Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 17 17 – Men skulu rossini halda til í Nólsoy alt árið, mugu vit finna pening til at gjalda nólsoy­ing­um fyri at hjálpa okkum við ansing­ ini, sigur hon. »Nú má landið hjálpa« Anna Louisa Joensen biður landið traðka til, nú avbjóðingin er vorðin ov stór til, at hon sjálv kann loysa hana. – Nakrar eldsálir hava stríðst í nógv ár, og vit hava megna at fáa rossa­stovnin upp á eitt nógv meira burð­ardygt støði. Hesi árini hava vit framt eitt ólønt arbeiðið fyri landið, sum sambært tølum hjá Bún­ aðarstovuni er seks milliónir krónur vert. Nú má landið hjálpa okk­um, sigur hon og heldur fram: – Sjálvt undir teimum sera vána­ ligu umstøðunum, vit hava haft gjøg­ num árini, hava vit megna at skapa inn­tøkur við rossunum, sum hava fíggj­að fóður og aliarbeiðið í mong ár. Ein annar trupulleiki, ið Anna Louisa Joensen sær, tá ið tað kemur til varð­veitingina av føroysku rossunum, er tað stóra talið av inn­fluttum rossum. Í einari avtalu millum norðurlondini ljóðar, at innflutt djór ikki skulu fortreingja upprunadjór. Men spurningurin er, um júst hetta er í fer við at henda. – Landið brúkar fleiri pengar uppá at innflyta ross enn uppá at varðveita føroysk ross, staðfestir Anna Louisa. – Av tí at marknaðurin verður mettaður av innfluttum rossum, so leggur eingin í at ogna sær før­oysk ross. Og eg skilji ikki, hví fleiri føroyingar ikki eru áhugaðir í teimum, tí tey eru heilt eina­stand­ andi, heldur hon. Verulig náttúrudjór At eiga ross kann sigast at vera krevjandi. Ross tørva pláss, fjós og hegn. Tey skulu fóðrast hvønn dag, og har skal sópast. Tey skulu venjast og røra seg nóg mikið, men hetta er so eisini ein av orsøkunum til, at nógv fólk ynskja sær ross. Tey vilja uppliva náttúruna á rossabaki. – Tey føroysku rossini eru veru­lig náttúrudjór. Tey hava liva í fjøllunum í langt yvir 1.000 ár og eru lagaði til at yvirliva av lítlum og ongum. Tí tørva tey ikki nógv fóður, og hógvarnir eru so mikið sterkir, at hestaskógvar eru óneyðugir. Eta tey ov nógv av frískum grasi, kunnu tey tó blíva sjúk, so ansast skal eftir, upplýsir Anna Louisa. Ikki vita vit akkurát, nær rossini komu til landið, men tey hava kanska reikað teir føroysku klettarnar síðan jarnøldina. – Á Sandi hava tey funnið rossa­bein í einum øskudunga, sum kunnu dagfestast aftur til ár 300, fortelur Anna Louisa spent. Í tíðarskeiðnum 1850-1920 vórðu nógv føroysk ross seld til kolanámið í Bretlandi, og sam­ stundis innfluttu føroyingar nógv útlendsk ross, og stovnurin bleiv til endans sera lítil. Í 1960’unum vóru einans fýra ryssur og ein greðingur eftir av reinum føroyskum rossum. Talið minkaði frá umleið 800. – Vit arbeiða eftir eina nágreini­ ligari skipan í alingini, og vit hava sera góð úrslit. Enn sæst einki tek­in á brek frá innannøring, so eg eri vís í, at føroyska rossa­ slagið kann bjargast, sigur Anna Louisa. 200 aliross skulu til, áðrenn serfrøðingar meta, at stovnurin ikki longur er í vanda fyri at doyggja út. Hjartagóð ross – Tað er ein landsuppgáva at varð­ veita tey føroysku rossini, stað­ festur Anna Louisa og minnur á, at tað ikki einans er upp til politik­ arnar: – Vit hava brúk fyri, at fleiri før­ oyingar taka lut í varðveitingina av rossunum - sum rossaeigarar og sum hjálparar. Eigur tú eitt føroyskt aliross, fært tú eina virðisløn á hvørjum ári, ið hjálpir at rinda útreiðslurnar. –Rossini eru so klók og fitt. Tey hava ein sterkan vilja og lata seg ikki hundfara, men tey eru sera empatisk djór, sigur Anna Louisa og fortelur um ta ferðina, hon stóð einsamøll í fjósinum og sópaði, og hennara frustratión kom til sjóndar. Tann brennandi spurningurin, hvar rossini skulu vera komandi vetur, var enn ósvar­ aður. Anna Louisa skrálaði. Hart. Vónin var við at bresta. Heilt einsa­ møll var hon ikki, og hon var enn einaferð mint á, hvussu hjartagóð hesi rossini eru. ​– Marma-rankur steðgaði beinan­vegin við at eta. Hann hugdi uppá meg og gekk so yvir til mín og legði høvdið hjá sær á mína øksl. Hann kom fyri at troysta meg. Tað var so rørandi, fortelur Anna Louisa við gleðistárum í eygunum. – Og tað skal nógv til, áðrenn hann fer frá matinum hjá sær! leggur hon afturat og flennir. Anna Louisa Joensen MYND: INGI SØRENSEN