hósdagur 6. apríl 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
K
im Hansen er kendur
millum flestu føroy
ingar sum sangskrivari,
klaversnillingur, sang
ari og sum ein tann virknasti tón
leikarin, ið føroyska tjóðin hevur
fostrað.
Hann hevur verið virkin í
kendum bólkum sum Taxi, Moirae
og Showmonnum, og er hann
kendur frá sangum sum Maria,
Fagri Flokkur og Meistarin, ið flest
allir føroyingar kunnu syngja við
til.
Regluliga er hann eisini at hoyra
á dansistøðum, festivalum, kon
sertum og aðrastaðni, einsamallur
ella saman við øðrum, har hann
framførir sína egnu hitt og annars
kend løg.
Men móti sínum egna góða
vilja, so má virkni tónleikarin nú
taka ein stuttan steðg frá tónleikin
eftir, at hann hevur fingið boð frá
læknunum um, at binda frið næstu
vikurnar.
Fríggjadagin í farnu viku varð
Kim Hansen nevniliga lagdur undir
skurð í Aarhus, har læknarnir
skiftu mjødnina hjá honum. Tað
var einki annað at gera, eftir at
hann í 44 ár hevur livað við einum
feili í mjødnini.
Í rullistól
Tað var um tað mundi, tá onnur
børn á hansara aldri byrjaðu at
ganga, at familjan hjá Kim Hansen
varnaðust, at okkurt var øðrvísi við
soninum.
– Eg var tvey ára gamal, og var
farin at ganga, men eg orkaði aldrin
so væl at ganga og renna sum hini
børnini. Tí fekk familjan illgruna
um, at okkurt mundi vera áfatt,
greiðir Kim Hansen frá.
Familjan tók tískil ferðina úr
Nólsoy til Havnar, har læknar
kannaðu lítla dreingin fyri at
staðfesta, um talan bara var um
seina menning, ella um okkurt var
læknaliga galið.
– Tá varð staðfest, at eg hevði
ein feil í mjødnini. Talan er um eina
kúlu í mjødnini , ið ger at beinið
melur runt. Vanliga er hon rund,
men hjá mær er hon meira avlong
ella fløt, greiðir Kim Hansen frá og
leggur afturat.
– Um eg eri føddur við hesum
veit eingin at siga, men tá í tíðini
var eingin viðgerð fyri slíkt. Ella
viðgerðin var tann, at eg skuldi
binda frið fyri at lata vera við at
tyngja mjødnina, so sum tvey ára
gamal fekk eg ein rullistól, ið eg
skuldi brúka, greiðir Kim Hansen
frá.
Ein øðrvísi barndómur
Av tí sama, so var uppvøksturin
hjá Kim Hansen heldur øðrvísi enn
tann hjá javnaldrunum í Nólsoy.
– Eg hevði ikki sama lívsstíl sum
hini børnini. Sum smádrongur
var eg nógv sjúkur og javnan
innlagdur á Landssjúkrahúsinum
og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sjúkan
hevur meira ella minni ávirkað alt
mítt lív, sigur Kim Hansen, ið tó
leggur dent á, at lívið fyri tað hevur
verið gott.
– Tað merkti bara tað, at eg
ikki fekk íðkað ítrótt, gingið lang
ar túrar ella farið út í hagan. Men
annars hevði eg ein góðan barn
dóm, sigur Kim Hansen.
Hini børnini gjørdu eisini sítt
til, at Kim Hansen var við í tí tey
gjørdu, men tað er eingin loyna, at
børn ikki altíð eru eins ansin sum
vaksin.
– Úti í Nólsoy, so tóku hini børn
ini tørn um at taka meg við, og
trilla meg har tey fóru. Men tú veit
hvussu børn eru. Áðrenn man visti
av, so hendi eitt hvørt spennandi,
og so fóru øll rennandi. Tá var
tað skjótt at gloyma dreingin, ið
sat í rullistóli. So tað hendi meira
enn so, at eg varð standandi eftir
onkrastaðni. Men soleiðis eru børn
bara, sigur Kim Hansen brosandi.
Úr stólinum
Læknafakið og vitanin um við
gerðir og sjúkur mennist tó í heil
um, og Kim Hansen slapp frá at
sita í rullistóli alt sítt lív. Tá hann
var fýra ára gamal, fekk hann
høkjur, ið hann brúkti at styðja
seg við, og gekk hann við teimum
til hann var átta ár, tá hann aftur
mátti sita í rullistóli í nøkur ár.
Sum 12 ára gamal slapp hann
loksins úr rullistólinum aftur, og
gjørdist høkjurnar síðan trúgvi
fylgisveinurin hjá Kim Hansen til
hann var 14 ár.
– Fram til eg var fjúrtan ár sat eg
antin í rullistólli ella brúkti høkjur
at ganga við, tí eg orkaði ikki so væl
at ganga uttan tær. Tað gjørdi so
eisini tað, at eg ikki kundi taka lut í
teimum somu frítíðarítrivunum, ið
mínir javnaldrar fingist við, greiðir
Kim Hansen frá.
Tað førdi millum annað við
sær, at hóast kendi tónleikarin er
uppvaksin í spennandi og vøkru
oynni eystanfyri høvuðsstaðin, so
fekk hann ikki farið túrar í hagan
sum vinmenninir.
– Eg fór onkuntíð onkran túr í
hagan tá eg var smádrongur, men
tað endaði vanliga við, at pápi mátti
bera meg heim aftur til bygdina.
Eg klári nevniliga ikki at ganga
longri enn 500 metrar, greiðir Kim
Hansen frá.
Tónleikurin fangaði
Tá ungi Kim Hansen harvið ikki
kundi taka lut í somu tingum sum
sínir javnaldrar, so leitaði hugurin
aðrar vegir, har hann kundi verið
javnsettur við onnur. Og ein slíkan
møguleika fekk hann, tá hann var
fyltur tíggju ár.
– Eg var øgiliga áhugaður og
lurtaði nógv eftir tónleiki. Eg fekk
so mítt fyrsta keyboard sum 10 ára
gamal, og tað var stutt og greitt
Kim Hansen:
FRÁ RULLI
STÓLI TIL
KLAVERSTÓLIN
– Eg hevði ikki sama lívsstíl sum hini børnini. Sum smádrongur var eg nógv sjúkur
og javnan innlagdur á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sjúkan hevur
meira ella minni ávirkað alt mítt lív. Tað sigur kendi tónleikarin Kim Hansen, sum
er í ferð við at koma fyri seg eftir at hava verið lagdur undir skurð í síðstu viku
SOSIALURIN 42
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017