Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 19 ANNIKA KUNOY IM R ainer og Margith Latu­ pei­rissa møtt­ust um­borð á trú­boð­ara­skip­in­um Doulos í 2003, tey blivu par og giftust í 2008. Rai­ner er úr Indonesia, men hev­ur búð í Før­oy­ um í 10 ár. Tey eiga trý ára gomlu Naomi og tvey ára gamla Samuel. Hó­ast Rainer dug­ir væl at tosa før­oyskt, so sam­skifta Margith og Rainer mest á ensk­um, tá tey sam­ skifta hvør við ann­an. – Tað er gamal vani, tí vit tos­aðu enskt saman, tá vit møttust, og tí er tað er vorðið okkara kær­leiks­mál, sig­ur Margith Latu­pei­rissa. Rainer Latupeirissa tosar tí­skil trý mál heima hjá teimum. Hann tos­ar enskt við konuna, ind­on­es­ iskt við børnini og føroyskt við øll hini. Heima tosa tey meir før­oyskt enn indonesiskt, og tað er tí at tey búgva í føroyum og tí at Rainer dugdi væl føroyskt áðr­enn børnini vóru fødd, greiða tey bæði frá. Erik Nielsen er úr Argentina. Sum bert 18 ára gamal flutti hann til Før­oya at spæla fót­bólt, og seinni møtti hann Mariu, og tey eiga syn­ir­nar Kieran sum er fimm ára gamal og Liam sum er eitt ár. Tá Erik flutti til Føroya at búgva, dugdi hann hvørki føroyskt ella enskt. Av tí at hann ikki dugdi enskt, so lærdi hann skjótt at tosa før­oyskt. Seinni hevur Maria eis­ini lært spanskt, so nú skilja og tosa tey bæði móðurmálini hvør hjá øðr­um. Heima verður tosað nógv Rainer og Margith Latupeirissa Tey eiga 3 ára gomlu Naomi og 2 ára gamla Samuel Rainer er úr Indonesia og Margith úr Klaksvík Móðurmálið hjá Rainer er indonesiskt EG GÓÐTAKI IKKI AT TEIR TOSA FØROYSKT VIÐ MEG Tað eru fleiri enn 1400 fólk í føroyum við øðrum enn føroyskum uppruna. Nógv av teimum eru gift føroyingi, og hava familju í føroyum. Hesi børnini í familjunum vaksa ofta upp við tveimum ella fleiri málum í gerandisdegnum. Vit hava tosað við tvær familjur har pápin avikavíst er úr Indonesia og Argentina, og teir siga báðir, at tað er umráðandi at børnini tosa móðurmál teirra væl og virðiliga, tí tað knýtir tey tættari saman at tosa á móðurmálinum. Eisini vigar tað nógv, at børnini fáa samskift við familuna, sum ikki er í føroyum, á móðurmáli teirra. framhald á næstu síðu kom­ið uppá pláss, so kunnu málini verða brúkt lætt og frítt í øllum hugs­andi samskiftismøguleikum, greið­ir hon frá. Samfelagssligar avbjóðingar Tað er vandi fyri, at børn sum eru tví­mælt onkursvegna ikki mega fylgja við javnaldrunum, um tey ikki fáa røttu stimbranina. Tað er eis­ini vandi fyri at tey ikki verða fult og heilt integreraði í samfelgið, um tey ikki læra annað ella bæði mál­ini nóg væl. – Orsøkin er millum annað, at mál­ið hevur so stóran týdning í sosi­ala og kensluliga lívi okkara um­framt á kognitiva økinum. Vit spegla okkum í hvørjum øðrum og okkum dámar at kenna okkum aft­ur í hvørjum øðrum. Hartil hava vit brúk fyri málinum at fáa at­gongd til mentanina rundan um okkum. Tí er tað eisini so týdn­ ing­ar­mik­ið, at barnið lærir mál­ ini hjá báð­um foreldrunum, so tað kann sam­skifta við til døm­is børn­ini á báðum síð­um í fam­ilj­ un­um gjøgnum barna­árini, sigur Karolina Matras. Tað er í dag er lættari hjá børn­ um at samskifta millum lond, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Hó­ast stóran avstand, so ber til døm­is til at ringja við Skype, so­leið­ is at børnini kunnu samskifta við ommu, abba og onnur tey kenna. Hon leggur afturat, at av­bjóð­ ing­in í samfelagnum verður at skipa fyri kompetentum mál­náms­ frøði­ligum tiltøkum, sum stuðla upp­und­ir resursirnar hjá tvímælta barn­inum og verða upp á forkant við serstøku avbjóðingarnar hesi børn hava, meðan tey ogna sær bæði málini. Foreldrini hava ábyrgd Tá tað snýr seg um børnini, so hava for­eldrini evstu ábyrgd – eisini á hes­um økinum. Karolina Matras mæl­ir til, at foreldur seta nærmastu fam­ilj­una, námsføðingar og lær­ ar­ar inn í problematikkin, um tey annars hava neyðugu vitanina sum krevst at hjálpa og stuðla barn­ inum. Hon heldur eisini, at náms­frøð­ ingar og lærarar áttu at ver­ið skúl­ að­ir at geva tvímæltu børn­un­um røttu avbjóðingarnar. – Her talan millum annað um at arb­eiða við meiningsfullum evnum í meiningsfullum samanhangi og fara til botns málsliga, so barnið far eina fatan av, hvussu fjølbroytt mál­ini eru og hvat tey kunnu brúk­ ast til í lívsins ymiskum støðum, sig­ur hon til endans. Í januar 2017 búðu 1078 fólk úr 87 londum, øðrum enn norðurlondum, í Føroyum (Tølini eru frá Útlendingastovuni) Í januar 2017 búðu 326 fólk úr norðanlondum í Føroyum (Tølini eru frá Hagstovuni) Tilsamans búgva á leið 1404 fólk, við øðrum enn føroyskum uppruna í Føroyum.