hósdagur 6. apríl 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
9
ÁKI BERTHOLDSEN
E
isini Havnin eigur at fáa
sín part av okkara fiski
ríkidømi.
Tað heldur Heðin
Mortensen, havnarmaður, og
løgtingsmaður fyri Javnaðar
flokkin.
Og tað sigur hann nú arbeitt
verður við at gera eina nýggja
fiskivinnuskipan.
Men í hesi nýggju skipanini,
sum skal setast í verk, hevur tað
verið serstakliga umstrítt, at ein
partur av hesi ætlanini er eisini,
at tey ymsu økini í landinum
skulu hava trygd fyri at fáa ein
ávísan part av fiskinum.
Endamálið við tí er ein roynd
at varðveita virksemið kring
landið, og hesum tekur Heðin
Mortensen undir við.
Havnin skal hava sín part
Men Heðin Mortensen sigur, at
hann hevur kortini eina heilt
aðra áskoðan á økiskvotur, enn
hvat tey flestu annars hugsa um.
Tey flestu hugsa óivað um, at
verða økiskvotur settar í gildi,
fer tað at tryggja at eisini fiska
arbeiði fer at vera í útjaðaranum
í Føroyum.
Men Heðin Mortensen held
ur, at økiskvotur skulu eisini
tryggja, at Havnin kann fáa sín
part av fiskiríkidøminum.
– Vit kunnu ikki bara hava
akedemikarar í Havn, og verka
fólk í Havn skríggja eftir at
hava fiskaarbeiði at fara til um
morgnarnar, sigur javnaðarting
maðurin.
Hann vísir á, at søguliga
hevur Havnin havt eitt stórt
fiskavirki, men nú er onki virki
og sum støðan er nú, er ongin
møguleiki fyri at fáa fiskaarb
eiði aftur í Havn.
– Tað eru eisini onnur til enn
akademikarar og og verkafólk
hava eisini sín rætt til at sleppa
til arbeiðis, leggur hann afturat.
Hinvegin staðfestir hann, at
verða økiskvotur ikki ein partur
av eini nýggjari fiskivinnuskip
an, vil hann hava øgiliga góðar
grundgevingar fyri, hví tað ikki
skal bera til.
Tekur undir við antitrust
Hann tekur eisini undir við, at
mark verður sett fyri, hvussu
stóran part av fiskirættindunum,
hvør einstakur reiðari kann fáa.
Hetta er tað, tey kalla antitrust,
– Í dag eru vit í teirri støðu, at
tað eru fýra reiðarar, sum hava
næstan 87 prosent av øllum ríki
døminum, ið kemur úr havinum,
og so eru 13 prosent eftir til øll
hini at býta sínamillum, stað
festi hann.
Hann sigur, at tað hevur verið
javnaðarpolitikkur, at mark skal
setast fyri, hvussu nógv fiski
rættindi, hvør einstakur reiðari
kann hava, fyri at gera tað lætt
ari hjá øðrum at sleppa framat.
Hinvegin ávarar hann eisini
samgonguna ímóti at tvíhalda
um ætlanina at fáa andstøðuna
at taka undir við eini nýggjari
skipan, saman við samgonguni.
– Endamálið hjá andstøðuni
er bara at skapa rumbul og at
provokera løgmann til at út
skriva nýval til Løgtingið, heldur
hann.
Men hann heldur, at tað skal
andstøðan ikki fáa høvi til og tí
heldur hann, at samgongan skal
laga uppskotið um eina nýggja
fiskivinnuskipan soleiðis til, at
øll í samgonguni kunnu taka
undir við tí, og so er at fáa tað
samtykt.
Hann sigur, at hann er bangin
fyri, at tað verður ein galin endi
at halda fram við royndunum at
fáa andstøðuna at taka undir við
eini nýggjari fiskivinnuskipan
og tí eigur samgongan bara at
samtykkja tað einsamøll.
– Men eru tað ávísar tættir í
eini nýggjari fiskivinnuskipan,
onkur ikki kann taka undir við,
eiga vit at lata tað fara hesa ferð
og at taka tað upp aftur seinni, tí
annars er vandi fyrk, at vit missa
alt á gólv nú, sigur Heðin Mort
ensen.
ØKISKVOTUR Vit kunnu ikki bara hava
akademikarar í Havn, heldur Heðin Mortensen,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Á einum øki má samgongan ikki víkja ein tumma, heldur
Hans Pauli Strøm, formaður í Norðoya Javnaðarfelag,
og fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður
Vil hava meiri
fisk til Havnar
Heðin Mortensen:
tað, at hetta er ein hóttan ímóti
fólkaræðinum.
Hinvegin heldur hann ikki, at
tað er hjá vinnulívsfólkunum, at
trupulleikin liggur.
– At vinnulívsfólk royna at
ávirka politikarar er onki nýtt tí
tað er ein púra natúrligur partur
av politiska spælinum, staðfestir
hann.
– Vinnulívsfólk royna altíð at
ávirka politikarar, men lata polit
ikarar seg ávirka, eru tað teir, sum
hava ein trupulleika, og ikki vinn
an, heldur fyrrverandi løgmaður.
Og hann heldur, at tað gongur
sjón fyri søgn, at politikarar lata
seg ávirka.
– Tað ber næstan til at seta
spjaldur á fleiri av okkara polit
ikarum við navninum á teimum
fyritøkum, teir arbeiða fyri, held
ur hann fyri.
Hann nevnir ongi nøvn, men
tað er ferð eftir ferð skotið teimum
báðum javnaðarmonnunum á
Tvøroyri Kristini Michelsen og
Bjarna Hammer, at teir ganga pol
itisk ørindi fyri Varðan Pelagic,
fyri ikki um at tala, at politikarar
í Norðoyggjum eru skuldsettur
fyri at tæna áhugamálunum hjá
Hanusi Hansen.
– Trupulleikin er, at tað eru pol
itikarar, sum lata seg draga upp á
tráð, og gera seg til skutilssveinar
fyri ávís vinnuvirki, heldur Jóan
nes Eidesgaard.
Tað má standa
sum ritað sum í
klettin
Trupulleikin er, at
politikararnir hava ikki
rygg til at standa ímóti
Á einum øki má samgongan
ikki víkja ein tumma, heldur
Hans Pauli Strøm, formaður
í Norðoya Javnaðarfelag, og
fyrrverandi løgtingsmaður
og landsstýrismaður