týsdagur 4. apríl 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41
Tøkk
Hjartaliga takka vit ølllum fyri sýnda samkenslu, tá
okkara góði pápi, verpápi og abbi
Ásmundur úr Hvalvík
f. 31.07.24 d. 02.01.17
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hanus á Gørðum prest fyri góð og
troystarík orð í Christinaskirkjuni.
Takk til Andrass og Johannu fyri sera vakurt
preludiumspæl, takk fyri teir vøkru
horntónarnar frá KL hornorkestri.
Takk fyri alla hjálp og troyst á mangan hátt, ið var
víst okkum hesar dagar.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Heimið við Vágna.
Takk til tykkum øll, ið vóru við til jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Birgith og Fróði
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
Tórur Olsen
Hósvík
f. 2.november 1922 d. 24.november 2016
andaðist og varð borin til gravar.
Takk til prest, sangarar, kirkjutænarar og annars øll,
ið hjálptu til jarðarferðina. Tøkk til øll tykkara, ið
hjálptu til ervið og fylgdu honum til hansara síðsta
stað her á fold.
Tøkk fyri peningagávu til Mørkina.
Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Mørkini, ið
fjálgaðu um hann síðstu tíðina.
Vegna familjuna
Gullbrandur, Súni, Aref, Hans Jákup
og Hendrik
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
nú okkara kæri
Anfinn Rubek Nielsen
f. 06.03.1941 d. 11.03.2017
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til Hera prest fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk til B7 fyri holla umsorgan og røkt.
Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum og
tónleikarum fyri hjálp tykkara.
Eina serstaka tøkk fær Havnar Hornorkestur.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir
og køkur til ervið.
Stóra tøkk fáa tit øll, ið mintust Anfinn og fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Tey avvarðandi
Tøkk
Hjartaliga takk fyri, øll ið sýndu samkenslu og
hjálptu til, tá okkara góði maður, pápi, abbi og
langabbi
Jóhannes Alberg Johansen
f. 13. august 1928 d. 16. december 2016
andaðist og fór til gravar.
Takk tit, sum bakaðu, og takk fyri blómur og
minnisgávur til CTD felagið og Sclerosufelagið.
Takk til tykkum á Sýnini fyri hesi mongu ár.
Takk til Ingu prest fyri vøkur orð, eisini takk til
kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Vit takka
øllum, sum komu til jarðarferðina.
Gleðiligar páskir.
Familjunnar vegna
Hjørdis, Malan, Torfinn og Petra
Og takk at tú meg hevdur vart
frá váða og frá neyð,
takk fyri himmalljósið bjart
Takk fyri dagligt breyð
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið elskaða mamma, vermóðir, omma
og langomma
Nicolina Maria Jensen Beder
f. 26.04.1928 d. 08.10.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri góða sjúkrarøkt á B6. Vit føldu okkum
trygg í tykkara hondum.
Takk, góði Sverri, fyri góð og troystarrík orð
í kapellinum
Takk, góði Jógvan, fyri hjálpsemi, troystarrík og
góð orð, bæði tá ið mamma lá á B6
og til jarðarferðina
Takk øll somul, sum vitjaðu og vóru um hana,
meðan hon var sjúk og takk fyri alla góða hjálp
til jarðarferðina.
Takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Súsanna og Unnur við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt
vístu samkenslu, tá kæra kona, mamma, omma,
langomma og systir
Margit Hansen
f. 10.10-1933 d. 29.01-2017
andaðist og varð jarðað.
Vit takka familju og vinum fyri góða hjálp og vitjan
síðstu tíðina.
Takk til G4 og B6 fyri umsorgan og góða røkt.
Vit takka Hera presti fyri troystarrík orð í kirkjuni
og takk til kirkjutænarar og sangarar.
Takk fyri hjálp at baka til ervið og takk til tykkum,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hanus,
Bergur, Jóhanna, Finnur og Katrin