Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 25 ÍBÚÐ TIL SØLU Ognin matr. nr. 1097b, íbúð nr. 8, 1 hm, Landavegur 117, 100 Tórshavn verður við hesum lýst til sølu. Myndir og fleiri upplýsingar um ognina eru á okkara heimasíðu. Prísuppskot: kr. 1.750.000,00. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71, sigrid@advokatvirkid.fo www.advokatvirkid.fo Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo, www.runavik.fo Kunningarstovan í Saltangará er ein deild undir Runavíkar kommunu og húsast í løtuni í Ráðhúsinum, har hon hevur felags móttøku við kommunalu umsitingini. Á leið 7 túsund fólk hava higartil vitjað Kunningarstovuna árliga – bæði føroyingar og útlendingar. Broytingar og menning av bygnaðinum undir Kunningarstovuni standa fyri framman, frá nýggjárinum 2018 er ætlanin at Kunningarstovan fer at ganga undir heitinum Visit Runavík, og roknast skal við, at nýggi leiðarin kemur at taka lut í hesi tilgongd. Leiðari til Kunningarstovuna Starvið, sum leiðari er leyst at søkja, og hetta snýr seg um eitt sera spennandi, fjølbroytt og sjálv- støðugt arbeiði og vinnuøki, - við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum. Eitt leiðslustarv krevur strategiska hugsan, og leiðarin á Kunningarstovuni skal í stóran mun leggja ætlanir fram í tíð og mynda starvið og Kunningarstovuna. Umframt tað, at leggja ætlanir og at skipa dagligu leiðsluna, skal leiðarin menna og samskipa tiltøk, sum hava við ferðavinnu og mentan at gera. Kunningarstovan hjá Runavíkar kommunu heldur til í Ráðhúsinum í Saltangará. Tvey starvsfólk, við ávikavíst 20 og 15 tíma viku, vera í starvi saman við leiðaranum. Kunningarstovan er ein týðandi tænastudepil fyri ferðavinnuna og mentanina í Runavíkar kommunu og í økinum sum heild, og nú stórar broytingar henda í undirstøðukervinum, og tað um fá ár fer at taka ímillum 12 og 15 minuttir at aka ímillum miðbýin í Runavík og miðbýin í Tórshavn, skal roknast við heilt nýggjum og øðrum møguleikum á ferðavinnuøkinum. Tí verður roknað við, at leiðarin á ferðavinnuøkinum í stóran mun skal skøða okkum til eina nógv broytta framtíð, sum beinleiðis partur av miðstaðarøki landsins. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar: • at leggja framtíðarætlanir fyri Kunningarstovuna • at samskipa tiltøk í Runavíkar kommunu • at marknaðarføra • at røkja heimasíðuna hjá kommununi og Kunningarstovuni • at samskifta við viðskiftafólk, ið snúgva sær til Kunningarstovuna • at veita vitjandi dygga ráðgeving og góða tænastu • at samstarva við ferðavinnuveitarar og kunningarstovurnar í landinum. Kravdir førleikar • viðkomandi útbúgving í ferðavinnu og marknaðar- føring, og tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur virkisroyndir frá ferðavinnuhøpi í Føroyum og uttanlands • evnir at stjórna og góð samstarvsevni • Heilt góður kunnleiki í móðurmáli, norður- lendskum- og enskum máli er ein fyritreyt • Góður telduførleiki. Persónligir eginleikar Sum persónur vænta vit, at tú er skapandi, ágrýtin og miðvísur. At tær dámar avbjóðingar, og hevur lætt við at samskifta og samstarva. At tú hevur eitt lætt lyndi og ert girðin. At tú trívist við at virka ímóti evstu mørkum. At tú hevur ein postivan hugburð. Í fyrsta umfari kemur tú at starvast saman við umsitingini hjá Runavíkar kommunu, kortini við fullari ábyrgd av egnum øki. Tað er ein treyt, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og ikki ert bangin fyri avbjóðingum, og at tú ert til dystin fús/ur at umboða økið, har tað verður hildið neyðugt. Umsókn Umsóknir verða at senda umvegis heimasíðu okkara runavik.fo í seinasta lagi flaggdagin – hin 25. apríl 2017, tlf. 417000. Spurningar kunnu eisini sendast til teldupoststøðina: runavik@runavik.fo Nærri kunning Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til mentanarleiðaran Sølva Hansen á tlf. 221226, ella kommunuskrivaran Dinnu Jensen á tlf. 237021. K R E A ERT TÚ HON ELLA HANN, IÐ KOMA SKAL? Starvið, sum leiðari á Kunningarstovuni hjá Runavíkar kommunu, bíðar í hesum døgum eftir tí rætta og skikkaða umsøkjaranum. Gudstænastur sunnudagin 9. apríl Hoyvík kl. 11, Sonja Klein. Konfirmatión. Vesturkirkjan kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Konfirmatión. Havnar kirkja kl. 11.00 Ann D. Hansen. Konfirmatión Kvívíkar kirkja kl. 12:00. Maria Jørðdal Niclasen Vestmanna kl. 11.00. Ferm­ ingar­guðstænasta. Marjun í Kálvalíð Hósvíkar kirkja, Bergtórur H. Bjark­hamar, kl. 11.00. Konfirmatión. Norðskála: kl. 12 messa Emil Olsen. Gjógv kl. 12 Henning Bøges­ vang Sjóvar kirkja kl. 11: Konfirma­ tión v/Símun Persson Jacobsen Fríðrikskirkjan kl. 11.00. Ole- Magnus Olafsrud prædikar. Olafsrud er royndur innan altjóða missión. Gøtu kirkja kl. 11.00. Kon­ firma­tión. Ovi Brim Fuglafjørður kl. 11.00, KONFIRMATIÓN v/ Marjuni Bæk Elduvík kl. 11.00: Bjarni Bæk Christianskirkjan kl.1100 Konfirmatión Marjun Lómaklett Svínoyar kirkja, Jóannes Purk­ hús, kl. 12.00.Altargongd. Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 12.00. Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00. Bønhúsið í Ørðavík kl. 11, Jónsvein Bech. Hvalba 11.00: Konfirmatión. Jens Mortan Mortensen Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30, sunnudagsskúli kl 12 Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Ebenezer Fríggjamorgunin 7. apríl kl. 10 til 12: Café. Leygarmorgunin 8. apríl kl. 11 til 14: Bíbliutímar Pálmasunnumorgun 9. apríl kl. 11: Minnismáltíð Harrans. Pálmasunnudag 9. apríl kl. 12: Sunnudagsskúli. Pálmasunnukvøld 9. apríl kl. 18: Evangeliskt møti. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin, kl. 14, Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bønarløta, kl. 18, Møti www.meinigheit.fo Frá Missiónshúsinum við Landavegin Sunnukvøldið møti kl. 18.00 v/Johan Henriksen Frelsunarherurin Tórsgøta 19, Tórshavn Pálmasunnudagur kl. 11.00 Halganar­møti. Pálmasunnudagur kl. 14.00 Sunnu­dagsskúli. Skírisdagur kl 18.00 Evangeliskt møti. Major Inger Marit Nygård talar. Náttarði aftaná. Langi fríggjadagur kl 18.00 Evangeliskt møti. Major Inger Marit Nygård talar. Páskadagur kl. 08.00 Páskafrøi. Páskadagur kl. 18.00 Evangeliskt møti. Major Inger Marit Nygård talar. 2. páskadagur kl. 11.00 Halganarmøti. Major Inger Marit Nygård talar. Sjómannskvinnuringurin á Argjum kemur saman mánakvøldið 10. apríl kl 20,00 allar kvinnur hjartaliga vælkomnar. Frá Filadelfia Landavegur 22, Tórshavn Fríggjadagin 07. apríl Kl. 17.30 Flare undirvísing (Ungdómsarbeiði) Sunnudagin 9. apríl Kl. 11.00 Morgunmøti. Manuel Delgado talar. kl. 12.00 Simcha (Sunnudagsskúli) Kl. 18.00 Flare connect (Ungdómsarbeiði) Mánadagin 10. aprílKl. 20.00 Bønarskúlin Adventistakirkjan Leygardagin 8. april Kl. 10 Sabbatsskúli: Thorbjørn Brochs Kl. 11 Gudstænasta: Odd Fuglestad Sjómanskvinnuringurin á Strondum kemur saman týskvøldið kl. 20 har allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Vit hava pakkafest. Keldan í Skálafirði Leygardagin kl. 20, Awake Praise Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Ólavi Jacobsen. Barnamøti kl. 11. Páskastevna verður hildin í Kelduni í døgunum 13.-17. Apríl, Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjadagin 7. apríl kl. 21:00 Ungdómsmøti Sunnudagin 9. apríl kl. 16:30 Blái krossur á Glyvrum hevur aðalfund, kl. 17:00 Møti, Margeir Toftegaard talar Jórun Pólsdóttir syngur. Blái krossur skipar fyri Mánadagin 10. apríl kl. 19:30 Bøn og bíbliutími KFUM & K Klaksvík Leygardag Kl.19.30 Hjúnarkvøld. Ole Magnus Olafsrud úr Noreg kemur at hava evni: ”Eitt gott hjúnarlag - finst tað?” Drekka og hugni aftaná. Øll hjartaliga vælkomin Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná Kl.17.30 Bønarløta Kl.18.00 Sang og vitnimøti við Jóhannu og Petur Jacob. Barnaansing eru undir møtinum Kl.20.30 Ungdómsmøti Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti Pensionistafelagið í Havn Mikudagin 12. apríl er ongin fundur vegna páskafrí. Mikudagin 19. apríl kl. 19,00 verður hugnaløta í Losjuni. Finleif Mortensen vísur myndarøðir hann sjálvur hevur tikið á gongutúrum á føroysku fjøllunum. NB! Allir pensionistar og onnur áhuga eru vælkomin til hugnaløtuna! TILTØK