mánadagur 10. apríl 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg ferðist hvørt ár, og eg fari eftir mentanar
upplivingum. Eg havi leingi hugsað um at uppliva
Manhattan í New York og at ferðast tvørtur um USA.
Vit eru ikki komin til tað enn, men tað verður einaferð..
Hvør er tín yndislutur?
– Eg knýti meg ikki serliga nógv til lutir, men persónlig
ting – til dømis ein tekning hjá dóttrini – knýti eg meg at
og hava týdning fyri meg. Eg havi ein tekning hjá dóttrini
standandi á skriviborðinum hjá mær.
ur sagt okkurt við børnini
í skúlanum, ella at konan
hevur fingið onkra viðmerk
ing. Tað er helst ein partur av
at vera almennur persónur,
og hóast mær ikki dámar
tann partin, er tað ikki nak
að, sum eg flýggi undan,
sigur Ewald Kjølbro.
Trúvirði og álit
Tá ið Ewald Kjølbro verður
spurdur um, hvørjar aktuellu
avbjóðingarnar hjá Lands
verki eru, vísir hann á um
dømið hjá stovninum.
– Tað er týdningarmikið
fyri okkum at varðveita
trúvirðið og álitið. Stórt
fokus er á Landsverk og
tær stundum sera krevjandi
byggiverkætlaninar,
sum
vit standa fyri. Onkuntíð
verður kompleks mál lýst á
ein sera einfaldan hátt, og
so gera fólk niðurstøður út
frá tí. Tað kann kennast sera
tyngjandi, tí alt skal síggjast
í einum samanhangi, og tað
er sjáldan so einfalt, sum tað
kann ljóða.
– Eg royni at gera tað, sum
eg kann, fyri at lýsa tey ymsu
málini í røttum samanhangi,
hóast tað kann verða trupult,
tí málini kunnu verða fløkt
at skilja og greiða frá, sigur
Ewald Kjølbro.
Landsverk kannar eina
ferð um árið sítt umdømið
á ymiskum økjum, og niður
støðan tykist verða, at tá ið
tað ræður um vegakervið
og teir gerandisligu part
arnar av virkseminum hjá
Landsverki, hava brúkarar
nir stórt álit á stovninum.
Umdømið hjá Landsverkið
er tó ikki tað sama, tá ið tað
ræður um stórar verkætlanir.
– Tey stóru málini, sum
stríð er um í almenninginum,
ávirka
okkara
umdømi
skeiva vegin, og tað er eisini
nakað, sum vit merkja innan
hýsis á stovninum. Eitt mál
sum byggingin Gla-sir er
tungt fyri Landsverk, tí øll
á stovninum merkja um
røðuna og kritikkin. Eg taki
gjarna almennu bardagarnar
og royni at skapa arbeiðsfrið
hjá starvsfólkunum, men tey
verða eisini merkt av um
røðuni. Onkursvegna lukta
klæðini, tá ið fólk koma heim
frá arbeiði, og vit hava mist
góð fólk á vegnum, tí tey
orka ikki at vera partur av
hesum, sigur Ewald Kjøbro.
Stórur áhugi
Landsverk
telist
millum
stóru arbeiðsplássini í land
inum. Stívliga fimmti fólk
starvast á høvuðsdeildini
í Havn, og næstan tríggjar
ferðir so nógv arbeiða kring
landið. Landsverk stendur
fyri vega-, havna- og byggi
uppgávum hjá landinum og
røkkur mest sum út í hvønn
krók í landinum.
Almenna vegakervið er
ein av grundsúlunum undir
virkseminum í landinum, og
stjórin á Landsverki fegn
ast um eitt væl útbygt vega
kervi.
– Vit hava eitt gott og
væl tilrættalagt vegakervi,
og vit njóta gott av tí, sum
fólk gjørdu fyri 50 og 60
árum síðani. Tá tordu fólk
veruliga at satsa, og tá var
eitt stórt tak tikið fyri at út-
byggja infrastrukturin. Vit
útbyggja og betra framvegis
vegirnar, men eg sakni eitt
sindur tann hugburðin, sum
tá var í politisku skipanini
fyri at byggja land.
– Tað nívir meg eisini, at
vit ikki taka nóg væl hond
um tað, sum var bygt. Tað
almenna er ein vánaligur
eigari, sum brúkar alt ov lítið
av pengum upp á viðlíkahald.
Vit hava 21 milliónir krónur
um árið til viðlíkahald av
bygningum, men tað skuldi
verið tvær ella tríggjar ferðir
so nógv, og tað hevnir seg
bara aftur seinni, um vit ikki
fáa viðlíkahildið bygningar
nóg væl.
Stundum hava politikarar
hug at blanda seg upp í
einstøk byggimál – tað kann
verða vegir, bygningar, havn
ir ella annað – og tað heldur
stjórin á Landsverki kann
verða bæði gott og ringt.
– Tað er hugaligt, at stórur
áhugi er fyri Landsverki og
tí, sum vit takast við. Tað,
sum vit gera, hevur stóran
týdning fyri einstøk fólk úti
um landið, og tí er tað púra
natúrligt, at stórt fokus er á
okkum.
– Hinvegin kann tað verða
trupult, tá ið politikarar
royna at stýra smálutum í
onkrum verkætlanum. Tað
snýr seg um fakligheit og
um stórar samanhangir, og
tí kann tað verða órógvandi,
um politikarar royna at
detailstýra
verkætlanum
uttan at hava neyðuga innlit
ið í verktætlanina sum heild,
sigur Ewald Kjølbro.
Hann viðurkennir eisini,
at stundum kunnu uppgáv
urnar hjá Landsverki verða
minni hugaligar.
–
Tað
kann
kennast
óhugaligt, tá ið karmar, rað
festingar og loysnir ikki eru
so skilagóðar, sum tað átti at
verið, og tað er mín uppgáva
at føra tað út í lívið. Tá kann
tað verða trupult at motivera
fólk, tá ið tey vita, at tað
kundi verið gjørt meira
skynsamt. Til dømis verða
onkrar verkætlanir spjaddar
yvir fleiri ár og kosta tí nógv
meiri samanlangt, enn tær
høvdu gjørt, um alt varð
gjørt um somu leið.
Ewald Kjølbro fegnast um
møguleikan at standa fyri
Landsverki og tí stóra virk
semi, sum er á stovninum.
– Sum stjóri fyri einum
stovni sum Landsverki er tað
stuttligt at síggja potentiali í
fólki og at samanseta fólk
við ymiskum førleikum og
fáa góð úrslit burturúr, sigur
hann.
UM EWALD KJØLBRO
53 ára gamli Ewald Kjølbro er útbúgvin verkfrøðingur. Hann
hevur eisini tikið tvey ár HD og hevur júst tikið trý ára MBA
útbúgving. Hann er giftur, eigur fýra børn og býr í Vatnsoyrum.
Ewald búði fyrstu fimm árini av lívinum í Klaksvík, men búði so
uttanlands, til hann flutti heim við familjuni í 2001. Ewald hevur
starvast hjá Landsverki síðani tá. Síðani 2010 hevur hann verið
stjóri á Landsverki.
– Tá ið onkur mál fara upp í ein spíss, kunnu
spurningarnir verða ágangandi, og viðgerðin
onkuntíð tykjast órímilig, men eg fegnist um,
at fjølmiðlarnir spyrja okkum og lata okkum
koma til orðanna í teimum ymisku málinum,
sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
Mynd: Álvur Haraldsen