týsdagur 4. apríl 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41
Kringvarpið óheft?
Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður
Í síðstu viku av
dúkaði
Sjúrður
Skaale fyri okkum,
hvussu
ódám
ligar
metodur
Kringvarp Føroya
hevur brúkt fyri
at niðurgera og karaktermyrða fólk
við tí endamáli at koma fram til síni
frammanundan ætlaðu úrslit.
Hetta er óhugnaligt – men tað
merkiliga er, at tú verður als ikki
kløkkur av hesum, tí hetta er jú
fatanin, sum tú hevur gingið við í
fleiri ár – eisini av egnum royndum.
Vit minnast øll ta ósakligu og
harðrendu jagstran, KvF undir
seinastu samgongu førdi móti tá
verandi løgmanni, Kaj Leo Holm Jo
hannesen, og Jørgen Niclasen, sum
tá var landsstýrismaður í fíggjar
málum.
Vit minnast metodurnar, hvussu
Kvf í tíðindasending eftir tíðinda
sending umaftur og umaftur og
umaftur og umaftur spældi út
talilsi hjá táverandi løgmanni fyri
at misteinkiliggera hann, og vit
minnast sendingarnar um Jørgen,
har ljóð-effektir og myndasaman
setingar gjørdu alt til ein óhugna
ligan krimileik. Upp á sama máta
fóru teir eftir Heðini Mortensen,
sum tá var borgarstjóri í Havn.
Og hvat var endamálið? Var tað
annað enn at føra politikk og at
karaktermyrða hesar persónar?
– Ein annar máti at manipulera
og føra politikk uppá, er at tiga mál
burtur. Tað ger Kringvarpið eisini,
og tað er minst líka ósakligt og
álvarsamt!
Eg skal bara nevna viðgerðina –
ella rættari sagt “ikki viðgerðina” av
hjúnabandslógini.
Hetta, at devaluera hjúnabandið
og gera tað kynsneutralt er álvars
ligasta mál, sum nakrantíð er við
gjørt í Føroyum.
Men hvat hevur kringvarpið
gjørt burtur úr tí? Hvar bleiv málið
av? Og hvussu nógv hava vit hoyrt
í kringvarpinum um tað, síðani tey
saman við øðrum “feiraðu” sam
tyktina 29. apríl í fjør? Tað mátti
tó havt áhuga í einum so kontro
versiellum máli at sagt Føroya fólki
frá, hvar málið bleiv av, og hvat
hendir við málinum, og hví einki
hoyrdist um tað aftur.
Sjálvur havi eg aftur og aftur
reist spurningar í Løgtinginum
um málið og undrast á ta løgnu
framferðina hjá landsstýrinum í
hesum máli. Men mínir relevantu
spurningar
hava
verið
tagdir
burtur av Kringvarpi Føroya.
Nú í apríl er eitt ár farið, síðan
løgtingið við teprum meiriluta á
ivasaman hátt samtykti eitt illa
frágingið ríkislógartilmæli um at
fáa danir at broyta hjúnabands
lógina, soleiðis at tveir menn ella
tvær kvinnur eisini skulu sleppa
at giftast og vera hjún!
Men trupulleikar vóru av einum
stykki í eini aðrari grein (§14, stk.
2) í hjúnabandslógini um signing
av borgarliga giftum í kirkjuni,
sum av tekniskum grundum ikki
kundi broytast beinanvegin. Tí
varð í ígildiskomugreinina sett, at
lógin ikki kom í gildi, fyrrenn hetta
stykki annaðhvørt var strikað ella
broytt. Hetta bleiv gjørt fyri at fáa
nóg nógv at samtykkja uppskotið,
tí tað er hóast alt enn ein meiriluti,
sum ikki vil hava hetta inn í
kirkjurnar!
Málið varð síðani sent til Dan
markar, tí tað eru danir, sum skulu
seta tað í gildi. Fyrsta reaktiónin hjá
dønum um sjálvt málið var, at hetta
livdi ikki upp til teir standardir,
sum skulu til í einum slíkum máli,
og tí mæltu teir til at broyta tað og
fáa tað aftur í Løgtingið. Løgmaður
og Sirið Stenberg, sum áður hava
bedýrað, at hetta ikki var eitt sam
gongumál, løgdu nú trýst á danir
og fingu teir at ganga við til, at
skeivleikarnar kundi mann ordna
seinni. Hava vit hoyrt nakað um
hetta í kringvarpinum?!
Og so er tað henda ólukku §14,
stk. 2. Tað heilt løgna og ódámliga
er, at fyri minni enn einum ári
síðani var hetta stk. 2 í §14 danskt
málsøki – tað hava bæði løgmaður
(26.03.16) og Sirið Stenberg (25.05.16)
greitt løgtinginum frá, men fyri
stuttum hevur løgmaður (hokus-
pokus) lýst hetta at vera føroyskt
málsøki, hóast Løgtingið ongantíð
hevur yvirtikið tað. – Hevur kring
varpið havt nakran áhuga í hesum
prinsipiella
stjórnarskipanarliga
máli?!
Og so hevur, sum tað sær út,
sjálvur løgmaður álagt landsstýris
kvinnuni í kirkjumálum, Rigmor
Dam, at bera eitt mál í tingið, sum
eftir øllum at døma upprunaliga er
framleitt á løgmansskrivstovuni,
har tey nú lóggeva inni á tí kirkju
liga økinum ímóti kirkjunnar vilja.
Alt baklandið hjá kirkjuni hev
ur í hoyringarskrivi sagt, at tey
ikki kunnu viðmæla hesum upp
skotinum. Men sjálvur “kirkju
ministarin” í Føroyum fer nú
ímóti vilja kirkjunnar beinleiðis
inn og mælir til at taka ein lógar
tryggjaðan verjugarð rundan um
kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú
bara skal eitt ritual til, at tvey av
sama kyni kunnu verða signað í
kirkjuni.
Hetta er eitt sera prinsipielt og
óhoyrt stig, sum samgongan við
Føroya løgmanni og Rigmor Dam
á odda nú ætla at fáa Løgtingið at
taka – eitt stig, sum gongur beint
ímóti
aldargomlum
siðvenjum
og øllum teimum avtalum, sum
flokkarnir á Løgtingi hava gjørt í
sambandi við kirkjuna – ikki minst
tá ið arbeitt varð við at yvirtaka
kirkjuna.
Men hevur Kringvarp Føroya
viðgjørt henda háaktuella og prin
sipiella spurningin og tær avleið
ingar, sum hetta kann fáa fyri fram
tíðina hjá kirkjuni? Nei, als ikki!
– Næstseinasta mikudag vóru
munnligir fyrispurningar í Løg
tinginum, og teir vóru bara seks í
tali. Tveir av teimum átti eg sjálv
ur, og teir fingu heilt nógva um
talu í tinginum tann dagin. Báðir
spurningarnir vóru um hjúna
bandslógina, annar til løgmann um
yvirtøkuna, sum eg havi lýst oman
fyri, og hin var til Rigmor Dam um
hetta at lóggeva inn í kirkjuna beint
ímóti kirkjunnar vilja.
Satt at siga hevði eg eina lítla
vón um, at kringvarpið fór at taka
spurningarnar upp ella í minsta lagi
at endurgeva teir, sum tey gjørdu
við fleiri aðrar av spurningunum
tann dagin. Men har var deyðatøgn!
Ikki eitt orð, hóast eg eisini sendi
teimum spurningin til Rigmor Dam
í telduposti.
Spurningurin hjá mær er, hví!
Hví tegir kringvarpið hetta burtur
– spurningar, sum eru so grund
leggjandi og prinsipiellir?
Kann tað vera so galið, at tey
tilvitað royna at tiga hetta politiskt
korrekta málið burtur, so tað ikki
skal blíva so nógv umtalað, nú
tað aftur verður viðgjørt á tingi?
Fyrsta viðgerð verður jú hósdagin,
6. apríl.
Eg havi so mangan upplivað,
hvussu selektivt kringvarpið er –
t.d. hvussu nógv og positivt rúm
annar parturin í hjúnabandskjak
inum hevur fingið – meðan onnur,
sum hava verið í hinum partinum
og kanska hava roynt at talað at,
hava verið ignorerað, ja, og látur
liggjørd!
Eg haldi, at tað er ræðandi og
ófrættakent, at Kringvarp Føroya,
sum sambært lóg skal leggja dent
á upplýsingar- og talufrælsi og sak
liga og óhefta upplýsing, skal bera
seg soleiðis at.
KJAK
Eiler og hansara »ókeypis fiskirættindi«
Óli Jacobsen
Í síni tíð var Eiler
Jacobsen
viður
kendur sum tann
stóri slóðarin inn
an okkara fiski
vinnu. Hetta var
serliga
galdandi
innan fyri uppisjóvarvinnuna, har
hann millum mangt annað var
tann fyrsti við tangakøling av veið
uni, sum var eitt stórt frambrot á
hesum øki.
Eiler er ikki millum okkum long
ur. Verður hann tikin uppá tung
una í dag, er tað ofta sum tann,
ið seldi Krúnborg fyri nógvan
pening saman við kvotuni, sum
“hann hevði fingið ókeypis frá tí al
menna.” Hetta var seinast frammi í
útvarpinum seinasta mikudag.
Politikkurin í dag er, at nú skal
setast stoppari fyri, at tað skal bera
til á hendan hátt at gera sær dælt
av “fólksins ogn”.
Grundleggjandi
kann
hetta
sjónarmið vera rætt, men tað er
órættvíst at gera Eiler til fremstu
ímyndina av hesum fyribrigdi.
Eiler fekk einki forerandi. Hann
byrjaði sítt virksemi við berum
hondum. Hann var ein tann fyrsti
og fremsti í nótavinnuni, sum í dag
verður kallað uppisjóvarvinnan.
Tey fyrstu árini var eingin av
marking í hesi veiðu, sum mest sum
øll gekk fyri seg í altjóða sjógvi.
Teir, sum komu heim við størstu
veiðuni, vóru hetjur í samfelagnum,
sum góvu inntøkur bæði á sjógvi og
landi.
Men seinnapartin í 1960-unum
hildu strandalondini, at tað var
neyðugt við avmarkingum í silda
veiðuni, sum tá var høvuðsveiðan
hjá hesum skipum.
Tá varð í fleiri ár sett kvota fyri
heildarveiðuna. Tann stóri spurn_
ingurin var síðani at býta hesa
heildarveiðu millum londini.
Her var serliga lagdur dentur
á “søgulig rættindi”, t.v.s. tað sum
hvørt land hevði veitt undanfarnu
árini. Tey lond, sum høvdu fiskað
mest, fingu størstu kvotuna.
Føroyingar fingu so sín part
út frá hesum tølum. Her átti Eiler
saman við øðrum reiðarum sjálv
andi sín part. Tað var tískil hann
og hansara skip, sum góvu okkum
tann partin av kvotuni, sum nú
onnur skip fáa gagn av. Hetta
hevur so fyri ein stóran part verið
grundarlagið fyri teimum kvotum
vit hava í dag.
Henda søgan, sum er nógv
meira sigandi um virksemið hjá
Eiler, frættist minni um.
Tað eru kanska ikki øll sum
minnast, at nótaflotin ikki altíð
hevur verið eitt gullnám. Tað hev
ur eisini staðið á, og summir máttu
gevast. Men ein, sum hóraðu undan,
og fekk tað at bera til, var Eiler.
Tann lóggáva um “ókeypis”
fiskirættindi, sum víst verður til,
hevði Eiler einki við at gera. Hon
var reint politisk. Tí er tað órættur
móti honum, at hefta hann at hesi
lóggávu, sum politiska skipanin var
upphavið til.
Veruleikin er tann, at tað var
fyri ein stóran part Eiler, sum
legði grundarlagið fyri teimum
fiskirættindum, sum vit nú hava,
og sum alt samfelagið nú fær nyttu
burtur úr.
Tað er fyrst og fremst hetta vit
eiga at minnast Eiler fyri.