Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 14 TEMA TEMA Kappingareftirlitið Oljan er bíligari enn í Danmark Okkara kappingarføru prísir hava spart føroyska samfelagnum 750 milliónir krónur, er aftursvarið hjá Magn til kanningina hjá Kappingareftirlitinum um føroyska oljumarknaðin DANJAL AV RANA – Vit halda prísirnir eru í fínasta lagi og hava prógv fyri tí, sigur Hendrik Egholm, stjóri í Magn. Hann sigur, at fleiri kanningar, sum Magn hev­ur bílagt, vísa, at føroysku prísirnir eru kappingarførir við prísir aðrastaðni. Hann heldur tað vera undrunarvert, at Kapp­ ingar­eftirlitið í kanning síni brád­liga velur at samanbera við olju­prísin í Svøríki, Onglandi og ES, heldur enn Danmark, sum vanliga verður samanborið við. – Orsøkin er helst, at teir føroysku brennievnaprísirnir standa seg frálíka væl í mun til teir donsku – helst sum einasta týdningarmikla vøra í Føroyum. Før­oysku gassoljuprísirnir liggja langt undir donskum prís­um, tá sæð verður burtur frá skattum og avgjøldum, svaraði stjórin, tá kanningin bleiv al­manna­kunn­ gjørd í fjør. Hann vísti í aftursvarinum til Kappingareftilitið á, at í 2014 var gassoljan, 68 oyru bíligari fyri hvønn litur í Føroyum enn í Danmark, diesel 26 oyru dýrari og bensin 43 oyru dýrari. Gassoljan telur umleið 80 prosent av saml­ aðu mongdini av brennievni. Magn vísti eisini á, at meðan miðalprísurin fyri olju í 2005 var 37 oyru bíligari fyri liturin, var hann í 2014 50 oyru bíligari. Sostatt er munurin øktur til føroyskan fyrimun. – Munurin millum føroysku og donsku brennievnaprísirnar er samlað sæð betraður til før­ oyskan fyrimun seinastu 10 árini. Tí er kappingarførið, sum longu frammanundan var gott, styrkt enn meir í mun til Danmark, før­ oysku brúkarunum og føroyska sam­felagnum at gagni, skrivar Hendrik Egholm. Tá Sosialurin setir seg í sam­ band við hann í dag, heldur hann enn fast við svarið hann gav tá og vísir á, at atfinningarnar hjá Fjarhitafelagnum móti nýggju kanningini eru júst tær, sum Magn og Effo høvdu móti gomlu kanningini. – Kappingareftirlitið velur bevíst at samanbera við, tá prís­ urin er hægst, heldur enn eitt miðaltal av onkrum slag. Tað halda vit ikki er rímiligt, sigur Hendrik Egholm. Hann leggur dent á, at Magn til fulnar kann skjalprógva sítt kappingarføri, og at felagið ikki ger sær dælt av síni duopolstøðu við at skava eyka vinning undir seg við einum órímiligum prís­ poli­tikki. DANJAL@SOSIALURIN.FO BankNordik lækkaði umsit­ingar­gjaldið DANJAL AV RANA F øroysku bankarnir vóru sum vera man ósamdir við niðurstøðuni hjá Kappingareftirlitinum um realkredittlánini, men valdu kortini at lækka umsitingargjaldið, sum Kappingareftirlitið metti vera ov høgt. – Vit reageraðu beint aftaná. Vit meldaðu út, at vit vóru ósamdir við Kappingareftirlitið og vístu á tað, sum vit mettu vera roknifeilir í kanningini, men vit settu bein­an­ vegin umsitingargjaldið niður úr 1,7 prosentum niður í 1,5 prosent, sum vit meintu var tað minsta, vit kundu standa inni fyri, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik. Síðani hava donsku bankarnir hækkað umsitingargjaldið við mill­um 0,5 og 1 prosent. So­leið­is sæð kann man siga, at grund­ar­ lag er fyri at hækkað tað aftur, sigur Árni Ellefsen, sum tó skund­ ar sær at leggja afturat, at ongar ætlanir eru um at hækka um­ sitingargjaldið. – Tí er als ikki talan um, at umsitingargjaldið í Føroyum í dag er tvær til tríggjar ferðir hægri enn í Danmark, sum Kapp­ ingar­eftirlitið vísti á tá, sigur Árni Ellefsen. Føroysku bankarnir vóru tó als ikki samdir við Kappingar­eftir­ litinum, tá tað legði frágreiðing sína fram í 2014. – Kappingarráðið metir, at realkredittbidragið í Føroyum átti at verið 1,0%-1,3%. Kanningin er long og áhugaverd, men roknihátturin og niðurstøðan byggir á stórar grundleggjandi rokni­villur, sum tíverri ger niður­ støðuna heilt skeiva, skrivaði BankNordik í tíðindaskrivi tá. – BankNordik hevur strongt seg til tað ýtarsta fyri at bjóða før­oyingum bílig realkeditt­lán. Tí er tað burturvið, tá Kapp­ ingar­ráðið pástendur, at prísurin skuldi verið lægri. Okkara meting er harafturímóti, at bankin ikki forvinnur meiri upp á før­oysk realkredittlán í mun til í Dan­ mark eftir at omanfyrinevndu út­reiðslur eru frádrignar. Vit mugu tí afturvísa niðurstøðuna í kann­ingini hjá Kappingarráðnum, at um­sitingargjaldið á føroyskum real­kredittlánum er ov høgt, segði bankin, sum kortini beinanvegin lækkaði umsitingargjaldið. DANJAL@SOSIALURIN.FO Beint eftir, at Kappingareftirlitið almannakunngjørdi kanningina um realkredittlánini í 2014, lækkaði Bank Nordik umsitingargjaldið við 0,2 prosentum Helst lækka vit prísin DANJAL AV RANA – Vit eru í gongd við at gera eina nýggja prísskrá og væntandi verður prísurin eisini lækkaður, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Hann hevur tó fleiri atfinn­ ingar móti kanningini hjá Kapp­ ingareftirlitinum, serliga at hon nýtir prísir frá 2014 sum saman­ beringargrundarlag. Síðani tá er prísurin hjá Fjarhitafelagnum lækkaður við einum triðingi. – Kappingareftirlitið brúk­ ar prísin frá 2014. Tá var olju­ prís­urin høgur, og tí er prísurin hjá okkum eisini høgur. Um Kappingareftirlitið í staðin nýtti prísir frá 2015 ella 2016, hevði niðurstøðan verið ein heilt onnur, nevniliga, at prísirnir hjá okkum eru kappingarførir við aðrar grøn­ ar orkuloysnir, sigur hann. – Fyrr í ár avgjørdi nevndin at fara at endurskoða prísskránni hjá felagnum. Tað arbeiði er í gongd. Tað er eitt greitt ynski frá báðum eigarunum, SEV og Tórshavnar kommunu, at prísurin skal lækka, sigur Hans Christian Dam. Hans Christian Dam sigur, at orsøkin til, at prísurin hjá Fjar­ hitafelagnum er knýttur at oljuni er, at tá Fjarhitafelagið varð sett á stovn, var eingin onnur upphiting. – Eigararnir av felagnum vildu tá ikki gera mismun á borgarunum, við at veita nøkrum borgarum nógv bíligari streym enn øðrum. Endamálið var fyrst og fremst at gagnnýta spillorkuna frá Brennistøðini og Sundsverkinum, greiðir Hans Christian Dam frá. Hann sigur, at nú prísskráin verður endurskoðað, er møguligt, at felagið finnur ein annan frymil at rokna prísin eftir, men vil ikki siga nakað meiri um tað. – Nevndin er júst farin í gongd við arbeiðið at endurskoða prís­skránna. Tað er sjálvandi natúrligt, at hon verður tillagað til tær orkuloysnir, sum eru á marknaðinum í dag, sigur Hans Christian Dam. DANJAL@SOSIALURIN.FO Prísurin er nógv lækkaður síðani Kappingareftirlitið gjørdi kanningina og fer at lækka enn meiri, eru boðini frá Fjarhitafelagnum