Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 10 TEMA TEMA Kappingareftirlitið DANJAL AV RANA T ú rindar millum 2.000 og 11.000 krónur meiri enn neyðugt um árið, um tú ert kundi hjá Fjar­ hitafelagnum. Tú rindar 2.000 krónur um árið ov nógv, um tú hevur oljufýr. Bensin- og diesel­ prísurin er hækkaðu við ávikavist 63 og 50 oyrum síðani 2008, men bara ein brøkpartur er orsaka av einum hægri alheims oljuprísi. Og vart tú realkredittkundi hjá føroysku bankunum áðrenn 2014, rindaði tú millum 5.000 og 12.000 krónur ov nógv árliga í um­ sitingargjaldið. Hatta eru niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum í seinastu frágreiðingunum, sum hon hev­ur skrivað. Í 2014 kunngjørdi Kapp­ ingareftirlitið eina kanning av realkredittlánunum hjá føroysku bankunum. Niðurstøðan var, at umsitingargjaldið var sett okk­urt um eitt prosent hægri enn neyðugt. Kappingarráðið metti, at hetta hevði kostað real­ kredittkundunum millum 5.000 og 12.000 krónur um árið. Í 2016 kannaði Kappingareftir­ litið oljumarknaðin í Føroyum. Tá varð niðurstøðan, at síð­ani eigaraskiftið í 2008, er bensin­ prísurin hækkaður við 60 oyrum fyri hvønn litur av diesel og 53 oyru fyri bensin. Oljufeløgini taka upp í 83 prosent hægri vinning fyri gassolju og 50 prosent hægri vinning fyri diesel og bensin enn áðrenn. Hetta hevur kostað einum miðal húski 2.000 krónur um árið. Í mars kunngjørdi Kappingar­ eftirlitið so eina kanning av Fjar­ hitafelagnum í Havn. Niðurstøðan var, at tey gott 1.000 húskini, sum eru knýtt at Fjarhitafelagnum, hava goldið millum 2.000 og 11.000 krónur ov nógv í mun til aðrar hitaloysnir. Hitaloysnir, sum tey ikki kunnu skifta til, tí tey eru bundin at Fjarhitafelagnum. Rakar okkum øll Bankalán, brennievni til akfør og orka til upphiting – hetta eru øki, sum ávirka hvønn ein­stak­an Kappingareftirlitið heldur, at føroysk húski kunnu spara fleiri túsund krónur árliga, tí ávísar føroyskar fyritøkur taka óneyðugan stóran vinning av vørum sínum VIT VERÐA KNOKK— ROYTT Kappingareftirlitið: