Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 20 før­oyskt, men tá Erik tos­ar við børnini, so er tað altíð á sponsk­um. – Eg góðtaki ikki, at synirnir tosa føroyskt við meg. Eg haldi fast við, at teir skulu skilja meg og svara mær á móðurmáli mínum, tá eg tosi við teir. Eg endurtaki eis­ini vanligar setningar, og leggi tí­skil næstan orðini í munn teirra, so teir venja seg við hvussu tað verð­ ur sagt á sponskum, sigur Erik Nielsen. Maria leggur afturat, at sigur Erik okkurt á sponskum, sum teir ikki skilja, so endurtekur hon tað á før­oyskum, og tað er ein fyri­mun­ur tey hava, av tí at bæði tosa mál­ini hjá hvørjum øðrum. Erik Nielsen sigur, at hann velur eisini at tosa við dreing­ir­nar á sponskum, tá tey eru úti, soleiðis at spanskt ikki bert verð­ur til heima­brúk og tað tí verð­ur mun­ ur á mál­un­um báð­um. Und­an­takið er møgu­liga, um tey eru millum nógv fólk, har øll tosa sam­an, ella um hann skal tosa við náms­frøð­ ing­ar­nar í barna­garðinum. Málið er mín stoltleiki Móðurmálið er stórur partur av sam­leika okkara, og líkamikið hvussu væl vit duga eitt annað mál, so vigar annað málið vit læra ikki líka nógv í samleika okk­ara, sum móð­ur­málið ger. Tað er ikki bert ein spurn­ingur um verbalt sam­ skifti, men eisini ein ment­anarligur arvur og iden­ti­tet­ur, sum liggur í at tosa og skilja málið væl og virðiliga. – Eg eri tvørur, tí hetta er um­ ráð­andi fyri meg. Eg vil, at synir mín­ir ikki bert skilja men eisini tosa spanskt. Teir skulu eisini kunna tosa við ommu sína, sum bert tosar spanskt, og ikki bert skilja hana, sigur Erik Nielsen. Maria við Neyst sigur at tað er deiligt at børn teirra duga spanskt, og fáa kommunikera við familjuna hjá Eriki. – Eisini tí at Erik úttrykkir seg best á sínum egna móðurmáli, og tí verð­ur samskifti meir nátt­úr­ligt, sig­ur hon. – Tá familjan hjá mær hoyrir teir tosa spanskt verði eg stoltur, legg­ur Erik Nielsen afturat. Rainer Latupeirissa tekur und­ ir við Eriki, men leggur afturat at hann ikki er líka strangur sum Erik. Hann gongur tó høgt upp í, at børnini skulu skilja ind­on­es­ iskt, tí so er grundalagið lagt, um tey seinni fáa brúk fyri tí, heldur hann. Margith Latupeirissa sigur, at tað eisini er umráðandi fyri hana, at børn teirra duga málið hjá pápa sínum, tí so fáa børnini sam­skift við familjuna hjá Rainer í Indonesia. – Stórur partur av familju hans­ ara dugur ikki at orðføra seg á enskum, so um børn okkara ikki tosa indonesiskt, so duga tey ikki at samskifta við familjuna har. Hetta er ein stórur partur av teirra samleika, tí tey eru jú hálv indon­ es­isk, sigur Margith Latu­pei­rissa. Tvímæli minkar um snævurskygni Børnini læra skjótt mál, og læra eis­ini skjótt nær og hvar ymisku mál­ini skulu tosast. Margith og Rainer Latupeirissa greiða frá, at tey júst hava verið í Indonesia í seks vikur, og trý ára gamla dóttir teirra longu tá byrj­ aði at tosa indonesiskt. Hon skilti eis­ini, at tað bert vóru for­eldr­ini, ið tosaðu og skiltu før­oyskt, og hoyrdi hon okkurt, sum hon ikki skilti, so spurdi hon um tað beinanvegin. Hóast hon lærdi nógv indonesiskt hes­ar vik­urnar, so varð føroyska mál­ið ikki ávirkað. Heima hjá familjunum báð­um hev­ur tað eisini verið væl mót­tik­ið, at børnini øll tosa annað mál enn bert føroyskt heima. – Børnini duga væl at skifta í mill­um ymisku málini. Tey tosa før­oyskt og spanskt við foreldrini og føroyskt við ommuna og abb­ an. Nú er mamma mín eisini farin at læra eitt sindur av sponskum, flenn­ir Maria við Neyst. Margith Latupeirissa greiðir frá, at foreldur hennara hava tví­hild­ ið um, at børnini eisini skulu læra móð­urmálið hjá pápanum, so­leið­is at tey fáa tosa við familju hans­ara í Indonesia. Hetta tí tey sjálvi ikki høvdu viljað verið í teirra støðu, um Margith og Rai­ner høvdu valt at búseta seg í Indo­nesia í staðin fyri í Føroyum, og tá ikki lært børn síni føroyskt. Tað er ein fyrimunur at tosa títt egna mál við børn tíni, eru báð­ar fam­ilj­urnar samdar um. – Tá tú hevur tvær mentanir og mál verður tú meir tolerantur. Tú sært hvønn dag, at tað er meir enn ein máti at gera tingini uppá, og at ein máti ikki neyðturviliga er rættari enn hin. Ja, tú verður minni snævurskygdur, sigur Mar­ gith Latupeirissa. Barnagarðar eru við Tá tað snýr seg um tvímælt børn, sum vaksa upp við ymiskum máli og mentanum, er umráðandi at stovn­ar og skúlar vísa virðing og sam­skifta væl við heimini. Mar­ gith Latupeirissa greiðir frá, at tey eru eggjaði av bæði dag­røkt og av barnagarði at tosa ind­on­es­iskt við børnini. Eisini kendi hon, at barna­ garðurin hjá dótt­ur­ini gjørdi nógv burtur úr at greiða hin­um børn­un­ um frá hvat hendi, tá tey fóru til Indo­nesia at vitja í vet­ur. – Møguliga er ein av grund­un­ um, at tað eru so nógv tví­mælt børn í júst hasi barna­garðs­stov­uni, sig­ur hon. Maria við Neyst leggur afturat, at hon veit út frá arbeiði sínum sum násmfrøðingur, at tað besta er, at man tosar sítt egna móð­ur­ mál við børnini. – Tað klára børnini væl, sigur hon. Hvørki Maria og Erik ella Mar­ gith og Rainer halda, at tvímæli hev­ur havt við sær, at tað hevur tik­ið longri tíð, áðrenn børnini fóru at tosa. ANNIKA@SOSIALURIN.FO LÍVSSTÍLUR Erik Nielsen og Maria við Neyst Tey eiga 5 ára gamla Kieran og 1 ára gamla Liam Erik er úr Argentina og Maria úr Klaksvík Móðurmálið hjá Eriki er spanskt Eg góðtaki ikki, at synirnir tosa føroyskt við meg. Eg haldi fast við, at teir skulu skilja meg og svara mær á móðurmáli mínum, tá eg tosi við teir. Tá tú hevur tvær mentanir og mál verður tú meir tolerantur. Tú sært hvønn dag, at tað er meir enn ein máti at gera tingini uppá, og at ein máti ikki neyðturviliga er rættari enn hin. Ja, tú verður minni snævur­ skygdur