hósdagur 6. apríl 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
8
FISKIVINNAN
ÁKI BERTHOLDSEN
S
purningurin um eina
nýggja fiskivinnuskipan,
er ein spurningur um líva
ella deyða hjá hesi sam
gonguni.
Tað staðfesti Aksel V. Johanne
sen, formaður í Norðstreymoyar
Javnaðarfelag, á landsstevnu hjá
Javnaðarflokkinum um vikuskift
ið.
Tað gekk sum ein reyður tráður
ígjøgnum fundin, hvussu stóran
týdning tað hevur at samgomgan
kemur á mál við ætlanini at gera
eina nýggja fiskivinnuskipan.
Hans Pauli Strøm er ein av
teimum, sum halda, at samgongan
stendur og fellur nettupp við hes
um málinum.
Samgongan stendur og fellur
við fiskivinnunýskipanini. Og øll
hini stórmálini, samgongan hevur
sett sær um at nýskipa heilsuøkið,
pensjónsøkið, standa og fella sam
stundis eisini við, at samgongan
fyrst kemur á mál við eini fiski
vinnunýskipan.
Natúrligt og gagnligt
Hans Pauli Strøm heldur eisini, at
tað er natúrligt og gagnligt, at yms
ar meiningar eru um stórmál sum
ein nýggj fiskivinnunýskipan er.
Men hann heldur, at á einum
øki má samgongan ikki víkja ein
tumma, og tað er, hvør skal hava
ognarrættin til fiskiríkidømið.
– Tað má standa sum ritað sum
í klettin, at alt fiskiríkidømið er
fólksins ogn og at tað skal ikki vera
ein gylt gáva til eitt lítið úrvalslið
av reiðarum, sum teir síðani kunnu
gera sær dælt av, gjørdi Hans Pauli
Strøm greitt fyri.
– Tað má ikki henda aftur, at ein
morgunin, fólk koma av seingini,
og øll skipini, og sostatt grundar
lagið undir øllum teirra arbeiðslívi,
er selt av plássinum, og onkur priv
atur reiðari kann stinga tíggjutals
milliónir í sín egna lumma, sigur
hann.
– Nettupp hetta verður fremsta
aðalmálið við eini nýggjari fiski
vinnuskipan, leggur hann afturat.
YVIRLIVILSI Lagnan hjá samgonguni stendur og fellur við,
um hon klárar at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, heldur Hans
Pauli Strøm, formaður í Norðstreymoyar Javnaðarfelag
TAÐ ER LÍV ELLA DEYÐ
HJÁ SAMGONGUNI
Hans Pauli Strøm:
Politikarar gera seg til
skutilssvein hjá vinnuni
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að er púra natúrligt,
at sterk vinnulívsfólk
royna at ávirka politik
arar. Men trupulleikin
er, at politikararnir hava ikki rygg
til at standa ímóti.
Tað vísti Jóannes Eidesgaard,
fyrrverandi løgmaður, á lands
fundinum hjá Javnaðarflokkinum
um vikuskiftið.
Nú Samgongan arbeiðir við
eini ætlan um at nýskipa fiski
vinnuna, hava bæði Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, og Aksel V. Jo
hannesen ført fram, hvussu stóran
týdning tað er at hava eitt mark
fyri, hvussu stóran part av fiski
rættindunum, hvør einstakur reið
ari kann hava.
Endamálið er at forða fyri, at alt
ov nógv fiskirættindini, og harvið
eisini alt ov stórt vald, savnast á
ov fáum hondum.
Og ført hevur eisini verið fram,
at tað er ein hóttan ímóti fólkaræð
inum, tí verður alt savnað á nøkr
um heilt fáum hondum, verða hesi
vinnulívsfólkini so sterk, at tað fer
at bera til hjá teimum at leggja
trýst á politikarar at fáa teir at
taka avgerðir, sum gagna teimum
heldur enn at taka avgerðir, sum
gagna heildini.
Mikið møguligt
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað
er mikið møguligt, at tað nakað um
TRUPULLEIKIN Tað er púra natúrligt, at sterk vinnulívsfólk royna at ávirka
politikkin, men trupulleikin er, at politikararnir eru ov veikir til at standa ímóti trýstinum
DRIGIN UPP Á TRÁÐ
Trupulleikin er ikki, at vinnulívsfólk royna at ávirka politikarar,
trupulleikin er, at vit hava politikarar, sum lata seg draga upp
á tráð, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður
Lata politikarar
seg ávirka,
eru tað teir,
sum hava ein
trupulleika