hósdagur 6. apríl 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
31
Fulltrúi til Fólkaheilsuráðið
Eitt starv sum fulltrúi hjá Fólkaheilsuráðnum er leyst at seta 01.07.2017
Fólkaheilsuráðið søkir eftir fulltrúa at menna heilsu
upplýsing fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum
Fólkaheilsuráðið og samfelagið annars.
Sum fulltrúi kemur tú at hava ábyrgd av skrivstovuni í
Fólkaheilsuráðnum til dagligt. Saman við formanninum í
ráðnum og skrivstovuni skalt tú raðfesta fyrisitingarligar
uppgávur.
Tú hevur fyrisitingarliga ábyrgd í sambandi við átøk,
verkætlanir, menning, samskifti og kunning, umframt
ábyrgd av roknskaparfyrisiting og fíggjarstýring. Fulltrúin
kunnar ráðið mánaðarliga um fíggjarstøðuna.
Umframt ein samskipandi leiklut, er ein høvuðsuppgáva
hjá tær at røkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og
áhugafeløg og sambandið út í heim.
Starvið hevur tilvísing til ráðsformannin/stovnsleiðaran.
Høvuðsuppgávur :
• samskipa arbeiðið í Fólkaheilsuráðnum
• roknskapar og fíggjarstýring
• samskipa og fyrireika fundir hjá ráðnum
• samskipa átøk og verkætlanir og fíggjarstýring av
hesum
• framleiðsla av elektroniskum lýsingartilfari
• samskipa tjóða og altjóða kanningar
• samstarv uttanlands
Førleikakrøv:
Kravt verður, at umsøkjarin hevur:
• útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidat
prógv
• royndir við Leiðslukunningarskipan í Búskaparskipan
landsins
• kunnleika til telduskipanir
• kunnleika til roknskaparforrit
• royndir og innlit í arbeiði við fólkaheilsu
• royndir at samskipa størri átøk
• arbeiðsroyndir innan arbeiði við sølu, samskifti, sam
skipan og marknaðarføring
• vitan um almenna fyrisiting og arbeiðsmarknaðarmál
Umráðandi er, at tann, ið settur verður:
• hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata
• hevur royndir í roknskap og búskaparstýring
• fyrimunur er, um umsøkjarin hevur vitan og leiðslu
royndir uttanlands
• er opin, útvend/ur og samskiftissterk/ur í framløgum
• hevur sterkar málsligar samskiftis førleikar í føroyskum,
norðurlendskum og enskum
• hevur góðar førleikar til uttanlands samstarv
• hevur góð leiðslu og samstarvsevni
• er kreativ/ur
• er fleksibul og megnar til tíðir at arbeiða undir stórum
trýsti
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til
tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi, við
góðum skeiðs og eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjar
málaráðið og BLF ella AKF.
Setanarøkið fevnir um Heilsu og Innlendismálaráðið og
stovnar undir tí.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna
Mohr á 292270.
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skal sendast innan 24. apríl til:
Fólkaheilsuráðið
J.C. Svabosgøta 43
100 Tórshavn
ella til: tpost: fhr@folkaheilsa.fo
Fá meiri at vita um stovnin á: www.folkaheilsa.fo