Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 29 Komandi partur Í komandi parti, um tvær vikur, greiðir Kaj millum annað frá, tá ið hann var til lands í Íslandi. Gøtu Óla Jákup og vóru komnir á rætt. Óli hevði verið heima og skift og var komin aftur á rættina. Tá var tað, at onkur seyður var úti, og Óli bjóðaði sær at koma við eftir honum. Hetta var ovast í gjónni, har tað var rættiliga bratt. Hann hevur so verið áhaldsin og er dott­ in í gjónna. Emanuel Berg var tann fyrsti sum kom til hansara. Tá var hann funnin við høvdinum í ein­ um hyli. Adam og Eva Her var ein sjáldsamur vinskapur mill­um Óla og tann nógv eldri skotska trúboðaran J.J. Adam, sum virk­aði fyri Brøðrasamkomuna. Adam búði tá við Gøtugjógv. Har var svimjihylur, sum hoyrdi til skúlan. Óli og Adam vóru væl, og hóast aldursmunin plagdu teir at svimja saman. Tá líkið fór úr heim­inum, talaði Adam. Adam og konan, Amalia, búði 13 ár í Gøtu. Átta ár búðu tey í Syðru­ gøtu. Adam var ein óførur svimjari og var javnan at síggja í svimji­ hyl­in­um við Gøtugjógv, enntá um vet­ur­in í kava. Hann var ógvuliga skemt­ing­arsamur, og plagdi at siga: “Jeg taler gøtudanskt”. Tað dugdi hann eisini væl. Hann elskaði Føroyar og rokn­ aði seg nærum sum føroying. Tá syngj­ast skuldi á føroyskum í Norð­ur­londum, stillaði hann seg altíð mill­um føroyingarnar. Tey bæði komu til Føroya úr Skot­landi fyrst undir krígnum. Tey búðu ymsa staðni fyrstu tíð­ ina í Svínoy, Toftum, Sandi, Sumba og aðra staðni við. Eftir sum hann æt Adam, bleiv Amalia ikki kallað ann­að enn Eva millum manna. Vit kendust væl. Hann talaði við­hvørt á møtum í Gøtu, men hann ferðaðist eisini um landið. Tey fluttu til Danmarkar í 1955, har Adam kom at virka hjá Brøðra­ sam­komuni í Keyp­manna­havn, har eisini nógvir før­oy­ing­ar komu. Tey fluttu aftur til Skotlands í 1969. Hann andaðist knappliga í 1975 75 ára gamal. Stutt eftir doyði Eva eisini. Tey vóru barnleys. Samkoman Tað var nokk so tíðliga, at Brøðra­ sam­koma kom í Gøtu. Pápi var tíð­ liga við í samkomuni. Eg minnist, tá ið fyrsti salurin varð bygdur í Gøtu í 1936. Og sum ikki eina ferð, so var tað Kjølbro, sum lat tilfarið. Hann lat eisini tilfarið til aðrar sal­ ar uttan rokning. Victor Danielsen stóð so fyri bygg­ingina saman við gøtu­monn­ um. Victor var annars sera væl við Líggjas Húsgarð, bónda, sum hevði latið grundstykkið til salin. Hann var ofta inni hjá Líggjasi, tá ið hann var í Gøtu. Teir vóru trí­menn­ing­ar. Teir vóru so mikið væl, at í sein­ astu sálmabókini hjá Victor var Líggj­as tann einasti uttan fyri sam­komuna í Føroyum, sum hevði ein týddan sálm í bókini. Menn sum eg minnist vera virkn­ar í samkomuni vóru serliga Godt­fred Thomsen, Marius Berg, Ják­up Zachariassen og Amaliel, kall­að­u­r Maljar, Jacobsen. Mein­ hard Jensen, ættaðar av Hellunum, var eisini ein. Flogfar datt niður á Gøtuvík Undir krígnum var sum so frið­ar­ ligt í Gøtu, men kortini vóru tvær hendingar at nevna. Onnur er, tá ið týska flogfarið datt niður á Gøtuvík í 1941 eftir at hava bumbað trolaran, Lincoln City, í Havn. Eg var í kjallaranum hjá okkum, tá ið eg sá flogfarið koma lágt eftir vík­ini. Eg sá eisini, at bert annar mot­or­urin gekk. Teir hava helst ætl­að at neyðlenda á oyruni í Norðra­gøtu, har tað er rættiliga slætt. Men teir rukku ikki so langt og duttu niður tætt við land. Mann­ ing­in var skjót at koma í gummi­ bát­in. Bretskir hermenn vóru als ikki fyri­reik­aðir uppá, at hetta kundi henda. Í Gøtu var tá bert ein bretsk­ur her­mað­ur. Hann ringdi út til bretsku her­støð­ina á Toftum at spyrja, um hann skuldi skjóta teir! Tað skuldi hann sjálv­sagt ikki. Her­menn komu av Toftum eftir mann­ingini á flogfarinum. Með­ an teir bíðaðu vóru teir bodnir inn í Syðru­gøtu hjá Leon Joensen. Hann fekk revolvaran hjá teimum, men hann mátti Leon lata frá sær til bretarnar. Stutt eftir fóru teir til Bret­ lands sum krígsfangar. Flog­far­ið varð seinni tikið upp aftur og sent til Bretlands. Minan sum brast Ein onnur ógvuslig hending í Syðru­gøtu var minan, sum brast niðri á sandinum, og sum gjørdi stór­an skaða á fleiri hús. Eg minn­ ist, at tað var eitt øgiligt buldur. Tað var lágætt, og minan rak inn á sandin í Syðrugøtu. Menn hava nokk ikki verið varir við, hvussu vandamikil ein slík mina kundi vera. Men seinni fór at runa í sjó­num, og hetta fekk so minuna at bresta. Kraftin var øgiliga stór, og stórir steinar vórðu slongdir nið­an í bygdina. Ringt at sleppa til skips Eg bleiv so 14 ár. Tá var vanligt at fara til skips, men tað var ringt at sleppa til skips um hesa tíð­ ina. Heimsbardagin stóð tá fyri framm­an, og undir krígnum var manningin nógv minni enn van­ ligt, tí skipini sigldu niður við fiski og høvdu færri mans við, enn tá ið tey vóru til fiskiskap. Fyrstu tíðina var arbeiðið at rógva út. Eg plagdi at rógva út saman við Andreas Winter, kall­ að­ur Suðring, og Andreas Petur í Gutta­stovu. Elias og pápi bygdu sær eitt áttamannafar, tað var úr reka­viði. Annað tilfar fekst ikki. Vit fiskaðu við línu, og tað var nokk so nógv at fáa. Jóan Elias Greg­er­sen tók ímóti fiskinum, sum varð koyrdur til Fuglafjarðar og sendur til Bretlands við fugl­ fjarða­skipum. Jóan Elias saltaði nokk eitt sindur av fiski sjálvur. Bátur gekk burtur Í 1944 gekk ein bátur burtur út fyri Borðoyarnes. Ein, sum plagdi at vera við, var Jákup Andreas á Mýr­uni. Men júst henda túrin skuldi hann niður til Bretlands við sluppini Ruth. Tað bjargaði hon­um. Sonur Jákup Andreas, Hjal­grím, plagdi eisini at vera við, men av onkrari orsøk vildi hann ikki við hendan morgunin. Eg var sjálvur á útróðri hendan dag­in við báti okkara, Snilki. Vit vóru sunnanfyri, meðan teir vóru við Borðoyarnes. Teir vóru tríggir sum druknaðu hend­an dagin. Teir vóru brøðurnir Dánj­al og Poul Kristoffur, sum vórðu afturfunnir, og Andreas Pet­ur í Guttastovu, sum ikki varð aft­ur­funnin. Líkini av brøðrunum vórðu bjargað til Klaksvíkar og komu til Gøtu við Britons Pride. Lík­skar­in var ómetaliga stórur, eini 1.100 fólk, tá ið teir fóru til grav­ar. Nærri er greitt frá hesi hend­ing í bókini Havið tók teir. Umframt útróður var eisini arb­eiði hjá bretum, sum bygdu olju­tangar í Søldarfirði. Hetta gav nógv arbeiði, og har var eg eis­ini. Per í Toft stóð fyri hesum arb­eiðinum. Eisini vórðu bygdar bar­akkir á Søldfjarðarfløtum, har arb­eiddi eg eisini. Adam og Eva, sum búðu nógv ár í Gøtu Godtfred Thomsen var í mong ár ímyndin av Brøðrasamkomuni í Gøtu “Universitetið” í Gøtu, har Kaj og tann, sum hevur skrivað hesa grein, gingu í skúla. Ferðalagið taldi meira enn 100 fólk, tá ið skúlabørnini fóru til Danmarkar í 1938.