mánadagur 10. apríl 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
Barbara Holm
Sviar fingu fríggjadagin ein
ordans frammaná, tá ið ein
maður koyrdi ein lastbil
oman eftir Drottninggata í
Stockholm og drap fýra fólk
og løstaði 15.
Sum vera man sita sviar
í dag við sera blandaðum
kenslum. Meðan summi eru
í sorg eru onnur ill, og meðan
óttin ger seg galdandi hjá
summum, so var kærleikin
í hásæti sunnudagin, tá ið
tíggjutúsundtals fólk savn
aðust á einum torgi mitt í
býnum fyri at standa saman
um tað, sum skelkaði tjóðina.
Inna Tornroos hevur búð
í Stockholm síðani í 1993. Og
eins og flest allir sviar hevur
Inna havt eina ørgrynnu av
kenslum rundan um tað sum
hendi, síðani álopið fríggja
dagin.
– Eg gjørdist fyrst av øll
um bangin. Tí man veit jú
ikki, hvat hendir aftaná eitt
slíkt álop, greiðir Inna Torn
ross frá.
Vreiðin ger seg
galdandi
Inna og maður hennara eiga
børn í skúlaaldri. Og nú ótt
in fyri hendingini hevur
lagt seg, er Inna ill. Tí ein
teirra, sum doyði í álopinum
fríggjadagin, var ein 11 ára
gomul genta, sum skuldi
hitta mammu sína eftir lokn
an skúladag.
– Eg blívi so ræðuliga ill
inn á, at eitt menniskja kann
finna upp á at trumla fólk
niður. Og at ein lítil genta
skuldi doyggja áveg heim frá
skúla, sigur Inna Tornross.
Hon kann sjálvandi ikki
lata vera við at hugsa um síni
egnu børn, og kenslan sum
mamma verður av álvara
aktivera, tá ið slíkt kann
henda á einum so almennum
stað sum Drottninggata er.
– Hatta er staðið man
møtist við fólki. Tá ið føroy
ingar vitja í Stockholm, so
er tað har eg hitti teir, sigur
Inna fyri at vísa á, hvussu
Drottninggata í veruleik
anum er eitt sentrum fyri
Stockholm.
Farin til arbeiðis
Meðan Inna hendan mána
dag er farin til arbeiðis, so
eru tey summi, sum ikki
megna at fara aftur til dags
ins verk.
Inni í býnum, nærhendis
Drottninggata eru boðini, at
starvsfólk eru sera merkt av
hendingini og tí hava trupult
við at fara til arbeiðis. Og
kring Stockholm snýr prátið
seg at kalla einans um hend
ingina fríggjadagin.
– Eg hitti eina kvinnu,
sum
hevði
sæð
hendan
mannin í lastbilinum. Hon
hevði varnast hann, tí hann
koyrdi so løgið. Hon fór at
gráta tá eg tosaði við hana,
tí hon kennir seg samseka, tí
hon ikki varnaðist, at har var
ikki alt sum tað skuldi. Hon
kláraði til dømis ikki at fara
til arbeiðis í morgun, sigur
Inna og vísir á, at mong eru
beinleiðis ávirkað av tí, sum
hendi.
– Reaktiónirnar eru sera
ymiskar, og í dag er samfe
lagið farið í gongd aftur. Fólk
eru farin til arbeiðis, meðan
skúlarnir hava páskafrí. Men
tað er vist, at hetta hevur
ávirkað fólkið sera nógv, sig
ur Inna Tornroos.
Maðurin varð útvístur
Um vikuskiftið kom fram,
at 39 ára gamli maðurin úr
Usbekistan, sum er undir
illgruna fyri at hava framt
álopið,
varð
útvístur
úr
Svøríki í 2016. Tá fekk hann
fýra vikur at fara úr landin
um, og í ár varð hann síðani
eftirlýstur av løgregluni, tí
hann ikki var farin enn.
– Løgreglan hevur upp
lýst, at tað eru fleiri túsund
fólk í Svøríki, sum ikki hava
uppihaldsloyvi. Tað fær av
álvara sett fokus á, hvussu
álvarsom støðan er, sigur
Inna Tornross.
Hesi tíðindini fáa eisini
sviar at rakna við og finnast
at tí skipan, sum eftir øllum
at døma ikki riggar.
– Tað fyllir nakað og tað
tykist púra vónleyst at fáa
fatur á 10.000 fólkum, sum
goyma seg. Hvussu skalt tú
finna tey øll, spyr Inna Torn
roos.
Í svensku miðlunum er
hetta sum vera man tann
søgan, sum verður gravað í
og tað nýggjasta er, at mað
urin skal hava sagt seg vera
fegnan um tað, sum hann
gjørdi fríggjadagin.
– Tá kemur vreiðan aftur
fram hjá fólki. Eg vóni ikki
tað passar, sigur Inna og vísir
á, at tað eisini eru góð ting,
sum henda í Stockholm í
kjalarvørrinum av álopinum.
– Tað var fantastiskt at
síggja tey mongu fólkini,
sum savnaðust í gjár í navn
ið kærleikans. Tí tað er eisini
nakað man má taka við í
hesum. Sviar standa saman
í dag, sigur Inna Tornroos at
enda.
barbara@sosialurin.fo
ÁLOP Á STOCKHOLM
Føroyingur í Stockholm
– Í DAG ERU VIT ILL
– Fyrsta kenslan var ótti fyri, hvat nú fór at henda. Síðani kom sorgin sníkjandi,
men í dag eri eg ill, sigur Inna Tornroos, føroyingur í Stockholm