna í at kalla øllum kyknum í
likaminum.
Mitokondriur hava sítt egna
DNA, sum er øðrvísi enn DNA’ið í
kyknunum annars. Uppgávan hjá
mitokondri’unum er at bróta niður
føðsluevnini í tí mati, vit eta og at
umskapa evnini til orkuríka evnið,
ATP, sum veitir orku til kyknurnar.
Orkuframleiðslan
hjá
mito
kondri’unum, sum stendur fyri 95
prosentum av orkunýtsluni hjá
likaminum, framleiðir eisini ótørv
- ella avfallsevni - sum Co2 og ymisk
reaktiv ella andgerðarfús evni, sum
kunnu gera skaða á DNA, prote’inir,
fitievni og yvirhøvur á alt, sum er í
námindi.
Kyknurnar í likaminum fram
leiða eina ávísa mongd av en
syminum Q10, sum er avgerandi
fyri orkuframleiðsluna hjá mito
kondri’unum. Men, Q10 hevur eisini
eina funktión sum bótarevni (anti
oxidantur) í mitokondri’unum, har
Q10 eitt nú verjir serliga DNA’ið hjá
hesum.
Ein likamlig sjúka
Granskarar hava funnið sonevnd
auto-mótevni, sum leypa á vevn
aðin í egnum likami. Tey hava
funnið ótørv - avfallsevni - frá
stoffskiftinum í blóði og landi,
har samansetingin bendir á, at
likamið hevur trupult við at um
skapa føðsluevnini í mati til orku.
Haraftrat hava granskarar funnið
nakrar lívfrøðiligar broytingar í
hormonskipanini.
Sambært granskarunum er tískil
líkt til, at tað er immunskipanin,
stoffskiftið og hormonskipanin,
sum verður ávirkað av kroniskari
møði. Granskararnir hava soleiðis
ein mistanka um, at tað eru brek í
mitokondri’unum hjá sjúklingum,
ið er felagsnevnarin, sum er orsøkin
til kroniskan troyttleika.
Fyribils er ávíst, at mús við brek
um í hesum trimum skipanunum -
immunskipanini,
stoffskiftinum
og hormonskipanini - fáa líknandi
sjúkueyðkenni.
Í granskingini verða kyknur,
sum verða hildnar á lívi í kann
ingarstovu uttan fyri likamið,
kannaðar, og hesar verða útsettar
fyri ymisk sløg av strongd.
Sambært nevndu gransking er
nógv, sum talar fyri, at kroniskur
troyttleiki er ein likamlig sjúka
heldur enn ein sálarlig sjúka.
Hvat kann gerast?
Men, hvat kann so ein sjúklingur
so gera, meðan bíðað verður, tá
viðgerðin ikki er beint hinu megin
hornið, sum tikið verður til.
Úrslit frá øðrum granskingum
við sjúklingum, sum líða av kron
iskum troyttleika, hava víst, at
støðið av Q10 í blóðinum er mun
andi lægri hjá fólki við kroniskari
møði enn hjá frískum fólki.
Gransking vísir, at møguleiki er
at minka um sjúkueyðkennini við
at taka tilskot við Q10.
Egna framleiðslan av Q10 steðg
ar, tá fólk eru fyrst í 20’unum, og tá
minkar Q10 í likaminum so hvørt,
sum árini ganga. Hjá frískum fólki
vil rørsla í ávísan mun økja um
framleiðsluna av Q10, men soleiðis
er eftir øllum at døma ikki hjá fólki
við kroniskum troyttleika.
Kostur hevur bert eina avmark
aða mongd av Q10, og tí er egna
framleiðslan í likaminum tann
mest avgerandi keldan til Q10.
Kelda: www.helse.dk
Nøkur síggja kroniska møði sum eina sálarliga líðing, meðan onnur síggja hetta sum
eina fløkta likamliga sjúku, sum ikki neyðturviliga hevur eina einstaka orsøk. Nú heldur
ein bólkur av granskarum, at tey møguliga vita, hvør samanhangurin er
Sambært nýggjari gransking er
nógv, sum talar fyri, at kronisk
møði er ein likamlig sjúka heldur
enn ein sálarlig sjúka