hósdagur 6. apríl 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
28
Óli Jacobsen
Kaj í Bartalstovu:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
2. partur
T
á eg so fór í skúla var
tað hjá Símun Paula úr
Konoy, sum var kendur
politikari. Hann gekk
eisini á odda á øðrum økjum. Tað
var hann sum í 1910 tók stig til at
stovna Føroya Fiskimannafelag
og bleiv formaður í 15 ár. Eisini
var hann á odda við urtagarðsrøkt.
“Havin hjá gamla lærara” var til
tikin.
Afturat honum vóru Jacob Sim
onsen, versonur Konoy, giftur við
Ragnhild, og Helga Øregaard, ætt
að úr Kvívík. Hon var gift við tí
kenda løgtingsmanninum Jákup
Fr. Øregaard. Tey dugdi øll væl at
læra frá sær.
Í 1929 var nýggjur framkomin
skúli bygdur við Gøtugjógv. Vit
byrjaðu teir fyrstu flokkarnar í
tí gamla skúlanum og fluttu so í
nýggja skúlan, sum var so fram
komin í mun til aðrar skúlar tá, at
hann hevði fimleikahøll.
Sum ofta var, vóru summir av
næmingunum bannsettari enn
aðrir, men gamli lærari, Konoy,
dugdi nú væl at halda disiplin. Vit
høvdu fimm flokkar, so gingið var
tvey ár í tveimum flokkum.
Krisan gav svarið
Vit búðu í gomlu Bartalstovu. Eg
minnist, tá ið eg var 10 ára gamal,
at pápi fekk lungnabruna. Tað
gav so nógvan fepur. Áttanda
dagin plagdu tey at siga, at tá var
“krisan”. Tá var sjúklingurin so
útmaktaður, at tá fekst ábending
um, hvønn veg tað bar. Pápi kom
fyri seg aftur.
Verri gekk hjá Benadikt, pápa
beiggja. Hann fekk eisini lungna
bruna og fór á sjúkrahúsið í Klaks
vík. Hann lá bara fýra dagar, tá
doyði hann. Hetta var áðrenn
heilivágur fekst fyri slíkar sjúkur.
Meslingagrindin
Í 1935 var tann tiltikna meslinga
grindin í Gøtu. Hana minnist eg
væl, eg var 11 ára gamal tá. Var
grind í Norðragøtu var sjálvandi
farið hagar, í hvussu er fyri at
síggja drápið.
Onkur av grindamonnunum av
bygd var komin við meslingasmitt
uni, sum fekk góðar møguleikar at
spreiða seg í grindadansinum.
Nógv fólk blivu smittað, og
fólk doyði eisini av sjúkuni. Eisini
menn av bygd, sum bóru smittuna
heim aftur.
Hjá okkum blivu vit systkin
eisini smittaði og fingu sjúkuna.
Turið systir var nokk so ring, men
øll komu vit væl fyri okkum aftur.
Í Norðragøtu doyði ein ung
kvinna, Olea í Jákupsstovu, og
tað stóð um lív hjá systir hennara,
Onnu.
Í Syðrugøtu doyðu tveir menn.
Annar var Petur Pauli Mikkelsen,
í Barbustovu, sum var ein eldri
maður. Hin var Óla Jákup Hansen,
á Túvu, sum var heilt ungur og
evnaríkur drongur.
Tað varð sagt, at skiparin, Sím
un í Ólastovu, fór at taka fepur av
Óla Jákupi. Men hann var so høg
ur, at fepurstokkurin máldi hann
ikki.
Fólk vórðu eisini vaksinerað.
Meslingar høvdu gingið í Fugla
firði. Vaksinan var blóð frá hesum
fólkum, sum høvdu havt sjúkuna.
Tað skuldi í hvussu er gera sjúkuna
mildari.
Skúlabarnaferðin í 1938
Í 1938 var eg niðri við skúlabørnum.
Hetta vóru árligar ferðir við
Tjaldrinum, sum nógv føroysk
børn fingu roynt tá. Luttøkan var
býtt millum skúlarnar, og tað vóru
eini 100 børn við á ferðini. Vit eru
trý børn úr Gøtu hetta árið. Hini
vóru Hjørdis Thomsen, á Geilabø
í Norðragøtu, sum seinni giftist
við Poul Ejde, sum eisini var við á
ferðini. So var tað Andrea Dalbø úr
Syðrugøtu, sum seinni giftist við
Alfred Poulsen av Eiði.
At sleppa eina slíka ferð var
sjálvsagt eitt ævintýr hjá børnum.
Henda ferðin var eitt sindur øðr
vísi enn tær frammanundan.
Hetta árið var ein stór barnaítr
óttarstevna í sambandi við eina
landbúnaðarframsýning á Bella
høj. Har skuldu vit vísa føroyskan
dans og dansispøl. Tí skuldu vit
eisini hava føroysk klæði við okk
um.
Vit vóru seks vikur niðri. Flokk
urin varð býttur sundur í fýra part
ar. Teir tríggir fóru til Holbæk, Fyn
og Viborg. Vit vóru 40, sum fóru
til Karise í Køgebuktini á Sælandi.
Eitt kvøldið bjóðaði presturin í
Karise okkum inn til køku og boll
ar. Hetta var eisini hugnaligt.
Tær næturnar, vit vóru í Keyp
mannahavn, svóvu vit umborð á
søguliga skipinum, fregattini Jyl
land.
Eg kom tá eisini meira ella
minni av tilvild at hitta ein ungan
gøtumann, Vilhelm í Tjørnustovu
úr Norðragøtu, sum var niðri at
fáa sær eina útbúgving innan
landbúnað. Hann flutti aftaná
kríggið aftur til Gøtu við familju.
Lítið ánaði eg tá, at systurdóttur
ta konu, eg fekk seinni, fór at gift
ast við son Vilhelm, sum slett ikki
var føddur tá! Men verðin er jú
lítil.
Erling Poulsen hevur skrivað
meira um hesa ferðina í síni bók
um gamla Tjaldrið.
Í 1978 og aftur í 1998 var skipað
fyri samkomu fyri tey, sum vóru
við hesa minniligu ferð. Hetta var
ógvuliga hugnaligt, men tey eru
sjálvsagt mong, sum eru fallin frá
hesa longu tíð. Tó eru fleiri á lívi
enn í dag. Ein er Andrea Dalbø,
sum var eitt av gøtubørnunum.
Ein annar er Janus, gamli bóndin
í Dímun.
Barnalammilsi
Annars gekk barnalammilsi í Før
oyum hetta sama árið, 1938. Bløðini
greiddu frá smittu í ymiskum
bygdum, sum høvdu einstakar
tilburðir.
Sagt bleiv, at smittan kom úr
luftini. Tað tyktist vera so tilvild
arligt, hvussu fólk vórðu smittað.
Tað vóru eisini fleiri í Gøtu, sum
fingu sjúkuna. Onkur fekk eisini
varandi brek.
Ein drongur doyði . Tað var
Martin, sonur Nicolinu og Maljar í
Norðragøtu. Hann gjørdist sjúkur
og viknaði støðugt, til hann doyði
í 1947, 12 ára gamal.
At hesin ungi drongur skuldi
doyggja so syndarliga skakaði øll.
Tá ið hann fór til gravar frá heim
inum, løgdu børnini blómur á allan
vegin til kirkjugarðin.
Vanlukkan við Gøtugjógv
Eg minnist fleiri sorgarleikir í
Gøtu. Ein var, tá ið 13 ára gamli
Óli, sonur Olivur í Tøvuni, datt
oman í gjónni við Gøtugjógv í
1945. Teir høvdu verið á fjalli hjá
Gøtu skúli skaraði framúr við Símun Paula í Konoy
sum fyrstalærara. Eitt serligt upplivilsi var at
sleppa til Danmarkar við skúlabørnunum
Í skúla hjá Konoy
Kaj í Bartalstovu
Skúlabørnini við Magasin du Nord í Keypmannahavn
Í Karise hitti Kaj v.m. tann unga gøtumannin, Vilhelm í Tjørnustovu.