hósdagur 6. apríl 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017
SOSIALURIN 42
32
Elfelagið Sev fer nú at seta vind
myllur upp í Suðuroy.
Í hesum sambandi sigur Sev, at
tey nú fara at seta 12 vindmyllur
upp oman fyri Porkeri, har tey
hava gjørt vindmátingar í eina tíð.
Tær fyrstu seks myllurnar
verða settar upp í 2018 og hinar
seks verða settar upp í 2020.
Samstundis skulu myllurnar
setast til eina battarískipan at
goyma streym í.
Men umframt hetta fer Sev
eisini at gera eina pumpuskipan
í sambandi við elverkið í Botni í
Suðuroy. Skipanin verður sett upp
ímillum Miðvatn omanfyri Botn og
Vatnesvatn omanfyri Hov.
Sev sigur, at tá ið hendan út
byggingin er liðug, og nýggja vind
myllulundin er sett upp í Havn,
verður 70 prosent av framleiðsluni
hjá Sev, grøn orka.
Men í Suðuroy, har elveitingin
er leys av teirri í meginøkinum,
verða 75 prosent av orkuni, grøn
orka.
– Tá ið útbyggingin í Suðuroy
er liðug, fer oljunýtslan hjá í Sev í
Suðuroy at minka úr 7.000 tonsum
í 2016 niður í 2.000 tons í 2021.
– Samstundis fer pumpuskip
anin í Suðuroynni at geva Sev
nakrar royndir, sum kunnu brúk
ast, tá aðrar pumpuskipanir verða
bygdar í meginøkinum.
Nýggja vindmyllulundin í
høvuðsstaðarøkinum verður áleið
líka stór sum vindmyllulundin í
Húsahaga.
Hendan
vindmyllulundin
skal eins og Húsahagi hava eina
battarískipan, sum javnar vindin
út á netið.
75% av orkuni í Suðuroynni verður grøn orka
MYND: HEINESEN MYNDIR
Í
slendingar eru høsn, skrivaði
íslendski rithøvundurin, Stein
ar Sigurjónsson(1928-1992), í
skaldsøguni ”Blandað í svartan
dauðann.”
Minnist ikki, hví hann skrivaði tað.
Hann nevndi ikki hanar. Men høsn er
felagsheiti, hvørkikyn í fleirtali, eisini á
íslendskum, so tað er galdandi fyri øll.
Vit eru øll høsn, sambært Steinari sála.
Nei, vit fara ikki at halda uppá her,
at føroyingar eru høsn. Hvørki hønur
ella hanar.
Tað er ikki sørt ófólkaligt at
samanbera eina heila tjóð við ein
fugl. Ein fugl, sum enntá misti
flogið fyri øldum síðani og
bara hevur hønuvit.
Tjóðfuglurin hjá okkum
føroyingum, heilum sum
hálvum, er tjaldrið. Svart
og hvítt. Tjaldrið er óført
at flúgva og hava gang.
Annars er tað til lítla
nyttu. Tað kemur við
vetrinum, og vit fagna
várinum, tí onkur fyri langari tíð
síðani billaði okkum inn, at várið
byrjar í mars. Veðurlagið var eitt
annað, áðrenn vit dálkaðu tað
burtur í lort.
Men vit eru konserva
tivari enn tey flestu,
so vit halda fast
um gamlar siðir. Hevur onkur tætt
at Gudi sagt í myrku miðøldini, at á
grækarismessu kemur várið, ja, so
kemur várið á grækarismessu, sama
um veturin ikki er liðugur, verri enn so.
Eg havi annars leingi undrast á, hví
vit hava ein tjóðfugl, sum bara er her
nakrar fáa krákumánaðir. Rýmir, tá
lotar úr hanakjafti.
Krákan hevði verið ein góður
tjóðfuglur. Ein gløggur og skemtingar
samur fuglur, sum ikki ræðist føroyska
veðurlagið ella føroyska fólkaræðið og
fundamentalismuna.
Sum bara er her og fær sum frægast
burturúr. Ella starin, sum situr á
mønu løggilda hjalsins. Hann rýmir
heldur ikki frá okkum. Hønurnar
rýma ikki, tí tær eru skerdar, tað
sama heimagæsnar. Grágæsnar verða
skotnar, skíta tær á bøin. Tað ber ikki
til, sigur fólkaræðið. Tað ber til, sigst,
at skjóta eina grágás og so bera líkið
á velt lendi. Ella lokka hana hagar við
plastgás.
Sjófuglurin til dømis ger nyttu, tí
vit eta hann. Tjóðfuglurin er friðaður
og kann ikki etast.
Vit lækka flogið og seta okkum á
bøin í vanda fyri at verða skotin við
heitari luft..byrsu.
Kriminaliteturin er lítil í Føroyum,
nógv minni enn í Danmark. SSP eigur
heiðurin og sveimandi politiið myrku
tímarnar um vikuskiftið.
Vit rasistar hava eina frágreiðing
afturat, sum sjálvandi ikki er góð
kend. Í Danmark eiga fremmandir
skaðafuglar lutfalsliga nógv størri
part í kriminalitetinum enn etniskir
fuglar fyri at vera politiskt korrektur
í orðavalinum. Tað er so synd í teimum.
Teir eru so fjaðursárir.
Ein finni, sum eg kenni, segði mær,
at í finska høvuðsstaðnum eiga russ
arar ein triðing av kriminalitetinum,
estlendingar ein triðing og finnar
sjálvir ein triðing.
Men vón er fyri okkara hagtølum.
Vit vilja so fegin hava fremmandar fugl
ar hendanvegin. Tað er okkara skylda.
Tá vit hava heimtikið útlendingamál
og danskarar ikki longur bestemma,
kemur glið á, og okkara hagtøl fara at
nærkast teimum donsku.
Einum kriminaliteti kunnu vit
tó sleppa undan. Tað skrivaði eg fyri
nógvum árum síðani, men ikki á feys
bukkuni, so eingin hevur sæð tað. Øll
rúsevni, ikki bara hash, men øll, eiga
at verða seld frítt í apotekunum. Ikki
í Rúsuni, hon er fyri okkum, sum bara
drekka.
Frí søla fyri ein rímiligan prís steðg
ar kriminalitetinum, sum hongur uppi
í rúsevnunum.
Eitt er vist, nýtslan steðgar ongan
tíð. Hon veksur heldur ikki, um sølan
verður frí.
Morfin til dømis hevur verið brúkt
sum heilivágur í nógv ár.
Hoyrt herfyri: sum veðrið er avbera
gott í dag. Jú, men veitst tú ikki, hvør
dagurin er? Vit hava 1.apríl.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Heimtøka pyntar hagtøl
BAKSÍÐAN