Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Lutakastið hevur verið til U17 EM- endaspælið í fótbólti við drengjum. Føroyar eru í bólki B saman við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn. Tað vakti stóran ans millum lut- takandi londini í Zagreb í Kroatia, at Føroyar hevur megnað at vunnið seg víðari til eitt EM-endaspæl. – Nú mugu vit koma at hyggja hvussu tit gera, segði Steve Cooper, U17 landsliðsvenjari hjá Onglandi, við Áka Johansen eftir lutakastið. Nøgdur við lutakastið U17 landsliðsvenjari er Áki Johan­ sen. Hann er nøgdur við lutakastið, tá hugt verður eftir møguleikunum. – Av øllum, so var hatta ikki tað ringasta, sum kundi henda. Vit vistu, at okkurt stórlið kom í okkara bólk. Tað bleiv so Frakland. Uttan at hava sæð teir, so giti eg at teir eru góðir, sigur Áki Johansen. Frakland og Skotland komu úr styrkis­metta bólkinum, meðan Ungarn og Føroyar komu úr lægri styrkis­metta bólkinum. – Ungarn er eitt av liðnum sum vit høvdu vónað kom í okkara bólk. Skotlandi hava vit tapt móti fyrr, men helst passar spælistílurin hjá teimum okkum væl, tí vit hava tað mangan trupult móti teimum meiri tekniskt sterku liðunum. Skotland hevur vunnið bólkaspælið til bæði undanumfarið og Elite Round, men hyggur tú eftir vælmøguleikunum, so eru onkrar av hinum tjóðunum helst sterkari, sigur Áki Johansen. Hann leggur afturat, at tað longu nú verður tosað um ein krútbólk. Tað er bólkur A, har Kroatia, Spania, Turka­land og Italia eru. Her er ein av orsøk­unum, at italia er styrkis­ mett í veikara bólkinum, men helst stendur ítróttarliga styrkin hjá teimum ikki í mát við tað. Stór virðing fyri Føroyum Hóast Áki Johansen ásannar, at flestu liðini vildu hava Føroyar í sín bólk, so vísa tey føroysku luttøkuni stóran ans. U17 landsliðsvenjari hjá Onglandi er Steve Cooper, sum millum annað hevur arbeitt hjá Liverpool. – Venjarin hjá Onglandi, sum eg var og vitjaði fyri trimum árum síðani, helt fyri, at nú mátti hann koma til Føroyar fyri at síggja hvussu vit gjørdu – heldur enn um- vent, sigur Áki Johansen. Og soleiðis eru søgurnar fleiri. – Fleiri umboð hava spurt okk­ um, hvussu tað ber til, at eitt land við minni enn hálvt hundrað túsund íbúgv­um kann koma til eitt EM-enda­spæl. Tey eru bilsin, men hava bara rós at bera okkum. Her niðri verða vit behandlaði sum ein hvør onnur fótbóltstjóð, sigur Áki Johansen. EM endaspælið í Kroatia verður 3. til 19. mai. trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR NÚ HYGGUR ONGLAND EFTIR OKKUM EM í Kroatia: Fyri trimum árum síðani vóru føroysk umboð í Onglandi og hugdi hvussu landsliðsungdómsarbeiði verður gjørt har. Nú vil Ongland vita hvat vit gera Skráin: 3. mai Føroyar – Skotland (kl. 11:00, føroyska tíð) 6. mai Frakland – Føroyar (kl. 11:00 føroyska tíð) 9. mai Føroyar – Ungarn (kl. 15:00 føroyska tíð) Bólkarnir til EM endaspælið: Bólkur A: Kroatia, Spania, Turkaland og Italia Bólkur B: Føroyar, Frakland, Skotland og Ungarn Bólkur C: Týskland, Írland, Bosnia/Hersigovina og Serbia Bólkur D: Ongland, Holland, Noreg og Ukreina Føroysku U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen Mynd: Hans Erik Danielsen Favorittarnir møtast í hálvfinaluni Lutakastið hjá kvinnum háttaði seg soleiðis, at EB/Streymur/Skála og KÍ møtast longu í hálvfinaluni. Okkurt bendir tó á, at kvinnukappingin er longur bara er eitt stríð millum Kí og EB/Streym/Skála Tróndur Arge Undan lutakastinum var greitt, at tvey feløg sloppu undan fyrsta umfarinum. Tað vísti seg at verða stórliðini KÍ og EB/Streymur/Skála, ið fara beinleiðis til hálvfinalurnar. Tey hava seinnu árini stríðst um at vinna FM og steypakappingina í hvør sínum lag. Hinvegin er torført at avskriva fleiri av hinum liðunum. Eitt nú B68, sum bara tapti við einum móti KÍ í landskappingini, meðan bæði HB og B36 tykast hava fingið fótin fyri seg. Í fyrsta umfari er HB á Toftum, meðan B36 fær vitjan av ÍF/Víkingi. Vinnararnir úr hesum fjórðings­ finalunum møtast síðani í aðrari hálvfinaluni, meðan EB/Streymur/ Skála og KÍ møtast í hinari hálv­ finaluni. Fyrsta umfar verður spælt 7. mai. Fyrru hálvfinalurnar eru 28. mai, meðan tær seinnu verða spæld­ar 25. juni. Steypakappingin kvinnur: 1. umfar: 1: B68 – HB 2: B36 – ÍF/Víkingur Hálvfinalur: EB/Strymur/Skála – KÍ Vinnari 2 – Vinnari 1 Steypakappingin kvinnur: Á sumri 2014 spældi føroyska kvinnulandsliðið móti Svøríki á Tórsvølli. Svøríki vann dystin 5-0