hósdagur 6. apríl 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
13
DANJAL AV RANA
– Kappingareftirlitið hevur verið
ein fastur partur av mínum
gerandisdegi síðani eg byrjaði í
2007, og satt at siga, so ivist eg ikki
í, at ein orsøk til, at prísurin er tann
hann er, er at Kappingareftirlitið
alla tíðina leggur trýst á okkum.
Soleiðis sæð eru vit glað fyri
Kappingareftirlitið, sigur Hendrik
Egholm, stjóri á Magn.
– Vit hava eina serstøðu sum
duopol, og tí er tað í fínasta lagi,
at vit alla tíðina verða eftirhugd,
vigað og kannað, og at vit hava eitt
alment kappingareftirlit at røkja
ta uppgávuna. Men tað harmar
okkum, tá Kappingareftirlitið
brúkar eina so fakliga illa grund
aða kanning sum hesa seinastu
til at seta okkum í ringt ljós
– og tað av órøttum, tí tølini í
kanningini eru skeiv, og tískil
eru niðurstøðurnar í kanningini
sjálvsagt eisini skeivar, sigur hann.
Hendrik Egholmeftirlýsir tí eini
hægri játtan til Kappingareftirlitið.
– Kanningin ber brá av, at
Kappingareftirlitið hevur alt ov
lítla orku og tískil ikki fær útvega
sær neyðugu førleikarnar at
fremja stórar og kompliseraðar
kanningar sum hesa um prísirnir
á brennievni. Tað er sera óheppið,
og politiski myndugleikin átti
at raðfest stovnin hægri, so
dygdin kann garanterast. Tí
vit skulu sjálvsagt hava eitt
kappingareftirlit. Tað er best fyri
allar partar, men minstakravið
má vera, at tilfarið, tað letur úr
hondum, er eftirfarandi, sigur
Hendrik Egholm.
Terje Sigurðsson, deildarleiðari
á Kappingareftirlitinum, kundi
eisini ynskt sær eitt størri og
sterkari Kappingareftirlit. Trupul
leikin er tó tann, at kappingar
myndugleikin ikki hevur nøkt
andi játtan á fíggjarlógini til sítt
virksemi frá byrjan av.
– Myndugleikin fær 1,8 mió. kr. á
fíggjarlógini og hevur 2,5 ársverk.
Hetta skal røkka til eftirlitið við
øllum marknaðum í Føroyum.
Tað sigur seg sjálvt at við verandi
játtan liggur nógv sum kundi
gjørt ein mun og bíðar, sigur Terje
Sigurðsson.
– Tíverri hava føroyskir politik
arar, í mun til politikarar í okkara
grannalondum, ikki sæð virðið í at
geva kappingarmyndugleikanum
størri játtan. Tað eru nógvir
politikarar, sum millum ár og
dag hava víst stóran áhuga fyri
Kappingarráðnum og -eftirlit
inum. Teir hava tó allir sitið í
andstøðu. So skjótt teir koma
í samgongu, eru føgru lyftini
gloymd. Hetta er óheppið, tí tað er
ongin ivi um at tørvurin á einum
sterkum kappingarmydnugleika
er lutfalsliga størri í einum lítlum
landi sum Føroyum enn t.d. í
einum av okkara grannalondum,
sigur hann.
– Vit síggja ferð aftaná ferð,
at stórar føroyskar fyritøkur
koma út við úrslitum sum eru
munandi hægri enn í okkara
grannalondum. Ferð aftaná ferð
hava vit í kanningum staðfest at
prísstøðið í Føroyum á nógvum
marknaðum er væl omanfyri
sambærlig lond í Evropa. Tað
tykist sum at verða reglan heldur
enn undantakið, at almenn og
privatar verkætlanir gerast dýrari
enn uppruna mett. Hetta er alt
tekin um marknaðir, sum ikki
virka væl. Tað er undrunarvert,
at føroyskir politikarar ikki duga
at síggja stóra samfelagsliga tapið,
sum liggur goymt her, sigur Terje
SIgurðsson.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
DANJAL AV RANA
Í
2014 gjørdi Kappingareftir
litið eina meting av um
sitingargjaldinum á real
kredittlánum í Føroyum.
Kappingareftirlitið vísti á, at árini
frammanundan høvdu bankarnir
við jøvnum millumbilum hækkað
umsitingargjaldið, hóast ongar
broytingar vóru framdar í Dan
mark. Kappingareftirlitið vísti á, at
hækkingarnar á umsitingargjald
inum vóru bæði títtari og størri í
Føroyum.
Samanberingarnar hjá Kapp
ingareftirlitinum vístu, at um
sitingargjaldið í Føroyum var meir
enn tvífaldað í mun til danskt støði.
Tvær ferðir so høgt gjald
Kappingareftirlitið kemur til ta
niðurstøðu, at umsitingargjaldið
hjá bankunum átti at ligið millum
0,9 prosent og 1,3 prosent, og ikki 1,9
prosent, sum tað var tá. Efitirlitið
metir, at høga umsitingargjaldið
hevur kostað brúkaranum millum
5.000 og 12.000 krónur árliga. Fyri
samfelagið sum heild er talan um
ein kostnað upp á millum 10 og 22
milliónir krónur árliga.
– Tað tykist ikki vera nøkur
eyðsædd orsøk til, at umsitingar
gjaldið hjá føroyska brúkaranum
skal vera tvær til tríggjar ferðir
hægri enn hjá danska brúkaranum,
skrivar Kappingareftirlitið.
Realkredittlánini komu fyrstu
ferð á føroyska marknaðin í 2005,
tá Eik Banki bjóðaði tey í samstarv
við BRFKreditt. Í 2009 fylgdi
BankNordik eftir og í 2013 Norðoya
Sparikassi.
Fyrstu árini vóru føroyingar
afturhaldandi við at taka real
kredittlán, men í 2009 kom gongd
í. Í 2012 var longu ein fjórðingur av
allari bústaðarfígging í Føroyum
fíggjað við realkredittlánum.
Longu frá byrjan var umsit
ingargjaldið í Føroyum tvær
ferðir so høgt sum í Danmark,
men høgu og títtu hækkingarnar
hjá bankunum gjørdu, at í 2012 var
umsitingargjaldið tríggjar ferðir so
høgt.
Orsøkin er vantandi kapping
Kappingareftirlitið sigur í nið
urstøðu síni, at tað er væl hugs
andi, at einasta orsøkin til, at real
kredittlánini eru so nógv dýrari í
Føroyum enn í Danmark, er vant
andi kapping millum føroysku pen
ingastovnarnar.
Sambært Kappingareftirlit
inum, so er tað einki sum bendir
á, at føroysku bankarnir taka ein
størri váða enn donsku bankarnir
gera, ei heldur er nakað sum bendir
á, at føroysku peningastovnarnir
standa fyri serligum avbjóðingum.
– Kappingareftirlitið er tí
komið til ta niðurstøðu, at ongar
objektivar orsøkir tykjast vera,
ið kunnu grundgeva fyri høga
umsitingargjaldinum í Føroyum.
Tað tykist tí, at manglandi kapp
ing er høvuðsorsøkin til høga prís
støðið, skrivar Kappingareftirlitið
og víðari:
– Kappingareftirlitið er komið
til, at ein føroyskur brúkari skal
gjalda millum 5.000 og 12.000
krónur eyka orsaka av vantandi
kapping. Manglandi kappingin
kostar føroyska samfelagnum
árliga millum 110 og 22 milliónir
krónur í beinleiðis brúkaratapið.
Harumframt eru goymdir kostn
aðir við tað at brúkarar velja
realkredittlán frá. Kostnaðurin
av hesum fer at trína fram, tá
evropeiska rentustøðið fer at
hækka, skrivar Kappingareftirlitið.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Kostaði brúkarunum minst 5.000 krónur árliga
EFTIRLITIÐ
MÁ BETRAST
Umsitingargjaldið á realkredittlánum var nærum eitt prosent ov
høgt, segði Kappingareftirlitið við bankarnar í 2014
Hóast atfinningarnar móti kanningunum hjá Kappingareftirlitinum
mangan eru harðar, so halda fleiri partar av vinnuni, at stovnurin er ein
neyðugur partur av vinnunum. Og bæði vinnan og Kappingareftirlitið
sjálvt eru samd um, at tørvur er á eini hægri játtan til stovnin