Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 12 12 TEMA Kappingareftirlitið EIGARASKIFTIÐ GJØRDI OLJUNA DÝRARI DANJAL AV RANA K appingareftirlitið kann­aði í fjør prísin á brenni­evni í Føroyum. Niður­støðan var, at ov lítil kapping var á økinum, oljufeløgini tóku sær ov høgan vinning og úrslitið var, at prísurin á gassolju, bensin og diesel var ov høgur fyri føroyska brúkaran. Í fyrsta umfari samanbar kapp­ ingareftirlitið prísin í Føroyum við prísin í øðrum norðurlondum. Oljufeløgini í Føroyum, Magn og Effo, gjørdu vrøvl og søgdu, at føroyski marknaðurin ikki kann sam­anberast við tann í hinum norð­urlondum. Nógv dýrari enn á øðrum oyggjasamfeløgum Kappingareftirlitið gjørdi tí eis­ini samanberingar við oyggja­sam­ feløg á okkara leiðum. Úrslitið var tað sama, føroyski prísurin var ov høgur. Samanborið var millum annað við Ytru Hebridurnar og Isle of Man og metti kappingar­ eftir­litið, at prísurin á bensin var 68 oyru ov høgur fyri bensin og 33 oyru fyri diesel samanborið við Hebridurnar og ávikavist 90 og 85 oyru ov høgur samanborið við Isle of Man. Kappingareftirlitið heldur, at tað er undrunarvert, at føroysku oljufeløgini ikki megna at selja bensin og diesel líka bíligt sum oljufeløgini í líknandi smáum oyggjasamfeløgum. Kanningin, sum Kappingareftir­ litið gjørdi í fjør, vísti, at tað ser­ liga var eftir at oljufeløgini fingu nýggjar eigarar í 2008, at vinn­ ingurin hjá feløgunum øktist mun­andi. Kanningin vísti, at olju­feløgini taka upp í 83 prosent hægri vinning fyri gassolju enn oljufeløgini í grannalondunum og 50 prosent hægri vinning fyri diesel og bensin. Verður hetta umsett til krónur og oyru, vil tað siga, at vinningurin hjá oljufeløgunum er hækkaður við 60 oyrum fyri hvønn litur av diesel, síðani oljufeløgini skiftu eigarar í 2008. – Ein hækking á 50% av brutto­vinninginum síðani 2008 heldur Kappingareftirlitið vera órógvandi, skrivar eftirlitið í samandráttinum av kanningini. 2.000 krónur um árið Vinningurin á bensini er hækkaður við 53 oyrum fyri hvønn litur. – Kappingareftirlitið held­ur, at ein hækking á 84% í brutto­ vinninginum er órógvandi – ser­ liga tá hugsað verður um, hvussu bundin føroysk húski og fiski­ flotin er at gassoljuni, skrivar Kapp­ingareftirlitið. Kappingareftirlitið nevnir sum dømi, at fyri eitt húski við eini árliga gassnýtslu á 3.500 litrar, svarar hækkingin til 2.065 krónur um árið. Einans 210 av hesum krónunum eru orsaka av hækkandi innkeypsprísi á olju. Kappingareftirlitið samanbar síðani avkastið hjá føroysku oljufeløgunum við tey í Danmark og Svøríki. Kanningin vísti, at av­kastið hjá oljufeløgunum í Før­oyum var væl hægri enn í granna­londunum. Hetta, sigur Kapp­ingareftirlitið, vísir, at økti bruttovinningurin ikki er farin til at rinda øktar útreiðslur, men í stóran mun er farið til útgjald til partaeigararnar. Niðurstøðan hjá Kappingar­ eftirlitinum er, at neyðugt er við átøkum, so at nýggj feløg kunnu koma inn á marknaðin fyri at økja um kappingina. Kappingareftirlitið gjørdi eina líknandi kanning í 2004. Tann kanningin vísti eisini, at vinn­ ingurin hjá oljufeløgunum var ov høgur. Tá samdust Kappingarráðið og Statoil um at lækka vinningin, meðan Shell valdi at fylgja hesi avtaluni. DANJAL@SOSIALURIN.FO Síðani Magn og Effo fingu nýggjar eigarar og nýggj nøvn er bruttovinningurin á oljuni vaksin við meiri enn eini helvt, sambært Kappingareftirlitinum Skipanin er ótíðarhóskandi Tá meginreglan um prísáseting á fjarhita bleiv gjørd, var oljan einasti annar møguleikin til upphiting. Nú eru fleiri bíligari møguleikar, men kortini heldur Fjarhitafelagið fast við, at prísurin á fjarhita skal fylgja dýrastu loysnini DANJAL AV RANA K undarnir hjá fjar­hita­ felagnum hava goldið minst 2.000 krónur ov nógv um árið, heldur Kappingareftirlitið. Eftirlitið hevur gjørt eina greining av Fjar­ hitafelagnum og niðurstøðan er, at prísásetingin hjá felagnum er ótíðarhóskandi. Tá meginreglan um, at prís­ urin á fjarhita ikki skuldi vera dýrari enn við oljuhita, var einki annað hitatilboð á markn­ aðinum. Nú eru fleiri onn­ur grøn og bíligari tilboð enn olju­ hiti, men kundarnir hjá Fjar­ hita­felagnum hava ikki loyvi at nýta tey. Harumframt vísir Kappingareftirlitið á, at prísurin á Fjarhita kortini hevur verið hægri enn prísurin á upphiting við olju. Prísurin er ov høgur Fjarhitafelagið veitir hita til umleið 1.000 brúkarar í høvuðs­ stað­num. Hitin kemur frá Brenni­ støðini á Hjalla og SEV-verkinum á Sundi og verður leiddur í rørum til brúkararnar. Tað eru Tórs­ havnar kommuna og SEV, sum í felag eiga Fjarhitafelagið. Kappingareftirlitið sigur, at Fjarhitafelagið hevur selt hitan alt ov dýrt í mun til hvat tað kostar at framleiða hitan. Fjarhitafelagið hevur valt at leggja prísin upp at oljuprísinum heldur enn kostprísinum, og sambært Kappingareftirlitinum hevur hetta gjørt, at fjarhiti gerst ein nógv dýrari hitaloysn enn aðrar grønar orkuloysnir sum hita­pumpa og jarðhiti. Kappingareftirlitið vísir á, at endamálið við Fjarhitafelagnum var at veita bíliga, grøna orku til brúkararnar. Kortini hev­ur fjarhiti seinastu árini verið ein tann dýrasta loysn­in á mark­ naðinum. Kappingar­eftir­litið metir ikki, at hetta er rætt, alla tað tíð íbúgvar í ávísum økjum í Havn ikki frítt kunnu velja eina aðra orkuloysn. Í frágreiðingini vísir Kapp­ ing­areftirlitið á, at fjarhiti hev­ ur kostað brúkarum minst 2.000 krónur ov nógv um árið, um samanborið verður við bí­ ligastu oljuhitaloysnina. Verður samanborið við bíligastu grønu hitaloysnina, jarðhita, er mun­ur­ in næstan 11.000 krónur um árið. – Kappingareftirlitið heldur, at umstøðurnar hjá kundunum hjá Fjarhitafelagnum eru ótíðar­ hóskandi. Tað er ikki nøktandi, at ein sethúsaeigari verður álagd­ ur at brúka ávísa hitaloysn, samstundis sum hesin hvørki hevur ávirkan á felagið ella innlit í prísásetingina, og ei heldur rætt at kæra um hesi viðurskifti, skriv­ar Kappingareftirlitið. Raksturin skal hvíla í sær sjálvum Kappingareftirlitið mælir til, at prísásetingin skal taka støðu í kostprísinum, samstundis sum Fjarhitafelagið, sum hevur monopolstøðu, ikki skal sleppa at gera sær dælt av tí. Kappingar­ eftirlitið vísir á, at sum eitt ikki- handilsligt partafelag, er einki krav um, at felagið skal hava eitt stórt yvirskot. Kappingareftirlitið vísir eisini á, at ein kanning hjá eftirlitinum í fjør vísti, at oljuprísurin í Føroy­ um er hægri enn neyðugt. Tí verð­ur prísurin á fjarhita eisini hægri enn neyðugt. Brúkararnir hava gjørt vart við sína ónøgd. Tey vilja vera við, at tað eru verandi brúkarar, sum rinda fyri stóru útbyggingarnar hjá fjarhitafelagnum gjøgnum sína nýtslu. Harumframt fílast tey á manglandi gjøgnumskygni í skipanini. Tey fáa ikki kunning um, hvussu prísurin verður ásettur, samstundis, sum tey ikki hava møguleika at kæra avgerðir hjá Fjarhitafelagnum. – Fjarhitabrúkarin er tí í teirri óunnuligu støðu, at hesin skal gjalda fyri eina tænastu, sum ikki er kappingarfør við aðrar hitaloysnir á marknaðinum, eftir avtalutreytum sum eru einsíðis settar av fjarhitafelagnum, og sum ikki kunnu kærast til nakran myndugleika, sigur Kapp­ingar­ eftirlitið. DANJAL@SOSIALURIN