Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 SOSIALURIN 42 30 Vit leita eftir starvsfólkum at arbeiða í Sambýlinum á Mýruvegi Klaksvík. Talan er um eitt fast starv, tvey tíðaravmarkað størv og um summarferiuavloysarastørv. Um størvini • 1 fast starv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.05.2017. • 1 tíðaravmarkað starv á 30 tímar um vikuna til borgara við rørslutarni. Setanin er frá 01.05.2017 til 01.05.2018. • 1 tíðaravmarkað starv á 40 tímar um vikuna til borgara við rørslutarni. Setanin er frá 01.05.2017 til 01.05.2018. Summarferiuavloysarar at starvast í tíðini 01.07.2017 til umleið 30.09.2017. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 1. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjar mála­ ráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2017 kl 16.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Starvsfólk til Sambýlið á Mýruvegi í Klaksvík og summar- feriu avloysarar Frá Havnar Handverkarafelag og Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags Havnar Handverkarafelag Stoffalág 60 · Box 203 · FO-110 Tórshavn Aðalfundurin verður mikudagin 26. apríl 2017 kl. 19.00 í hølum felagsins Stoffalág 60. Skrá samb. § 21 í lógini: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frágreiðing frá farna árinum. 3. Roknskapur til góðkenningar. 4. Innkomin mál. 5. Val av nevnd. 6. Val av grannskoðara. 7. Ásetan av limagjaldi. 8. Ymiskt. Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønargrunninum við hesi skrá: Skrá samb. § 8 í viðtøkunum: A. Val av orðstýrara. B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í farna ári. C. Framløga og góðkenning av roknskapi og fíggjarstøðu. D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við møguligt avlop ella hall. E. Val av nevndarlimum. F. Val av grannskoðara. G. Møgulig mál frá nevnd/limum. Nevndin mælir til, at gera fleiri broytingar í viðtøkunum. Endamálið við broytingunum er at dagføra viðtøkurnar soleiðis, at hesar vísa galdandi viðurskifti. Eisini verður mælt til at gera málsligar rættingar. Okkurt verður til matna eftir fundirnar. Møtið fjølment. Sí lýsing á www.handverk.fo Havnar Handverkarafelag Frá Náttúrulundini við Streymin Boðað verður til aðalfund hjá Náttúrulundini við Streymin, hósdagin 27. apríl 2017 kl. 20.00 í Eydnuni á Oyrarbakka Skrá sambært viðtøkum felagsins. NÁTTÚRULUNDIN VIÐ STREYMIN Porkeris Kommuna Við Á 8 950 Porkeri E:mail: porkeri@porkeri.fo Arbeiðs formaður til Porkeris kommunu Porkeris kommuna søkir eftir arbeiðsfor­ manni at arbeiða fulla tíð. Arbeiðsuppgávur: • Undir leiðslu og neyvum samstarvi við borg ar stjóran, fyriskipar og røkir arbeiðsformað urin m.a. hesar uppgávur: • Dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi av kommun alum bygningum og ognum, m.a. skúlavørður, vatnverkið. • Dagligu leiðsluna av vatnleiðingum,spilliva tnsleiðingum, fríðkan av økjum,t.d. kirkju­ garðin, minnisvarðan o.a. viðlíkahaldi av vegum og gongubreytum o.a. Sum heild at halda bygd ina reina. • Hava ábyrgdina av amboðum, og at øll brand­ og bjargingarútgerð er dagførd. Persónligir eginleikar: • Vit ynskja, at tú er røkin, málsøkin, fyri­ komandi, dugir væl at fara við starvsfelø­ gum og viðskiftafólkum. • Dugir væl at skipa fyri, arbeiða sjálv­ støðugt og taka avgerðir. Fakligir eginleikar: • Vit ynskja at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og møguliga arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum. • Skal verða handaligur og hava góð sam­ starvsevnir. • Teldukunnleiki á brúkarastigi er ein fyri­ munur. Hava koyrikort. Setanarviðurskifti: Starvið verður at seta skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður at rokna sum ro­ yndartíð tríggir teir fyrstu mánaðarnir. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Porkeris kommunu á tlf. 254430/373603. Umsóknir: Umsókn við avriti av møguligum prógvum og/ella viðmælum og royndum verða at senda til Porkeris kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi 10.04.2017 Porkeris kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum VILT TÚ GEVA BLÓÐ?