Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 23 Aksel V. Johannesen løgmaður eisini raðfestingarnar hjá sam­ gonguni komandi árini. Vit mugu syrgja fyri, at tað verður so gott at búgva í Føroyum, at tey ungu ikki vilja búgva nakra aðra staðni. Og fleiri grundleggjandi fet eru tikin. Hartsperdu barnafamiljurnar hava fingið ein tiltrongdan skáa, nú barsilsfarloyvið er longt, barna­frádrátturin til børn und­ ir skúlaaldur er hækkaður og familju­ískoyti er sett í verk. Næsta fet er at hækka barnsburðar­far­ loyvið upp í eitt ár. Dreymurin um útbúgving er í dag týdningarmeiri enn nakran­ tíð. Megna vit ikki at møta dreym­ unum hjá okkara ungu, so rýma tey til onnur lond fyri at fylgja dreyminum. Eitt av fremstu málunum hjá samgonguni er at skapa fólkavøkstur, tí jú fleiri og fjølbroyttari vit eru, jú sterkari eru vit. Hvør einasti føroyingur ger mun. Tí mugu vit nøkta tørvin á útbúgvingartilboðum, so okkara ungu velja Føroyar. Tey lesandi hava eisini fingið betri umstøður. Fleiri nýggjar út­ búgvingar eru settar á stovn, og einsamallir forsyrgjarar fáa nú lestrarstuðul alt árið. Næsta fet er, at øll, ið eru undir hægri lesnaði, fáa lestrarstuðul alt árið og enn fleiri nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn. Allir útlendingar í landinum skulu kenna seg hjartaliga væl­ komnar. Seinastu árini er talið av tilflytarum vaksið, har nógv festa røtur og gifta seg við føroyingum. Tey eru eitt týdningarmikið íkast til samfelagið. Tørvurin á betri integratión er stórur. Vit skulu gera alt, vit kunnu, fyri at fáa tilflytarar at gerast partur av samfelagnum so skjótt og væl sum til ber. Og skal tað eydnast, er neyðugt, at vit øll taka lógva­tak saman: land, kommunur, felags­ skapir og ein­stak­lingar. Tað er ógvuliga umráðandi, at teir útlendingar, ið flyta til Før­ oya, fáa høvi at geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt. Tá ið vit eggja teimum til at vera við og virka í samfelagnum, fáa vit økt virknið í samfelagnum, og tað verður okkum øllum til stóran fyrimun. Tað er einki dulsmál, at málsligu førleikarnir eru ein lykil til eina væleydnaða integratión. Hóast nøkur fet eru tikin rætta vegin, so er neyðugt, at vit leggja enn meira fyri at tryggja eitt hald­gott undirvísingartilboð í før­oyskum máli, mentan og sam­felags­viðurskiftum fyri útlendingum, sum ikki duga norður­lendskt. Allir krókar skulu við Tað eru tíverri ikki øll økið í land­ inum, sum fáa lut í stóru fram­ gongdini, ið eyðkennir okkara sam­felag í løtuni. Fólkavøkstur er ikki kring alt landið. Serliga Suðurøkið hevur avbjóðingar. Meðan mannamúgvan í Tórs­ havn økist hvønn dag, so berjist Suðurøkið við fráflyting. Tað skal eingin ivi vera um, at samgongan vil arbeiða miðvíst fyri at stimbra lív og virksemi kring alt landið. Framgongdin má í størri mun koma øllum landinum til góð­ar. Nøkur ítøkilig stig eru tikin. Eysturoyar- og Sandoyar­ tunl­ar verða framdir í verki, og tunn­ils­toymi verður sett í verk at fara undir smærru tunnils­ verkætlanirnar kring landið. Ferðsluætlan fyri Vág­oynna skal setast í verk. Farið verður undir ferðavinnu­útbúgving í Vest­ manna og listaút­búgving í Sand­ oy. Ítróttarháskúli í Vági, eftir­skúli í Suðuroy og húsar­halds­skúli í Klaksvík skal byggjast, og mið­nám á Kambsdali útbyggjast. Vit halda á Exit Føroyar. Hetta hugtakið var partur av okkara veruleika fyri fáum árum síðan. Føroyingar leita ikki longur í eins stóran mun av landinum, og tí nógv flyta aftur til Føroya. Tíbetur. Tey koma heim at byggja land saman við okkum, sum longu búgva her. Vit skulu tryggja, at vit hava eitt land, sum rúmar øllum – ikki minst teimum mongu útlendingum, sum velja at flyta til Føroya. 50.000 fólk er ein varði í okkara søgu. Góðu gongdini eiga vit øll okk­ ara lut í. Vinnan. Undanfarnar sam­gongur. Sitandi samgonga. Og ikki minst fólkið – kring alt landið – ið hevur skapt grundarlagið fyri, at gongdin er vend. Nú mugu vit halda fast. Tað gera vit við at føra ein skyn­saman og skilvísan búskapar­ politikk. Tað gera vit við áhaldandi at bjálva og brynja føroyska sam­ felagið til framtíðina. Og tað gera vit við, at vit alla tíðina finna betri og smidligari loysnir soleiðis, at Føroyar fram­ hald­andi fer at vera millum fremstu vælferðarsamfeløg í heim­in­um. tómgongd og vælferð