Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 26 Ikki við: Lukasz Cieslewicz (knæið, 2-8 vikur), Alex Mellemgaard (sportbrokk, 4 vikur), Fróði Rasmussen (knæið) Ivasamir: Hannes Agnarsson (knæið) Ivasamir: Arnbjørn Hansen (økslin), Leif Niclasen (ryggurin) Ikki við: Andrew av Fløtum (forstrekking) Ivasamir: Alexandar Stankov (loyvini) Ivasamur: Adeola Runsewe (loyvini) Ivasamur: Ísak Simonsen Við aftur: Jákup B. Andreasen (leikbann) ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verð­ur 3. um­far í lands­kapp­ing­ ini í fót­bólti. Ein dystur verður leyg­ar­dag­in, meðan fýra dystir verða sunnu­ dag­in. Dysturin leygardagin verður mill­um B36 og NSÍ. Tað kemur illa við í B36, at fe­lag­ ið komandi vikurnar verður uttan Lu­kasz Cieslewicz. Hann meiddi seg knæið til venjing mikukvøldið, og verður ikki tøkur komandi tvær vik­ur­nar. Hann hevur verið til kanningar í gjár, men knæið er so hovið at tað ber ikki til at staðfesta hvat er hent, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Hann er harmur um hendingina, sum fór fram í allar seinastu sek­ und­un­um av venjingini miku­ kvøld­ið. Tað vóru tíggju sekund eftir av venj­ingini, tá Lukasz Cieslewicz og ein annar spælari renna saman. Lu­kasz Cieslewicz kom at standa so­leið­is fyri, at hann meiðslaði sær knæ­ið, sigur venjarin hjá B36. Fyribils er vónin, at ársins spæl­ ari í 2015 verður tøkur aftur skjótt. Í besta føri, so er hann úti í tvær til fýra vikur, men tað kann eisini verða upp til átta vikur, áðrenn vit síggja hann á vøllinum aftur, sigur Ják­up á Borg. Fluttur vegna steypakappingina B36-NSÍ: EILER RASMUSSEN Leygardagin klokkan 17.00 Dysturin í Gundadali er fluttur til leyg­ardagin klokkan 17. Bæði B36 og NSÍ eru í fjórðingsfinaluni í kapp­ingini um Løgmanssteypið, sum verður spælt skírisdag 13. apríl. Við at flyta dystin fáa bæði lið­ini ein dag eyka at fyrireika seg til fjórðingsfinalurnar, har B36 fær vitj­an av Víkingi, meðan NSÍ fær vitjan av suðuroyingum. Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, ringdi til mín og spurdi um vit vóru áhug­aðir at flyta dystin. Tað helt eg ljóð­aði sum eitt gott hugskot, sigur Ják­up á Borg. B36 er uttan Lukasz Ciesle­wicz, Alex Mel­lemgaard og U17 lands­ liðs­spæl­aran Fróða Ras­mus­sen. Eisini hev­ur sjúka gjørt um seg í hóp­inum, men venjarin væntar at all­ir verða tøkir til dystin. Ivamálið er Hannes Agnarsson, sum fekk eitt spark í dystinum móti B71. Tá vit spæla á heimavølli, so mál­ið altíð at vinna. Tað er tað eis­ini hesa ferð, nú vit hava spælt tveir javnleikir. Vit vita hvat NSÍ kann og hava virðing fyri teimum, sig­ur Jákup á Borg. Úr NSÍ verður sagt, at einasta iva­mál­ið til dystin er Betuel Han­ sen. Hann hevur trupulleikar við fót­lið­num. Runavíkingar hava bara fing­ið eitt stig higartil, men við sigri, so eru teir frammanfyri B36. Veddingarfyritøkurnar hava B36 sum favoritt, men uttan Lukasz Ciesle­wicz manglar heimaliðið mann­in, sum so mangan hevur ver­ið munurin. Ein javnleik kann hvørki liðið brúka, men tað er eitt sann­líkt úrslit. Sosialurin tippar: 2-2 Hagtølini ræða HB ÍF-HB: KÁRI Á HØVDANUM Sunnudagin klokkan 15.00 HB hevur tað mangan torført í Fuglafirði. Millum annað í 2011, tá Sig­fríður S. Clementsen tá stóð á odda fyri einum HB liðið, ið hevði tað torført. Fuglfirðingar vunnu silv­ur tað árið – millum annað við ein­um 7- 1 sigri á HB í Fløtugerði. Sigfríður S. Clementsen fekk beint skútuna hjá HB á beint aftur. Nú er hann venjari hjá HB á øðrum sinni. HB hevur tað oftani trupult í Fuglafirði. Tí skulu vit verða klár­ ir frá byrjan. Eg gangi út frá, at vit blíva betri og betri við tíðini, men tað blíva hini eisini. Tað er sjáld­an, at tað er nakað poleraðað fót­bólts­ spæl fyrstu umførini. So vit mugu arb­eiða hart, sigur Sigfríður S. Clem­entsen, venjari hjá HB. Fyri HB er Levi Hanssen aftur tøk­ur, meðan bíðað verður eftir at fáa loyvini hjá Alexandar Stankov upp á pláss. Um tíðarætlanin, sum vit fingu at vita heldur, so skuldi tað kom­i­ð upp á pláss nú. Alexandar Stan­ kov gevur okkum nógva styrki á liðnum og hann kann spæla á øll­ um teimum fremstu plássunum, sig­ur Sigfríður S. Clementsen. Í Fuglafirði verður arbeitt við at fáa loyvini hjá Adeola Runsewe upp á pláss. Somuleiðis verður fram­vegis arbeitt við Clayton Soa­ res, sum ikki hevur fingið loyvini hesa­ferð. Hann situr í Brasil og bíð­ar. Sosialurin tippar: 1-1 Møguleikin hjá Víkingi VÍKINGUR-SKÁLA: DAGFINN FORNÁ Sunnudagin klokkan 15.00 Tað er stórt trýst á Víkingi í ár, eftir at liðið vann FM farna kappingarár. Fleiri gitingar hava verið um, at lið­ið er ov gamalt og FM heitið í fjør var seinasti dropin, sum bleiv kroyst­ur úr fleiri av eldru spæl­ar­ un­um. Nú er Víkingur í holt við at svara aftur. Liðið hevur vunnið LIÐ TÍÐINDI B36 HB EB/Streymur KÍ ÍF FÓTBÓLTUR B36 verður uttan lyklaspælaran Lukasz Cieslewicz komandi vikurnar. Hann bleiv skaddur í evstu løtu av venjing mikukvøldið. Í ringasta føri, so skal B36 klára seg uttan 10’aran í upp til átta vikur. Vónin er, at hann spælir aftur um tvær til fýra vikur Upptakt til 3. umfar: LUKASZ SKADDUR