hósdagur 6. apríl 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
7
ein opinbering. Eg fann nakað, ið
mær dámdi væl og dugdi. Tað var
fantastiskt, sigur Kim Hansen.
Tað gjørdist byrjanin til eina
langa yrkisleið innan tónleik, og
tað er júst handan eitt piano ella
klaver, at flestu føroyingar kenna
tónleikaran, ið hevur bergtikið
føroyingar í nærum tretivu ár við
síni eyðkendu rødd og vakra spæli.
Og fyri Kim Hansen, so hevur
tónleikin ein heilt serligan týdning.
– Eg veit ikki, um man kann
kalla tað fyri eitt slag av terapi,
men tað er nakað, ið eg ikki fái liva
fyriuttan, sigur Kim Hansen.
Gjørdist ov nógv
Tá Kim Hansen fekk staðfest feilin
í mjødnini, fekk hann samstundis
at vita frá læknunum, at hann
antin í tjúgunum ella tretivunum
mátti skifta mjødnina, tí hon fór
at slítast upp. Harumframt fekk
hann boð um, at fyri ikki at tyngja
mjødnina, so kundi hann ikki gera
nakað serligt av fysiskum arbeiði.
So tað kom ikki óvart á Kim
Hansen, at pínan brádliga gjørdist
so nógv, at hann mátti leggjast
undir skurð og skifta mjødnina.
– Eg havi sum so liva av tón
leikinum alt mítt lív, og hevur tað
virkað væl, tí tað hevur ikki verið
serliga tyngjandi fyri mjødnina.
Seinastu tvey árini hava eg tó
arbeitt á Vaskarínum á Lands
sjúkrahúsinum, sum ein av trim
um mannfólkum millum allar
kvinnurnar, sigur Kim Hansen.
Vaskaríið heldur til í einum av
gomlu bygningunum omanfyri
vegin, og eru umstøðurnar ikki
altíð av teimum bestu hjá starvs
fólkunum.
– Eg standi átta til tólv tímar um
dagin, og tað merktist, tá eg kom
heim eftir arbeiðstíð. Eg var sum
ein gamal maður, tá eg royndi at
reisa meg upp aftur úr stólinum.
Tað er bara ikki serliga feitt, tá man
einans er 44 ár, sigur Kim Hansen,
ið eisini hevði trupulleikar um
næturnar.
– Eg lá og vendi og flutti meg
alla náttina, tí eg fann aldrin ein
máta at liggja uppá, har likamið
fekk hvíld. Tað var tá, at eg fekk
nokk, og avgjørdi, at nú var tíðin
komin at skifta mjødnina, sigur
Kim Hansen.
Undir skurð
Eftir at hava ásannað, at tíðin
var komin at skifta mjødnina, fór
Kim Hansen til ein lækna, ið fekk
bílagt honum eina tíð í Danmark
til skurðviðgerðina. Í síðstu viku
fór hann so til Danmarkar, har
hann varð lagdur undir skurð
fríggjadagin, og longu sunnudagin
var hann aftur í Føroyum, og nú við
nýggjari mjødn.
Hóast skurðviðgerðin eydnaðist
væl, so er tað tó avmarkað hvussu
aktivur tónleikarin fær verið
næstu vikurnar.
– Tað taka nakrar vikur áðrenn
eg eri hundrað prosent aftur.
Millum annað havi eg fingið
greið boð um, at eg ikki skal lyfta
nakað ella koyra bil. Eg sleppi ikki
eingongd at lyfta ketilin, um eg
ynski at gera ein temunn, sigur
Kim Hansen.
Tað merkir eisini, at vælumtókti
tónleikarin møguliga má taka ein
steðg frá at spæla um vikuskiftini.
– Eg hevði fleiri avtalur næstu
vikurnar, men eg veit ikki hvussu
verður við tí. Eg skuldi t.d. spæla
í Klaksvík komandi leygarkvøld,
men tað havi eg verið noyddur at
avlýsa, sigur Kim Hansen.
Tað er nevniliga nógv útgerð,
ið skal lyftast og berast, og tað
samsvarar ikki heilt við boðini frá
læknunum um at binda frið.
– Vanliga pakki eg klaverið í
bilin, og fari so avstað um 22.30 úr
Havnini, og eri har um midnátt.
Síðan stilli eg alt upp sjálvur, og
syngi og spæli so í einar fýra tímar,
áðrenn leiðin gongur heimaftur,
sigur Kim Hansen og leggur aftur
at.
– Alt tað klári eg ikki at gera
nú, so eg hevði verið noyddur at
fingið hjálp, um eg skuldi spælt.
Og tá veit eg heldur ikki, um eg
klári at sita í fýra tímar og spæla
so stutt eftir skurðviðgerðina. So
eg mátti bara ásanna, at tað kanska
var í so bjartskygt at halda, at eg
longu kundi fara í gongd aftur í
vikuskiftinum, sigur Kim Hansen,
ið tó lovar, at hann verður aftur at
hoyra, so skjótt hann er komin fyri
seg aftur.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Eg fekk so
mítt fyrsta
keyboard
sum 10 ára
gamal, og
tað var stutt
og greitt ein
opinbering
– Eg skuldi binda frið fyri at lata vera við
at tyngja mjødnina, so sum tvey ára gamal
fekk eg ein rullistól, ið eg skuldi brúk
MYND: ÁLVUR HARALDSEN