týsdagur 4. apríl 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eblaðið
sos.fo
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma,
vermamma, omma, langomma og systir
Olga Hansen (í Skálum)
f. 05.03.1921 d. 02.12.2016
andaðist og varð jarðað.
Vit vilja takka starvsfólkunum á Heiminum á
Grønanesi fyri nøkur góð ár, har tit fjálgaðu um
hana.
Vit takka tykkum mongu nær og fjar, ið so trúfast
vitjaðu hana, bæði tá hon var heima, og tá hon fór á
røktarheim.
Vit takka tær, Agnar Nielsen, fyri andaktina – bæði
á røktarheiminum og í kirkjuni.
Vit vilja takka prestinum, Marjuni í Kálvalíð, fyri
vøkur orð í kirkjuni. Og Aksel fyri tíni góðu orð til
systur tína.
Vit vilja takka sangarum, berarum, gravarum,
organisti og klokkara. Eisini takka vit tykkum, ið
hjálptu so væl til í ervinum, og tykkum, ið bakaðu.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Heimið á Grønanesi.
Ein hjartans tøkk fyri øll tit, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Hans Jacob, Doris, Petrina, Hanna og Axel
v/ fam.
Kórseting
Hjúnafelagar
Tummas Juel Mortensen
ættaður út Tórshavn og búsitandi í Hornbæk
f. 12. mars 1950 d. 31. mars 2017
og
Marianne Felumb
f. 6. septembur 1951 d. 25. mars 2017
Kórsetingin verður frá Helsingør Kirkegårdskapel
fríggjadagin 7. apríl kl. 10.00.
Christian, Anne, Sofie og Thomas
Lisbeth
Porkeris Kommuna
Við Á 8
950 Porkeri
E:mail: porkeri@porkeri.fo
Arbeiðs formaður
til Porkeris
kommunu
Porkeris kommuna søkir eftir arbeiðsfor
manni at arbeiða fulla tíð.
Arbeiðsuppgávur:
• Undir leiðslu og neyvum samstarvi
við borg ar stjóran, fyriskipar og røkir
arbeiðsformað urin m.a. hesar uppgávur:
• Dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi av
kommun alum bygningum og ognum, m.a.
skúlavørður, vatnverkið.
• Dagligu leiðsluna av vatnleiðingum,spilliva
tnsleiðingum, fríðkan av økjum,t.d. kirkju
garðin, minnisvarðan o.a. viðlíkahaldi av
vegum og gongubreytum o.a. Sum heild
at halda bygd ina reina.
• Hava ábyrgdina av amboðum, og at øll
brand og bjargingarútgerð er dagførd.
Persónligir eginleikar:
• Vit ynskja, at tú er røkin, málsøkin, fyri
komandi, dugir væl at fara við starvsfelø
gum og viðskiftafólkum.
• Dugir væl at skipa fyri, arbeiða sjálv
støðugt og taka avgerðir.
Fakligir eginleikar:
• Vit ynskja at tú hevur viðkomandi fakligan
kunnleika og møguliga arbeiðsroyndir á
omanfyri nevndu økjum.
• Skal verða handaligur og hava góð sam
starvsevnir.
• Teldukunnleiki á brúkarastigi er ein fyri
munur. Hava koyrikort.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður at seta skjótast gjørligt og
lønt sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag. Starvið verður at rokna sum ro
yndartíð tríggir teir fyrstu mánaðarnir. Nærri
fæst at vita um starvið við at venda sær til
Porkeris kommunu á tlf. 254430/373603.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av møguligum prógvum
og/ella viðmælum og royndum verða at
senda til Porkeris kommunu, Við Á 8, 950
Porkeri ella porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi
10.04.2017
Porkeris kommuna tilskilar sær rætt til frítt at
velja millum innkomnar umsóknir ella onga
at taka.
www.landshandilin.fo
Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385
Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar
ikki.
Hettan, sum verður fest niður á kaminuna
við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá
skorsteinssóparanum.
Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir
hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur
í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og
orkusparing.
Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður
í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar
tí um vandan fyri, at tað slær niður.
Hettan er føst og gevur tí ongan gang.
Mát: Uttan: 540 x 540 mm
Innan: 480 x 480 mm
Holið: 275 mm diam.
Loysnin tiL
skorsteinin
Námsfrøðingar
og avloysarar
til Vága kommuna
Vága kommuna søkir eftir einum náms
frøðingi til Miðgarð at byrja 1. juni 2017 og
námsfrøðingum at byrja eftir summar
feriuna.
Eisini verður søkt eftir avloysarum at byrja
bein an vegin.
Meira fæst at vita um størvini við at venda
sær til leiðaran Mirjam Kjølbro, tlf. 794520.
Sí meira á heimasíður okkara: www.vaga.fo
og www.midgardur.fo
Umsóknin saman við prógvum, royndum
og viðmælum, skal vera Vága kommuna,
Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur
ella vaga@vaga.fo i í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 28. apríl 2017 kl. 12.00.
Merk brævbjálvan ella teldupostin:
”umsókn”
Sosialurin 341800