Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 16 FØROYSKU ROSSINI Eitt tað mest sjáldsama rossaslagið í heiminum er tað føroyska rossið. Einans 80 í tali. Men friðað er tað ikki, og eini 25 ross í Tórshavn tørva pláss og fjós til komandi vetur. Tó landið hevur bundið seg til at varðveita tey føroysku rossini, eru eldsálir drívmegin í arbeiðinum. – Nú má landið hjálpa, sigur Anna Louisa Joensen, rossaalari MARNA FRIDA OLSEN – Her kunnu vit ikki vera næsta vetur,” fortelur Anna Louisa Joen­sen, meðan hon sópar inni í fjósinum í Havnadali. – Vit høvdu stórar ætlanir her úti, men jørðin er ikki okkara, og eigarin hevur aðrar ætlanir. Í vár og summar er væntandi eingin trupulleiki, tí tá vera rossini úti í Nólsoy, men hvar skulu tey vera komandi vetur? Tað er tann stúrandi spurningurin, Anna Louisa Joensen roynir at finna svarið á í løtuni. – Nú mugu vit finna eina loysn, og tað skal vera ein langskygd loysn, sigur ein ráðføst Anna Louisa. Í einari bureaukratiskari fløkju Anna Louisa Joensen hevur stríðst í fleiri ár fyri at finna eitt øki í ella nær Havnini, har tey sjálvsomu rossini kunnu halda til, men tað hevur víst seg at vera torført, og tað er tað framhal-dandi. – Vit tørva eitt gott stað, har rossini kunnu trívast, og har fólk eisini kunnu koma og uppliva tey. Søvn Landsins hevur eitt sera hóskandi øki í gomlu Hoyvíkini, sum upprunaliga er ætlað før­ oysk­um húsdjórum, men av tí at føroysk ross eru farin frá at vera mentanararvur til at vera “tilfeingi” undir Fiskimálaráðnum, so er ábyrgdin flutt, sigur Anna Louisa, sum sjálv eigur 8 av teim­ um 25 rossunum, sum tørva pláss. Søvn Landsins hevur síðan desembur í fjør verið umsitið av Løg­mannaskrivstovuni vegna ógegni í Mentamálaráðnum. – Tað tók teimum fimm mánaðir at svara okkara umsókn um loyvi at nýta økið í gomlu Hoyvíkini, fortelur Anna Louisa, týðiliga ørkymlað, og heldur fram: – Tað einasta, tey høvdu at siga, var, at vit mugu venda okkum til Fiski­mála­ráðið, og tað hava vit langt síðani gjørt. Fiskimálaráðið vil gjarna geva pening til eitt fjós, og tað er sera jaligt, men so leingi vit einki øki hava, er ongastaðni at byggja fjósið. Tí er Anna Louisa Joensen nú í fer við sjálv at keypa eitt øki í Nólsoy. – Vit hava einki tak yvir høvdið komandi vetur, so vit mugu í gongd við at byggja eitt fjós so skjótt sum gjørligt, sigur hon við einari ljósari framtíð í huga. Ein náttúrudepil í Nólsoy? Í summar í fjør stóðu greðingarnar hjá limunum í Felagið Alarar av Føroyskum Upprunarossum (FAFU), ið Anna Louisa var við til at stovna í 2011, úti á Borðuni í Nólsoy. Har vóru teir vælkomnir. – Greðingarnir betra økið til seyðin við at bíta burtur græs, sum seyðurin ikki dámar, og hjá okkum er tað avbæra gott, um greðingarnir kunnu hava eitt øki fyri seg, so teir lata ryssurnar vera í frið, sigur Anna Louisa smílandi. Ynskið hjá Onnu Louisu Joen­ sen er, at rossini um veturin kunnu búleikast í Havn, og at greðingarnir flytast út til Nólsoyar um summarið. Og so droymur hon um at reka eitt vitjanarstað, har rossini og náttúran eru í fokus. – Dreymurin hjá mær er at skapa ein náttúrudepil, har skúla­ børn, ferðafólk og onnur kunnu koma og hitta rossini og hoyra um teirra søgu. Og tey djørvu kunnu ríða sjálvandi. Vit ríða vanliga á berbaki, og tað halda nógv er stuttligt og ein heilt serlig uppliving, fortelur havnar­ kvinnan, ið er útbúgvin náttúru­ vegleiðari umframt sjúkrarøktar­ frøð­ingur. FØROYSK UPPRUNAROSS HAVA ENN ÁTROKANDI TØRV Á PLÁSSI Tá vit júst høvdu lovað teimum á summarbeiti í Nólsoy (hetta var innangarðs, áðrenn vit leiddu teir út á Borðina) og teir renna kátir runt MYNDATAKARI: ELISABET THOMSEN