Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 22 Tíðargrein Tíðargrein Úr tronga og til vøkstur o E xit Føroyar er vent til Enter Føroyar. Vit eru nú yvir 50.000 fólk í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð. Fyri bara fáum árum síðani setti hugtunga hugtakið Exit Føroyar dagsskránna. Við ein munn varð sagt, at vit taptu kappingina við útheimin um okkara ungu. At vit taptu kappingina um útbúgving, um bústaðir, og um spennandi størv. Tað gera vit ikki longur. Hugtakið “Exit Føroyar” er um at hvørva. Fleiri av teimum, sum hava lisið ella starvast uttanlands, flyta nú heim aftur. Fleiri tilflyt­ arar flyta til Føroya at búgva og at arbeiða. Fleiri børn verða fødd. Leingi er aldursbólkurin undir 40 ár bara minkaður, men nú eru broyt­ingar at hóma, tí fleiri og fleiri ung leggjast afturat. Eisini er at gleðast um, at ójavnin í kyns­ býtinum hevur rættað seg nakað. Góða gongdin í búskapinum seinastu árini er høvuðsorsøkin til, at vit í hesum døgum kunnu hátíðarhalda, at vit eru fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Hetta er ein søguligur varði. Upp á fá ár hava vit flutt okk­ um úr tronga og tómgongd til vøkstur og vælferð. Dýrabarasta tilfeingið Fólkið er tað dýrabarasta til­ feingið, sum eitt og hvørt land hevur. Júst fólkið er ofta avgerandi fyri møguleikarnar hjá einum landi at standa seg væl. Okkara fólkagrundarlag er lítið, og hetta ger okkum enn meira viðbrekin, tá ið talan er um fólkaflyting. Hyggja vit eftir okkara søgu, hava verið longri tíðarskeið, har at kalla eingin fólkavøkstur hevur verið. Frá umleið ár 1300 til 1600 búðu bara 3.500 fólk í Føroyum. Í heili 300 ár vaks fólkatalið ikki. Tá búleikaðust fleiri ættarlið á oyggjunum uttan at merkja nakran fólkavøkstur. So gekk betri fyrst í farnu øld. Frá 1901 til 1950 vaks fólkatalið frá 15.000 til 32.000, sum er størsti fólkavøkstur, ið er skrásettur í Føroyum. Høvuðsorsøkin var, at nýggja fiskivinnusamfelagið vann frama við stórum vinnuligum framburði og einum útbygdum samferðslukervi. Búskapargongdin og fólkatalið í Føroyum hanga óloysiliga saman. Tað hevur víst seg søguliga, at tá ið vit hava havt viðgongd í bú­skapinum í eina tíð, sæst hetta aftur í vaksandi fólkatali. Men okkara søga vísir eisini í ólukkumát, at tað øvugta eisini ger seg galdandi. Tá ið tað hevur gingið afturá í búskapinum, hava vit mist fólk av landinum í stórum tali. Í løtuni er full ferð á føroyska samfelagnum. Búskaparvøksturin er stórur, útflutningurin veksur skjótt og arbeiðsloysið er lágt. Loksins er eitt avlop í lands­ húsar­halds­kassanum. Samgongan hevur vent hallinum á fíggjar­ lógini til eitt trivaligt avlop. Eftir ætlan veksur avlopið komandi árini. Trivaliga avlopið kemst av, at samgongan hevur hildið aftur, nú stórur búskaparvøkstur er í Føroyum. Tað hava vit ikki altíð gjørt. Og kreppurnar komu, tí ábyrgd­ar­loysi valdaði í góðum tíðum. Læra vit ikki av mistøkun­ um í fortíðini, er skjótt at endurtaka tey í framtíðini. Tað er sera týdningarmikið, at vit í góðum tíðum styrkja bú­ skapin, so vit hava fíggjarliga styrki til framtíðar búskaparliga mótgongd. Hetta krevur, at vit halda aftur og økja avlopið hjá land­inum í góðum tíðum. Tað rað­ festir landsstýrið frammarlaga. Stórar avbjóðingar Góða gongdin í løtuni má kortini ikki fáa okkum at seta okkum afturá. Vit hava framvegis stórar avbjóðingar. Ein sera trýstur bústaðarmark­ nað­ur er helst størsta einstaka avbjóðing beint nú. At fleiri og fleiri flyta heim økir tørvin á bústøðum. Bústaðartørvurin er ovurstórur í stórum pørtum av landinum. Skulu vit tryggja var­andi fólkavøkstur, trivna og búskaparvøkstur er al­neyðugt at fáa til vega fleiri bú­staðir sum skjótast. Serliga eru tað leigu­ bústaðir til rímiligan kostnað, lestrar­bústaðir og vardir bústaðir, ið vit mugu leggja okkum eftir at útvega. Vit byggja í løtuni fleiri lestrar­íbúðir, men tørvurin er stór­ur á fleiri øðrum økjum. Í ár koma væntandi 95 leigubústaðir afturat, umframt at Bústaðir ætlar at yvirtaka 52 lestrarkømur frá sjálvognarstovnum. Nýggi møgu­leikin hjá Bústøðum at útskriva lánsbrøv letur eisini upp fyri møgu­leikanum at byggja enn meira, og talið á leigubústøðum verður tilsamans umleið 300 í 2017. Hyggja vit nøkur ár fram, verð­ ur vaksandi talið av eldri í mun til tal av teimum yngru ein risa stór avbjóðing. Og hon endurspeglar