Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43 MÁNADAGSBLAÐIÐ Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Eirikur Lindenskov Redaktiónin red@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tekniska deild t@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Ríkisumboðið í Føroyum, Dan M. Knudsen, fer nú í ann­að starv og tískil skal nýtt ríkisumboð finnast í Før­oyum. Dan M. Knudsen skal í starv í forsætismálaráðnum, har kann skal verða ráðgevi í tí norðuratlantisku stjórn­ arskrivstovuni á for­sætis­ málaráðnum. Stjórnar­skriv­ stovan hevur sum ábyrgd at ráðgeva í føroyskum og grøn­lendskum politiskum viðurskiftum. – Eg havi verið í starvi í Føroyum síðan 1997, fyrst í Tinganesi og frá 2000 hjá ríkisumboðnum, so eg helt, at um nakað nýtt skuldi royn­ast, so var tað nú, sigur Dan M. Knudsen. Dan M. Knudsen byrjaði sum fulltrúi í landsstýrinum í 1997. Hann bleiv fulltrúi hjá ríkisumboðsmanninum í 2000 og í 2008 bleiv hann ríkisumboðsmaður. Ríkisumboðið er ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Hann hevur sæti í Løgtinginum, tó utt­ an atkvøðurætt, men hann hevur rætt at luttaka í løgtingskjakum um felags­ mál. Ríkisumboðið er evsta vald í nógvum familju­rættar­ ligum málum, so sum ætt­ leiðing og sundurlesing: – Grundleggjandi er tað skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti. Tað sigur nesprestur, Ovi Brim, í eini harðligari atfinning av Aksel V. Johannesen, løgmanni, sum hevur funnist at persónligum álopum, sum hann fekk í sambandi við málið um at taka burtur møguleikan hjá føroysku fólkakirkjuni at signa hjún av sama kyni. Tað er væl skiljandi, at Jógv­an á Lakjuni og hansara líkar í Løg­ tinginum royna obstruktións­ møguleikan í sambandi við, at Løg­tingið hevur samtykt, at fólk av sama kyni kunnu giftast – ella at sam­felagið Føroyar góðtekur, at summi fólk eru samkynd og skulu virðast fyri tað, sum tey eru. Tí her er ein møguleiki. Okkara skroypiliga fólkavalda forsamling kundi funnið upp á at broytt støðu og komið til ta niður­ støðu, at fólkakirkjan í veru­leik­ anum ikki er so yvirtikin, sum vit hildu. Yvirskipaða innihaldið enda­mál­ ið er rættiliga einfalt – júst møgu­ leikin at obstruera. Hjá nógvum av teimum, sum meina tað sama sum Jógvan á Lakj­ uni undir orðaskiftinum hósdagin tyktist tað sum ein veruleiki, at eingin skal seta spurnartekin við fólkakirkjuna. Um fólkakirkjan ikki vil flyta seg, so skal hon ikki flyta seg. Ella um ávís fólk í fólkakirkjuni halda, at hetta ella hatta verður for óbehagiligt, so skal alt bara standa við tað gamla. Tað kunnu vit altíð halda og meina. Men hví er tað grund­leggj­ andi skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti? Vit hátíðarhalda í ár, at ein persónur fyri 500 árum síðani setti seg upp ímóti absolutta valdinum hjá kirkjuni. Eitt vald, sum var djúpt korrumprerað. Vit pástanda ikki, at okkara fólka­kirkja er korrumperað. Tað er hon ikki. Vit eru øll góð við fólka­ kirkj­una, og vit virða hana og vilja fegin hava hana sum okkara fe­ lags grundvøll. Men tað merkir ikki, at alt er rætt, sum nakrir prest­ar siga og meina. Tað merkir held­ur ikki, at fólkakirkjan – ella nakrir tilvildarligir persónar í fólka­kirkjuni hava valdið yvir løg­ tinginum Tað hava teir ikki. Ynskja vit eina almenna fólka­ kirkju, sum løgtingið skal fíggja, so skal løgtingið sjálvandi eisini hava nakað at siga. Vit kunnu eisini koma til ta niðurstøðu, sum Jógvan á Lakjuni kom til hósdagin, at Løgtingið og Fólkakirkjan skulu skiljast sundur. Tað er helst ikki rætt. Men okk­ ara lóggevandi fólkavalda ting hevur lóggávuvald yvir fólka­kirkj­ uni. Tað eiga vit eisini at góðtaka. Hví er tað skeivt at lóg­ geva um kirkjulig viðurskifti? ER KIRKJAN YVIR LØGTINGI? Nú takkar Ríkis­um­ boðsmaðurin fyri seg Meira turbulensur í framtíðini 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1962: Var elsta fólk í Før oyum Í 1962 doyði elsta fólk í Føroyum, 99 ára gamla Jóhanna Nielsen úr Funningsfirði: »Elsta fólk í Føroyum doyði mána dagin, 99 ára gomul. Johanna Nielsen úr Funn­ ings firði, sum seinastu árini hev ur ligið á Klaksvíkar sjúkra húsi, vildi verið 100 ár 16. november í ár. Hon var triðja lið eftir frysta mann­ inum, sum setti búgv í Funn­ ings firði, nevnliga Niels Niel­ sen, ið setti seg niður í 1834. Jóhanna búði í teim gomlu húsu num, til hon varð flutt til Klakks víkar sjúkrahús. Før­ oya Banki hevur ekypt hús­ ini, og sostatt varðveitt hend­ an gamla bygning, sum nú verð ur nýttur til feriuheim hjá bankans starvsfólki. Gravarferðin verðu í dag í Elduvík« Kappróður Hóast okkurt ælið var veðr ið á ólavsøku reiðiliga hamp u­ ligt, og nógv fólkið komið til Havnar. Í kappróðrinum vunnu hesir bátar: 10­mannafør: Suðuroyingur, Tvøroyari, 8­mannafør: Ørvur, Tórshavn 6­mannafør: Greivin, Signabø Dreingjabátar (nýggj.) Tjaldur, Nes sólkn Dreingjabátar (gamlir): Grani, Skála Gentubátar: Skurin, Gøtu Ein stór ábyrgd skal brúkast rætt SOSIALURIN 1998 Tá Høgni Hoydal, størsti atkvøðuslúkin á valinum, vaknaði morgunin eftir eina drúgva og strævna valnátt, var hann ótolin at sleppa til verka S osialurin skrivaði soleiðis 2. mai í 1998 – beint eftir løgtingsvalið 30. apríl í 1998: »Tá Høgni Hoydal, størsti at kvøðu­ slúk in á valinum, vaknaði morg­ unin eftir eina drúgva og strævna valnátt, var hann ótolin at sleppa til verka. – Eg leyp út í hetta, og eg eri ikki bang in fyri at taka ábygd. Meta vit eftir, hvussu fólk hava valt, so er val ið týðiligt tekin um, at fólk ynskja broyt ingar í við ur skiftunum við dan ir, sigur Høgni Hoydal. Hann fekk 1.358 atkvøður á vali­ num, sum tvey fald aði Tjóð veld is­ flokk in og setti átta umboð í tingið, harav trý eru nývald. – Hetta tulki eg sum tekin um, at nýtt fólk skal til, sigur nýggi ting­ mað ur in. Ert tú ikki bangin fyri at so stór fram gongd fyri flokkin og teg per­ són liga, fer at skapa trupulleikar inn an hýs is? – Nei, tað haldi eg ikki. Vónandi kunnu vit sameina royndirnar hjá teim um tilkomnu, og samstundis geva í flokki num nýggja megi við teim um ungu umboðunum, sigur Høgni Hoydal. – Skal eg brúka valúrslitið til nak að muna gott, so er neyðugt at gera tað. Hetta er ikki eitt fagn að­ ar val fyri meg, og einki meir, men eitt val sum hevur givið mær stóra ábyrgd. – Hóast eg framvegis eri ov far­ in av stóru undirtøkuni, so eri eg sann førdur um, at hetta skal brúk­ ast til nak að veru ligt, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at einasta rætta hjá Ed mundi Joensen løgmanni, hevði verið at lagt frá sær longu valnáttina, og viðmerkir sam stund­ is, at stýrisskipanarlógin ikki er bet­ ur enn tær siðvenjur, sum løg mað­ ur her leggur fyri dagin. Taka veljararnar í álvara Nú mugu veljararnar takast í álv­ ara. Tí eigur løgmaður og Sam­ bands flokk ur in, sum fór 5,4 pst. aft ur, góð taka valúrslitið og leggja frá sær. Úrs litið prógvar týðuliga, at fólk ynskja broytingar, sigur Høgni Hoy dal. Hann hevur gjørt sær sínar tank ar um nýggja samgongu, men held ur, at tað verður trupult. Møguligar samgongur Ein møguleiki er at borgarliga sam­ gong an heldur fram, men tað er burt ur við, tí hon dumpaði. Annar møguleiki er at skipa sjálv stýr is lands stýri, við Tjóð veld­ is flokk i num, Fólka flokkinum og Sjálv stýr is flokk inum. Triði møguleikin er ein vinstra­ sam gong a við Javnaðarflokkinum, Tjóð veld is flokkinum og Sjálv stýr­ is flokk i num. Henda samgonga er ikki so á lít­ andi, av tí at hon helst vil gera pol­ it isk ar karmar um sambandið til Dan mark. – Fjórði møguleikin er møg u­ liga tann besti. Tað er at skapa eina breiða samgongu, við Tjóð veld is­ flokk i num, Javnað ar flokk i num, Fólka flokki num og Sjálv stýr is­ flokk i num. – Tann møguleikin skal roynast, og per sónliga haldi eg tað vera be tingmaðuri Vit skul ing ar, og t fara undir veldi. Skulu burt ur úr, e er so stór o Tjóðveld num upp t skal velja sum skal fá eina uppge bú skap arli Spurning Javnaðar – Føroyska úr krepp un at fremja s end urreisa an almann komm un u s skoð ast. Vi vit mugu fá u ligt samgo – Tað ve langt Javn í loys ing ar hvussu vit k in inn mót pol itikki, si Ert tú ik gávan hjá poli tikki, ve – Nei, al av gerð um burt ur. Eg hent, um eg – Veljar tek in um, a upp aftur. hart ar beið var in at eg mik ið. Nú reka realpo – Grund út frá, og e fara til ver gleði meg t sig ur Høgn Nýggjur prestur skal setast í Hvalba 1. februar ár 2000. Tríggir um søkj arar eru til starvið, og í gjár­ kvøld ið var innstillingarfundur í Hval ba, har kjósast skuldi, hvør helst verður tann nýggi presturin. Hóast fundurin ikki var fyrr enn blað ið varð prentað, skilir Sosi­ al ur in, at ætlanin er at instilla Ólav Ras mus sen, sum í løtuni starvast sum tíð ind amaður hjá SvF, til starv ið. Hann hevur guðføðiligt em bæt is prógv frá Háskóla íslands. Einans tríggir umsøkjarar eru til presta starvið í Hvalba. Einasti før oyski umsøkjarin var Ólavur Ras mussen. Hinir eru báðir úr Dan mark, og sum Sosialurin skilir er ann ar um 60 ára aldur, meðan hin, sum er yngri, ikki hevur starv­ ast sum prestur í langa tíð. Hvalba hevur ligið í prestaloysi síð ani í heyst, tá Andreas Andre as­ sen segði seg úr starvi. 1999: Hvalbiarprestur kosin – Veljarin hevur týðuliga víst tekinum, at vit skulu byggja landið uppaftur. Tað verður trupult og hart arbeiði, men eg eri ikki so góðvarin, at eg haldi eitt gott val er nóg mikið. Nú skulu vit fara undir at reka realpolitikki, sigur Høgni Hoydal Sosial­ urin 90 ár 1998: HØGNI HOYDAL ÓTOLIN AT SLEPPA TIL VERKA SÍÐA 10 IRF val VALD VIÐ LUTAKASTI SÍÐA 6 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo So hvørt sum veðurlagið á jørðini verður heitari, fer mongdin av turbulensi í atmosferuni at økjast mun­ andi. Tað vísir ein kanning hjá granskarum á University of Reading í Onglandi. Blaðið The Mirror endur­gevur nýggju kann­ ingina, sum vil vera við, at mongdin av bæði løttum og hørðum turbulensi fer at vaksa munandi saman við alheimsupphitingini. Sambært kanningini fer mongdin av løttum turbu­lensi at vaksa við 59 prosentum, lættur til mode­ratur turbulensur fer at vaksa við 75 prosent­ um, moderatur til harður turbulensur við 127 pro­ sent­um, og harður til ógvus­ligur turbulensur við 149 prosentum. Granskararnir vísa á, at veðurlagsbroytingarnar hava við sær meira vind og fleiri hvirlur, sum kunnu hava við sær turbulens í jettstreymunum.