Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 27 stór­steypadystin og fingið fýra av seks møguligum stigum móti tveim­um av hinum topp fimm lið­unum. Har í millum ein sigur í Runa­vík. Nú tekur Vikingur móti Skála, sum ongantíð hevur fingið stig í Sar­pu­gerði. Heimaliðið er uttan Fróða Benjaminsen, men allir hin­ ir spælararnir eru tøkir. Eitt nú spældi Erling Jacobsen á Toftum, eft­ir at hava sitið uttanfyri í fleiri vik­ur. Skála er hinvegin nakað skert til dystin. Brian Jacobsen hevur á øðr­um sinni fingið reytt kort og hev­ur leikbann. Hini topp fimm liðini spæla ant­in innanhýsis ella á útivølli. Tí kann hetta blíva møguleikin hjá Víkingi at draga frá fleiri av teim­ um. Sosialurin tippar: 2-0 Oddaliðið vil halda um oddastøðuna EB/STREYMUR-TB/FCS/ROYN: RÚNI GAARDBO Sunnudagin klokkan 16.00 Nýggja felagsliðið í Suðuroynni hevur fingið eina dreymabyrjan í landskappingini. Liðið vann fyrsta dystin móti ÍF í Trongisvági, og tað eydnaðist at endurtaka bragdið vesturi í Sørvági í øðrum umfari. Tað er tó ikki beinleiðis fótbóltsfebur har suðri. Vit vita hvat okkara uppgáva er, og vit taka bara ein dyst á gangin. Vit hava bæði beinini plantaði á jørðini, sigur Poul Ingason. Hesa ferð er málið at vinna við Margáir móti EB/Streymi. Vit skulu hava trý stig. Tað verður ikki lætt, men tað er tað vit fara eftir, sigur Poul Ingason, sum er umskúlaður til miðverja undir Maurice Ross, ið er nýggjur venjari við Stórá. Tað er líka mikið fyri meg hvar eg spæli. Venjarin hevur sagt, at hann vil hava ein sterkan spælara í miðverjuna, sum kann vinna luftbóltar og spæla bólt. So leingi Maurice Ross er venjarin hjá suðuroyingum, so verið eg miðverji, sigur Poul Ingason. Tað eru eisini broytingar í spælskipanini undir nýggja venjaranum. Hann vil hava tríggjar í miðverjuna og tað setur øðrvísi krøv til spælararnar. Eg haldi vit hava vant okkum við tað nú. Tað sá ikki so gott út fyrstu umførini, men nú hava vit skilt uppgávuna, sigur Poul Ingason. Hjá EB/Streymi kemur tað illa við, at Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen eru ivasamir. Teir eru millum royndastu og málsøknastu spælararnir í felagnum. Sosialurin tippar: 0-1 Avbjóðingin hjá KÍ 07 VESTUR-KÍ: ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 16.00 Tað er tiltikið millum viðhaldsfólk hjá KÍ, at tað er í júst slíkum dystunum, at KÍ mangan hevur trupult við at liva upp til støddina á felagnum. Í fjør gekk væl, men alíkavæl misti liðið stig móti feløgum sum AB, ið endaði við at flyta niður. KÍ hevur í ár spælt javnleik móti Skála á heimavølli. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, hevur so gott sum alt fólkið tøkt, men ivamálið er á vinstra bakki, har Ísak Simonsen framvegis ikki hevur verið á vøllinum. Í fjør hevði felagið Mayowa Alli, sum kundi spæla har. Í ár hevur felagið ongan upplagdan vinstra vongbakk ella vinstra bakk. 07 Vestur hevur í Ken Fagerberg og Søren Nielsen tveir framherjar, ið avgjørt hava evnini at gera um seg í føroyskum fótbólti, men teir hava ikki rakt málið enn – og eru ivasamir undan dystinum móti KÍ. Klaksvíkingar ræðast hendan dystin, men teir eru favorittar. Sosialurin tippar: 0-2 VÍKINGUR Ivasamur: Betuel Hansen (fótskaði) Ikki við: Brian Jacobsen (leikbann), André Olsen (vøddaskaði, 1 vika), Arnhold Berg (knæskaði, 4 vikur) Ivasamur: Edvin Jakobsen (brákað rivjabein) Ikki við: Salmundur Bech (knæið) Við aftur: Erling Jacobsen og Jákup V. Olsen Ikki við: Fróði Benjaminsen (Danmark, útbúgving) Ivasamir: Ken Fagerberg (fipur), Søren Nielsen (fipur) NSÍ TB/FSC/Royn 07 VESTUR SKÁLA 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 B36-NSÍ ÍF-HB VÍKINGUR-SKÁLA EB/Streymur-TB/FCS/Royn 07 Vestur-KÍ SOSIALURIN TIPPAR Rás2 sigur frá trimum av dystunum um vikuskiftið. Rás2 er í Gundadali, tá B36 tekur móti NSÍ. Dysturin byrjar klokkan 17. Sunnudagin sigur Rás2 frá dystinum í Fuglafirði millum ÍF og HB, sum byrjar klokkan 15, og dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og KÍ, ið byrjar klokkan 16. Rás2 sigur frá trimum dystum Lukasz Cieslewicz hevur í fleiri ár verið ein lyklaspælari fyri B36. Nú er vandi fyri, at hann situr uttanfyri í upp til átta vikur