Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verpápi, abbi og bróðir Havgrím Vestergård f. 10.10.1938 d. 15.07.2016 so brádliga andaðist. Takk til øll, sum komu á gátt, og vístu okkum umsorgan. Takk til Eyðbjørn. Takk til Patrick prest, kirkjutænarar og sangarar. Takk til kórið, ið sang so vakurt. Takk fyri stóra hjálp við ervinum. Takk fyri gávur, blómur, kransar og gávur til Sumbiar kirkju. Takk til tann stóra skara, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ninna Eyðdis, Atli, Pól Olaf og Heini Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og gávur til Funnings kirkju, tá pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Johannes Køtlum fór um sýnina. Eysturoyar Røktarheimi takka vit fyri góða røkt og umsorgan seinastu tíðina. Takk til kirkjutænarar og sangarar, prestarnar Henning Bøgesvang og Emil Olsen fyri góð orð. Vinarliga Sverri og Laura Tøkk Vit ynskja at veita eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, troyst og hjálpsemi, tá ið mín høgt elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Agnas á Dul Hansen f. 06. august 1946 d. 02. juni 2016 varð heimkallað og fór til gravar. Tøkk til Ríkissjúkrahúsið og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Tøkk til Øssur Berghamar og Niels Paula Nónstein fyri hjálpina undir fráfaringarløtuni úr Ríkissjúkrahúskapellinum og John í Skemmuni í Landssjúkrahúskapellinum. Og tøkk til Annu á Dul Mørkøre, Svenning av Lofti og Einar Vang fyri talur og bøn í Ebenezer, og Jákup Hansen á grøvini. Tøkk til tøkningar, orgulspælara, sang- og manskórið í Ebenezer fyri so inniligan, vakran sang í Ebenezer og á grøvini. Og tøkk fyri stórfingnu hjálpina við ervinum í Ebenezer, og heima við hús. Tøkk til øll tykkum, ið komu at sýna henni seinasta heiðurin og vóru við til at vísa Agnas alla ta virðing, hon hevði uppiborið. Og tøkk til tykkum mongu, sum ringdu, stukku inn á gólvið, persónliga heilsaðu uppá og umvegis sosialmiðlarnir sendu okkum heilsanir. Tøkk fyri blómuheilsanir, kransar og minnisgávur til Zarepta, og heilsanir annars. Gud signi tykkum øll. Helgi, Hans Jákup, Astrid og Jóhanna Malena við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálptu til á ymsan hátt, tá elskaði maður, faðir, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jógvan Andras Joensen f. 16.08.1934 d. 16.12.2016 andaðist og varð jarðaður. Vit takka Bergi Debes Joensen fyri troystarrík orð á Boðanesheiminum og í Vesturkirkjuni. Eisini takka vit Jóhan Restorff Jacobsen fyri orgulspælið á Boðanesheiminum. Vit takka kirkjutænarunum, sangarunum, Gravarhjálpini, og annars øllum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina og við ervinum. Somuleiðis takka vit øllum, sum sendu kransar, blómur og minnisgávur til børn og ung í Diabetesfelagnum, og øllum teimum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Laura, Edvard og Sigrid við familjum Tøkk Hjartaliga takka við øllum tykkum, sum vístu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði pápi, verpápi, unnusti, bróðir og svágur Sjúrður Dahl f.22.08.1947 d.27.12.2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til familjuna, vinir og øll, sum vitjaðu og hjálptu okkum, tá pápi gjørdist sjúkur. Vit takka Bergtóra presti fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Vit takka kirkjutænarum, sangarum og berarum. Somuleiðis takka vit fyri ta stóru hjálp, sum varð veitt okkum til jarðarferðina og ervið. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til Krabbameinsfelagið. Takk til tykkum, øll sum fylgdu pápa til sítt seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sóley Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá okkara kæri bróðir, mammubeiggi og ommubeiggi Regin Justinussen andaðist og varð jarðaður. Takk til Sverra Steinhólm og Hera Joensen fyri góð orð í kapellinum og Vesturkirkjuni. Takk til tín Leila fyri vakran sang í kirkjuni. Hjartans takk øll tit, ið bakaðu til ervið. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Svínoyar kirkju. Takk til tykkum øll, ið vóru við til jarðarferðina. Familjunnar vegna Annika, Svanna, Óluva og Rannvá