Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. apríl 2017 · Nr. 41 Tróndur Arge Tað verður heldur ikki í fjórð­ ings­finaluni í kappingini um Løg­ manssteypið, at fleiri av favoritt­ unum bresta saman. Tosað verður nógv um »topp fimm« í føroyskum fótbólti. Tey eru Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB. Øll vóru í pottinum í gjár, eftir trivaligar sigrar í áttanda­parts­ finalunum. Øll uttan NSÍ møttu mót­støðu úr lægru deildunum. Greitt var frammanundan, at onk­ ur av topp fimm fór at møtast, men tað var eisini møguleiki fyri at fýra av teimum rendu seg í hvønn ann­ an. Eins og í áttandapartsfinalunum, so standa fleiri av stóru feløgunum eftir við góðum møguleika at spæla seg í hálvfinalurnar. Tríggir favortittar KÍ skal í Fuglafirði spæla móti ÍF. Klaksvíkingar vunnu í fjør kapp­ ingina um Løgmanssteypið og eru favorittar, hóast júst ÍF var eitt av liðunum, sum koppaði KÍ í farnu landskapping. Tá var tað serliga við Adeshina Lawal í álopinum, men hann hevur nú skift til Víking. ÍF er ikki eins sterkt, sum tað hev­ur verið okkurt av undanfarnu árun­ um, meðan KÍ tykist væl fyri í ár. NSÍ fær vitjan av oddaliðnum í landskappingini, TB/FC Suðuroy/ Royn. Suðuroyingar kunnu tó illa roknast sum favorittar í hesum dyst­inum. NSÍ vann sannførandi á 07 Vestur vesturi á Dungasandi um vikuskiftið, har álopsmaskinan hjá runavíksingum aftur spældi í takt. Størsti favoritturin er helst HB, sum er á heimavølli móti EB/ Streymi. Sundalagsmenn vunnu eft­ir brotssparkskapping á Skála. Hóast styrkin á liðnum hjá HB er eitt sindur óviss, so eru teir favo­ rittar at vinna á upp­flyt­arunum úr EB/Streymi. Brakið verður í Gundadali Á pappírinum verður brakið í fjórð­ ingsfinaluni í Gundadali, har fimm­ faldu steypafinalistarnir úr Víkingi spæla móti FM vinnarunum frá 2014 og 2015, B36. Í so máta er talan um eitt brak av einum dysti, men verður hugt eftir steypasøguni hjá feløgunum seinastu árini hevur Víkingur munin, meðan B36 hevur munin við heimavøllinum. Víkingur hevur verið í steypa­ finaluni seinastu fimm árini upp í slag. Tað er blivið til fýra sigrar og eitt tap – í fjør fyri KÍ eftir brots­ sparkskapping. B36 hevur eina elendiga søgu í steypakappingini seinnu árini. Liðið er illa nokk meldað til, so eru teir úti aftur. Á pappírinum hev­ ur liðið verið avbera gott onk­ur av árinum. Eitt nú tey trý meist­ara­ árini 2011, 2014 og 2015. Tað hevur ikki givið avkast í steypa­kappingini síðani 2006, meðan seinasta lut­tøk­ an í finaluni var í 2008. Tað merkir ikki, at Víkingur er favorittur í Gundadali, men liðið hevur fimm ár upp í slag prógvað, at tað er væl stillað til at spæla slík​ ar dystir. Løgmanssteypið: Fjórðings­ finalur skírisdag, 13. apríl: B36 – Víkingur ÍF – KÍ NSÍ – TB/FCS/Royn HB – EB/Streymur trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Løgmanssteypið: Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið gav tríggjar greiðar favorittar, meðan brakið verður í Gundadali, har B36 og Víkingur møtast. Í hinum fjórðingsfinalunum eru KÍ, NSÍ og HB favorittar U16: Lands­ liðið við dreingjum úttikið Thomas Thing­ gaard, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hev­ur úttikið 18 spæl­arar til komandi menningarkapping, sum verður í Slovenia frá 17. til 25. apríl Tróndur Arge U16 landsliðið skal í apríl mán­að til Slovenia at luttaka í menn­ ing­ar­kapping hjá UEFA. Um­ framt Føroyar og Slovenia, verða Litava og Luksemborg eis­ini við í kappingina. – Vit síggja við spenningi fram ímóti, at hesir dreingirnir skulu royna seg á altjóða pall­in­um. So­ leiðis sigur Thomas Thing­gaard, venjari hjá U16-lands­liðnum við heimasíðuna hjá FSF. – Eg eri sera væl nøgdur við hópin. Talan er um 18 góðar spæl­ arar, sum eg eri sannførdur um kunnu fremja nøkur góð avrik fyri Føroyar, sigur Thomas Thing­ gaard við heimasíðuna hjá FSF. Føroyski hópurin hevur fyri­ reikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferðir, hev­ur venj­ arin, saman við hjálpar­venj­aran­ um, Eli Hentze, sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til kapp­ing­ina. U16-hópurin sær soleiðis út: Fríðálvur Klakk, KÍ Peter Bergmann Hansen, Kerte­ minde/OB (DEN) Ludvík Breckmann, B36 Regin í Geil Jacobsen, HB Aleksandur Ó. Jensen, B68 Sámal Jákup Jóhannusarson, B36 Petur Ovi Dam, HB Pætur Eliasen, B36 Tórur Joensen, HB Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ Jákup Højgaard, B68 Jóhann H. Joensen, B36 Jonn Johannesen, KÍ Áki Hentze, B36 Jónas Warner, B36 Gulak Jacobsen, KÍ Ingi Jonhardsson, Víkingur Leivur Guttesen, HB Thomas Thinggaard, fótbóltsmennari hjá FSF Innleiðandi HM-undankapping: Rás2 sigur frá kvinnulandsliðnum Rás2 verður á staðnum, tá før­ oyska kvinnulandsliðið skal royna at vinna seg víðari til HM und­ankappingina. Seinast mis­ eydnaðist tað landsliðnum at vinna seg víðari. Tað var ein sannur meinbogi fyri før­oysk­ an landsliðsfótbólt, tú kvinnu­ lands­liðið spældi ikki ein kapp­ ingardyst í tvey ár. Tí er tað av stór­um týdningi, at føroyska lands­liðið verður væl stuðlað. Rás2 sigur frá øllum trim­um landsdystunum hjá kvinnu​lands­ liðnum. trondur@sosialurin.fo Skráin: Hósdagin 6. apríl Klokkan 15:00 Turkaland - Montenegro á Tórsvølli Klokkan 19:30 FØROYAR - Luksemborg á Tórsvølli Leygardagin 8. apríl Klokkan 15:00 Montenegro - FØROYAR á Tórsvølli Klokkan 19:30 Turkaland - Luksemborg á Tórsvølli Týsdagin 11. apríl Klokkan 13:00 FØROYAR - Turkaland á Tórsvølli Klokkan 13:00 Luksemborg - Montenegro á Ovara vølli í Gundadali Skírisdag verður stórur spenningur í Gundadali, tá meistararnir seinastu trý árini møtast í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið Brakið verður í Gundadali