Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? - Mær dámar væl at fara til konsertir – bæði stovukonsertir og størri konsertir – og mær dámar væl Eivør, Teit og Lenu. Skal eg velja ein føroyskan sang verður tað »Uttan teg« hjá Martin Joensen. VIT SKULU VARЭVEITA TRÚVIRÐI OG ÁLIT Hann hevur búð stóran part av lívi sínum uttanlands, men seinastu árini hevur hann røkt eitt av lyklastørvunum í føroyska samfelagnum. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, heldur, at ein av størstu avbjóðingunum hjá Landsverki er at varðveita trúvirði og álit millum fólk Eyðun Klakstein Fyri góðum 15 árum síðani av­gjørdu Ewald Kjølbro og konan at flyta heim til Før­oya við familjuni, og tá byrj­aði ferðin fram ímóti ein­um av lyklastørvunum í føroyska samfelagnum. Síðani 2010 hevur Ewald Kjølbro verið stjóri á Lands­ verki, og tað er eitt starv við stórari ábyrgd, sum lutvíst skal røkjast undir stórum trýsti frá politisku skipanini og al­menninginum. – Eg má góðtaka, at tað er nógv fokus á mær og Lands­ verki. Eg skilji væl, at ljós­ kast­arin stendur á okk­um, tí talan er um stórar pen­ing­ar­ upphæddir og verk­ætl­anir, sum røkka langt út í sam­ felagið og fram í tíðina, sigur Ewald Kjølbro. Stóra avgerðin Ewald Kjølbro er føddur í Dan­mark, men fyrstu fimm árini búði hann í Klaksvík. Tá fór familjan av landinum aftur, og við flytingini fylgdi ein stór frástøða frá før­ oyska samfelagnum. – Foreldrini blivu skild, og frá tí at eg var eini 9 ára gamal, var eg lítið og einki í Føroyum, til vit fluttu heim í 2001. Eg kom tó altíð í før­ oysk umhvørvi í Dan­mark og hevði samband við mína før­ oysku familju, greiðir Ewald Kjølbro frá. Hann búði mesta av tíð­ini í Danmark, undantikið stív­ liga trý ár, tá ið hann búði í Ír­landi. Um aldarsskiftið tóku Ewald Kjølbro og kon­ an eina stóra avgerð um fram­tíðina. – Vit høvdu trý børn tá, og elsti drongurin var blivin 10 ára gamal. Vit skulu avgera, um børnini skuldu fáa ein uppvøkstur í Føroyum. Vit høvdu keypt hús í Danmark, og eg starvaðist tá hjá Skanska, so tað var ikki endi­liga upplagt, at vit fluttu heim. Men vit vildu royna tað og fóru heim til Føroya. – Tað tók mær trý ella fýra ár at umstilla meg, tí eg helt ikki, at alt riggaði eins væl í Føroyum, sum tað gjørdi í Danmark, men vit eru sum heild fallin sera væl til í Føroyum. Vit eru fegin um, at vit fluttu heim, og vit stór­trívast her, sigur Ewald Kjølbro. Krevur úrslit Ewald Kjølbro hevur starv­ ast á Landsverki, síðani hann flutti heim í 2001. Í 2010 varð hann settur sum fyri­bilsstjóri á Landsverki, eftir at táverandi stjórin fór úr starvinum, og í apríl 2011 fall valið á Ewald, tá ið stjóra­ starvið varð sett av nýggjum. – Starvið sum stjóri á Landsverki er ein møguleiki at taka stórar avgerðir og verða við til at set dám á fram­tíðina í Føroyum. Tað er for­kunnugt at verða við at planleggja og gera stóru linj­urnar í samfelagnum, sig­ ur hann. – Eg síggi mína fremstu uppgávu at verða eitt bindi­ lið millum politisku skip­ anina og ein fakligan stovn, sum er fjølbroyttur og hevur nógv ymisk starvsfólk. Eg skal fáa politiska viljan út­ breiddan á stovninum og fáa tað tvørfakliga at spæla saman. Mótvegis polit­isku skipanini skal eg um­boða fakligheitina her á stovn­ inum. – Eg leggi dent á, at vit á Landsverki seta okkum greið og ítøkilig mál, sum vit arbeiða miðvíst fyri at náa. Eg krevji úrslit av okk­ ara arbeiði, og tað er eisini nakað sum vit máta og eftir­ meta leypandi, sigur Ewald Kjølbro. Hann hevur eisini eina týðandi og sjónlig uppgávu sum fremsti talsmaður hjá Landsverki í almenna lands­ lagnum. Er ófriður ella stríð um verkætlanir, skal stjórin á Landsverki svara fyri tí, tá ið til dømis politikarar ella fjølmiðlar krevja svar. – Eg royni at vera opin og tøkur, tá ið okkurt er, sum politiska skipanin ella al­ menningurin vil hava svar uppá. Eg royni at forklára sam­anhangin so væl, sum eg kann, og at verða greið­ur, tí eg skilji væl, at al­menn­ ing­urin hevur brúk fyri at fáa ymiskt at vita um stórar verk­ætlanir í samfelagnum. Onkun­tíð kann tað vera sera trupult at forklára kompleks mál á ein einfaldan hátt. – Tá ið onkur mál fara upp í ein spíss, kunnu spurn­ ingarnir verða ágangandi, og viðgerðin onkuntíð tykj­ ast órímilig, men eg fegnist um, at fjølmiðlarnir spyrja okkum og lata okkum koma til orðanna í teimum ym­ isku málinum. So á tann hátt kenni eg meg rættvíst við­farnar av fjølmiðlunum, sigur Ewald Kjølbro. Stjórastarvið á Lands­ verki er so alment og útsett starv, at tað eisini kann hava ein kostnað í privatlívinum. – Tað nívir meg, tá ið ar­beiðslívið verður part­ ur av privatlívinum. Tað kann verða, at onkur hev­ Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eg eri familjumenniskja. Mær dámar væl at hugna mær saman við familjuni, at gera góðan mat, vera úti í nátturuni, skjóta haru ella ferðast. Eg havi fitt av jørð, sum eg gangi uppí. Seinastu trý árini er nógv av frítíðini farin til MBA-lesturin.