hósdagur 6. apríl 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
15
DANJAL AV RANA
Í
Føroyum hevur Kappingar
ráðið ábyrgdina av at halda
eyga við fría marknaðinum,
sum fyritøkur annars kapp
ast á. Men er neyðugt at regu
lera kappingina? Er ikki best at
lata fyritøkurnar kappast, og tað
almenna heldur seg burtur frá
makrnaðinum og letur markn
aðarmekniskurnar ráða?
– Í útgangstøðinum er tað rætt,
at frí kapping á einum marknaði
gevur besta úrslit fyri samfelagið,
men tað eru støður, har marknaðir
ikki virka eftir vild. Í støðum
har ongin seljari ella keypari
hevur ræði á marknaðinum, vil
prísurin og útboð av vørum og
tænastum verða optimalt. Men
ofta er hetta ikki støðan, greiðir
Terje Sigurðsson, deildarleiðari á
Kappingareftirlitinum frá.
Eftirlitið tryggjar frælsi
Hann sigur, at í summum før
um kann ein marknaður búnast
soleiðis, at eitt avmarkað tal av
fyritøkum fær stórt marknaðar
vald.
– Tá kunna vanligu megin
reglurnar um útboð og eftir
spurning setast til viks, soleiðis
at fyritøkurnar kunna vinna
sær okursvinning til skaða fyri
brúkaran. Avleiðingin er minni
umsetningur av vørum og til hægri
prís og er hetta eitt samfelagsligt
tap, sigur hann.
Tað er í slíkum førum at ein
kappingarlóggáva og eitt kapp
ingareftirlit kemur til sín rætt.
Tá fær man møguleikan, at rætta
feilir, sum hava við sær, at frælsa
kappingin verður sett til viks.
– Myndugleikin kann millum
annað ógilda avtalur millum
kappingarneytar, sum eru til
skaða fyri samfelagið, og steðga
gerðum hjá størri fyritøkur, sum
hava til endamáls ella avleiðing
at seta fræslu kappingina til viks,
sigur Terji Sigurðsson.
Endamálið við Kappingarlógini
er sostatt at tryggja at kappingin
fer fram eftir røttum fyritreytum,
soleiðis at marknaðurin virkar
á bestan hátt, til frama fyri
brúkaran, fyritøkur og samfelagið
sum heild. Í nógvum londum – og
kanska serliga í norðurlondum
– spælir landið ofta ein aktivan
leiklut á marknaðinum, antin
sum keypari, seljari ella regulator.
Leikluturin hjá statinum er ofta
eitt sindur problematiskur, tí
staturin hevur altíð eina sterka
støðu, og kann av óvart skeikla
kappingina.
Royna at verja brúkaran
– Kappingareftirlitið hevur seinnu
árini lagt dent á øki, ið hava týdning
fyri vanliga brúkaran. Vørur og
tænastur sum fíggjartænastur,
el, hiti og brennievni eru ein stór
útreiðsla í vanliga húsarhaldinum.
Vit hava verið inni á hesum økjum,
meðan onnur øki, sum telja nógv
hjá vanliga brúkaranum, so sum
matvørur, bilar og bygging liggja
enn á láni, sigur Terje Sigurðsson.
– Hóast játtanin er avmarkað, so
hevur Løgtingið eisini álagt okkum
bundnar uppgávur. Her verður
serliga hugsa um samanlegg
ingar millum fyritøkur. Hetta
er ein rættuliga umfatandi og
tíðarkrevjandi uppgáva, sum skal
loysast innan ávisar lógarásettar
tíðarfreistir. Hetta merkir at alt
annað arbeiðið má skúgvast til
viks, tá ein samanlegging verður
fráboðað, sigur hann.
Umframt tær bundnu uppgáv
urnar er eisini neyðugt at myndug
leikin hevur innlit í teir føroysku
marknaðirnar. Her er tað so, at
marknaðarkanningar koma inn í
myndina.
– Í grundini hava hesar tvinni
endamál. Í fyrsta lagi hava tær til
endamáls at geva okkum innlit
í viðurskiftini á marknaðinum,
soleiðis at vit kunna avgera um
neyðugt er við kappingarfremjandi
tiltøkum. Í øðrum lagi kunna vit
almannakunngera frágreiðing
arnar. Ein almannakunngerðing
hevur til endamáls at kunna sam
felagið sum heild um umstøðurnar
á marknaðinum. Tað er jú gagnligt
at brúkarin er vælkunnaður um
viðurskiftini á marknaðinum
– hetta kann styrkja brúkarar
á einum marknaði har ar hava
marknaðarvald, sigur Terje
Sigurðsson.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Um ov lítil kapping er á einum øki er úrslitið, at
vit rinda ov nógv fyri tænasturnar. Tá verður
minni peningur eftir hjá borgarunum at nýta
upp á onnur ting, sigur Terje Sigurðsson
Terje Sigurðsson:
VIT GERAST
ØLL FÁTÆKARI