hósdagur 6. apríl 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
11
borgara í landinum. Tað er ikki
løgið, at Terje Sigurðsson, deild
arleiðari í Kappingareftirlitinum,
kallar tað fyri eitt slag av skatti,
sum hesar fyritøkurnar krevja.
Ymiskt er, hvussu fyritøkurnar
hava tikið niðurstøðurnar frá
Kappingareftirlitinum til sín. Tað
vil siga, allar avvísa atfinningarnar
beinan vegin, og venda kanón
ini móti Kappingareftirlitinum.
Kortini valdi BankNordik beinan
vegin at lækka umsitingargjaldið
á realkredittlánunum við 0,2
prosentum. Gamaní, bankin segði
ongantíð, at kanningin hjá Kapp
ingareftirlitinum var orsøkin til, at
gjaldið varð lækkað. Herd kapping
á økinum, segði bankin.
Fjarhitafelagið er eisini ósamt
við niðurstøðunum frá Kappingar
eftirlitinum, men hevur kortini
boðað frá, at prísurin longu er
lækkaður nógv, samanborið við
prísirnar, sum Kappingareftirlitið
brúkar, og at væntandi fer prísurin
at lækka enn meiri.
Oljufeløgini standa tó fast.
Tey boyggja seg ikki fyri atfinn
ingunum frá Fjarhitafelagnum.
– Magn kann til fulnar skjal
prógva sítt kappingarføri og fe
lagið ger sær ikki dælt av síni duo
polstøðu, sigur Hendrik Egholm,
stjóri í Magn.
Hava tørv á eftirlitið
Júst hetta, at fyritøkurnar velja at
lækka prísirnar eftir at Kappingar
eftirlitið hevur gjørt vart við, at
teir tykjast ov høgir, vísir, hvussu
týdningarmikið eitt virkið og
vakið Kappingareftirlit er. Tað er
júst fyri at verja borgaran móti, at
stórar, nærum einaráðandi fyri
tøkur, gera sær dælt av síni støðu
á marknaðinum og seta prísin
óneyðuga høgt.
Kappingareftirlitið má kortini
eisini taka í egnan barm. Í øllum
trimum førunum sum vit viðgera
á komandi síðunum, verður Kapp
ingareftirlitið ákært fyri at gera
skeivar samanberingar og skeivar
útrokningar. Hendrik Egholm,
stjóri á Magn, sigur, at hann hevur
biðið Kappingareftirlitið um at
vísa sær frymlarnar, sum eftirlitið
hevur nýtt sum grundarlag undir
sínum útrokningum. Hann hevur
tó ongan frymil sæð, nú skjótt eitt
ár er liðið.
Kappingareftirlitið eigur sjálv
andi at tryggja sær, at saman
beringarnar og útrokningarnar
eru haldbarar, samstundis sum,
at eftirlitið eigur sannførandi at
kunna grundgeva fyri, hví júst
hesar útroknigar verða gjørdar,
hví júst hesir prísir eru nýttir sum
grundarlag og hví samanborið
verður við júst hesi londini, serliga
um tað víkir frá tí, sum vanligt er.
Kappingareftirlitið
má styrkjast
Tað er gleðiligt at síggja, at sjálvt
vinnan er fegin um Kappingar
eftirlitið, hóast alt. Ilt er tó at vera
ósamdur, serliga tá mótpartarnir,
Hendrik Egholm og Terje Sigurðs
son, eru samdir, um at eftirlitið
hevur tørv á størri játtan. Gamaní
eru grundgevingarnar ymiskar.
Terje Sigurðsson ynskir fleiri fólk,
so at Kappingareftirlitið kann gera
fleiri frágreiðingar, meðan Hendrik
Egholm vónar, at ein størri játtan
fer at føra til betri frágreiðingar.
Brúkararnir siga væntandi ja takk
til bæði fleiri og betri kanningar.
Ilt er at siga, júst hvør hevur
rætt, Kappingareftirlitið, sum
sigur at føroysk húski rinda
túsundvís av krónum ov nógv
árliga, ella fyritøkurnar, sum
siga at talgrundarlagið hjá Kapp
ingareftirlitinum ikki er eftirfar
andi. Ofta liggur sannleikin onku
staðni mitt ímillum.
Vinnarin er tó hvørki Kapp
ingareftirlitið ella fyritøkurnar,
men brúkarin av tænastunum.
Kappingareftirlitið veitir eina
trygd fyri, at fyritøkurnar ikki gera
sær dælt av sínum einaráðandi
støðum
á
marknaðinum.
BankNordik lækkaði gjaldið, Fjar
hitafelagið lækkar prísin, olju
feløgini lækkaðu prísin í 2004.
Hetta er peningur, sum kemur
væl við hjá flestu húskjum í
Føroyum. Talan er jú um fleiri
túsund krónur árliga fyri hvørja
kanning, sum Kappingareftirlitið
ger. Vónandi heldur Kappingar
eftirlitið á við at halda í oyruni
á føroysku fyritøkunum, okkum
øllum til frama.
DANJAL@SOSIALURIN.FO