Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 18 LÍVSSTÍLUR Identiteturin er í málinum: ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO T að er vorðið alsamt meir van­ligt at hoyra børn und­ir skúlaaldur tosa ann­að enn føroyskt. Ofta er tað nógv útskeldaða enska mál­ið, sum teldilin fær skoluna fyri at hava lært barnið, men tað eru eis­ini fleiri børn, hvørs foreldur eru av øðrum uppruna enn føroyskum, og sum tí hoyra og tosa meir enn bara føroyskt í gerandisdegnum. Eitt vaksandi tal av tilflytarum hev­ur við sær at fleiri børn millum ann­að tosa tagalog (høvuðsmálið á Filipsoyggjunum), tailendskt, spanskt, enskt og onnur mál. Mynstrini í familjum, við tví­ mælt­um børnum eru eisini ymisk – tað eru familjur har annað hvørt mamm­an ella pápin tosa føroyskt og hin eitt fremmandamál. Tað eru fam­ilj­ur har bæði foreldrini tosa fremm­andamál og har foreldrini ikki skilja føroyskt, ella har bæði tosa fremm­anda­mál og annað ella bæði foreldrini skilja føroyskt eisini, og so framvegis. Byrja sum pinkubørn at læra mál Granskingin vísir heilt víst, at tað eru máls­ligir og sosialir fyrimunir við at duga meir enn eitt mál væl og virði­liga. Hóast hetta, so eru tað eis­ini avbjóðingar sum fylgja við. Karolina Matras, cand.pæd. psych., náms­lektari í sálarfrøði og mál- og lesi­menning á Setr­in­um hevur gransk­að í mál og lesi­menn­ ing. Hon sigur, at øll børn byrja longu sum pinku­børn at súgva vit­an, lær­dóm og upplivingar til sín. Hesa fyrstu tíðina er alt nýtt og spenn­andi, og lívslanga læringin byrj­ar her. Hendan læringin, sum í stór­an mun byggir á eitt væl ment mál. – Í einum framkomnum sam­fe­ lagi er eitt væl ment mál og skrift­ mál nevniliga ein avgerandi fyri­ treyt fyri læring og eigur at vera ein nát­túrligur partur av dag­lig­deg­ num hjá børnunum bæði heima og á dag­stovni, sigur Karolina Matras . – Neyðugt er at børnini vaksa upp í einum stimbrandi læru­um­ hvørvi, sum virð­ir børn­ini, tá ið tey vísa áhuga fyri skrift­málinum, og sum letur børnini sleppa at síggja, skriva og hoyra orð. Hetta er við til at geva teimum lesi- og skrivi­gleði longu á ung­um árum, sum vón­ andi varir alt lívið, sigur Karolina Matras. – Serlig atlit mugu takast til børn, ið vaksa upp í tvímæltum um­ hvørvi, so tey fáa bestu umstøður at læra bæði málini á fullgóðan hátt, leggur hon afturat. Avbjóðandi at savna seg um tvey mál Karolina Matras greiðir frá, at barn­ið lærir í prinsippinum bæði mál­ini á sama hátt, og hetta er í gjøgn­um meiningsfult samskifti. Ser­ligu avbjóðingarnar liggja tó í, at barn­ið ikki lærir bæði málini til fuln­ar líka skjótt. Eitt dømi um hetta er, at barnið má tá brúka eyka tíð uppá at tjúna seg inn á ljóðini í “seinna” málinum og gera sær royndir við teimum. Við tað, at barnið hugsavnar seg so nógv um hetta, samstundis sum tað eisini byrjar at fata málið, er ikki so nógv orka eftir til prát alla tíð­ina, tá barnið byrjar at tosa. Heldur brúkar barnið orku uppá at lurta, greiðir hon frá. Samstarv er lyklaorðið Tá eitt barn tosar meir enn eitt mál í ger­andisdegnum, so er umráðandi at gott samstarv er millum heim barns­ins og skúla ella stovn. Atlit mugu sjálvsagt takast, soleiðis at børn­ini ikki eru aftan fyri javn­aldr­ arnar í menningini, av tí at tey eru tví­mælt, og møguliga eisini liva í tveim­um mentanum. – Her er samstarv lyklaorðið: Skip­ast má fyri, at samanhangur er millum málið hjá barninum heima og á stovni ella í skúla. Atlit mugu takast fyri mentanarliga og sosi­ala partinum eisini, so talan verð­ur um autentiskt samskifti við barn­ið. Eisini má hædd takast fyri byrj­ andi skriftmálinum á báðum mál­ un­um, har dentur verður lagdur á samanhangin millum skrift- og talu­mál, sigur Karolina Matras. Samstarv millum heimið og stovn­in ella skúlan er av alstórum týdn­ingi, men eisini er viktugt, at tað er virðing fyri barninum og báð­um ment­an­unum barnið er part­ur av. Virðingin fyri ment­an­ ar­liga fjølbroytninum má gjøgn­ um­súrga alt virksemi viðvíkjandi tví­mæltum børnum og familjum teirra, greiðir hon frá. – Fokus eigur at vera á málsligu og mentanarligu tilfeinginum held­ ur enn at síggja bara forðingarnar. Her má dentur leggjast á mill­um­ ment­anarligt arbeiði, so barnið kenn­ir seg væl bæði heima og á stovni, sigur hon. Identiteturin liggur eisini í málinum Hóast avbjóðingar fylgja við, so sigur granskingin, at tað er menn­ andi fyri barnið sosialt og mentalt, at læra meir enn eitt mál, um barn­ ið annars verður stimbrað og stuðl­ að í menningini. Karolina Matras greiðir frá, at tá tvey mál verða nýtt heima, er ágóðin fyrst og fremst, at barn­ið lær­ir mál­ið hjá báðum for­eldr­un­ um, men eis­ini alla mentanina, sum fylg­ir við at duga málini. – Bæði málið hjá mammuni og pápanum eru botnurin í menn­ing­ ini av identitetinum hjá barninum, og tí sera grundleggjandi fyri per­ són­ligu menningina. Hetta er ein stór avbjóðing og tí er leik­lut­urin hjá næstu familjuni sera týdn­ing­ ar­mikil í hesi tilgongd, sigur Karo­ lina Matras. Familjan kann millum annað hjálpa og stuðla barninum í tess eld­huga at læra málini, og geva barn­in­um stórt orðfeingi í báðum mál­um, so fatanarligi parturin verð­ur so góður sum gjørligt, greið­ ir hon frá. – Ein ágóði við at nýta tvey mál heima er eisini styrkin at duga fleiri mál, tí hetta veksur um saml­aðu málsligu førleikarnar hjá barn­inum, sum kemur tí til góðar, tá fremmandamál skulu lærast, sig­ur Karolina Matras. Hon leggur afturat, at tað av­ gjørt er ein fyrimundur hjá børn­ um at læra og at duga fleiri mál. Um børn fáa vegleiðing og hjálp so kem­ur hesin fyrimunurin teimum til góð­ar á nógvum ymiskum økj­ um. – Heilin hjá børnum er sera plast­ isk­ur, og tí læra børn ómetaliga skjótt, bara tey fáa neyðugu tíðina og røttu vegleiðingina, sigur hon Hon leggur afturat, at børnini mugu sleppa at royna seg at prakti­sera bæði málini á nógvum pall­um. Eisini mugu málini verða lærd væl og virði­liga, so tey kunnu ger­ast hugs­an­ar­amboð. Tá tey ger­ ast hugs­unaramboð, so verða tey í nógvum málsligum løgum um­ boð­andi tað, sum barnið ynskir at komm­uni­kera út til onnur bæði ver­balt og nonverbalt. Tá tað er TVÍMÆLT BØRN SKULU STIMBRAST Tá eitt barn tosar meir enn eitt mál í gerandisdegnum, so er umráðandi at gott samstarv er millum heim barnsins og skúla ella stovn. Atlit mugu sjálvsagt takast, soleiðis at børnini ikki eru aftan fyri javnaldrarnar í menningini, av tí at tey eru tvímælt, og møguliga eisini liva í tveimum mentananum, sigur Karolina Matras, cand.pæd.psych., námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning á Setrinum, sum hevur granskað í mál- og lesimenning.