mánadagur 10. apríl 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin hevði IRF aðal
fund á Hotel Hafnia, har
nevndarval var á skránni.
Í
nýggju
nevndina
vórðu vald: Tummas Lervig,
Klaksvík, Jóhannus Daniel
sen, Toftir, Petra Iversen,
Kvívík, Jonhard Joensen,
Sandavágur, Bjarki Hen
riksen, Sandur og Kristina
Sørensen, Tvøroyri.
Fýra av hesum eru nýggj
í nevndini.
Í gomlu nevndini sótu:
Árni Jacobsen, formaður
(Eysturoy),
Kristian
Eli
Zachariasen, næstformaður
(Norðoyggjar), Petra Iversen
(Norðstreymoy),
Jonhard
Joensen (Vágar), Bárður Ol
sen (Sandoy) og Niels Jacob
Thomsen (Suðuroy).
Nýggja nevndin í IRF
skipaði seg beint eftir fund
in við Kristinu Sørensen
sum forkvinnu.
Hetta er fyrstu ferð, at
Suðuroyggin
hevur
for
manssessin og fyrstu ferð,
at eina kvinna er forkvinna.
Næstformaður
í
IRF
gjørdist Jonhard Joensen.
Nevndin hjá IRF verður
vald eftir kommunuvalini.
Reglugerðin sigur, at seks
fólk verða vald í nevndina
at umboða hvør sítt øki.
Vald við lutakasti
Tá nýggja nevndin í IRF
varð vald og eftir aðalfundin
skuldi skipa seg, vísti tað
seg, at tríggir nevndarlimir
ynsktu at vera í oddinum í
felagsskapinum.
Tey trý, sum bjóðaðu
seg fram til formanssessin,
Kristina Sørensen, Petra
Iversen og Jóhannus Dan
ielsen, fingu øll tvær at
kvøður í part, og tískil varð
neyðugt við lutakasti um
formanssessin.
Lutakastið fall á Kristinu
Sørensen, sum er vald í
Tvøroyrar býráð á listanum
hjá Kristini Michelsen.
Tá nývalda nevndin í IRF skuldi skipa seg fríggjadagin, stóð á jøvnum millum trý formansvalevni
Trý vildu vera í oddinum í IRF
SKÓTAGUFF: Soleiðis kallast bóklingur, sum skótarnir í Kvívík
hava givið út. Í bókini eru nógvar góðar uppskriftir til smákøkur,
fløtakøkur og desertir. Foreldur at skótunum hava roynt allar
uppskriftirnar og hava tikið flottu myndirnar í bókini. Tey, sum
kundu hugsað sær “Skótaguff”, kunnu venda sær til skótarnar í
Kvívík
Vilmund Jacobsen
Sands kommuna og
Føroya Tele hava gjørt
tvey ára sáttmála um
telefontænastur við
møguleika fyri at leingja
samstarvið í eitt ár aftrat
Fyri einum mánaði síðan
bjóðaði Sands kommuna
telefontænasturnar
hjá
kommununi
út
millum
veitararnar á økinum, og
nú er so sáttmáli undir
skrivaður.
Brandur Sandoy, borgar
stjóri í Sands kommunu,
vísir á, at útbjóðing av
ymisku veitingunum hjá
kommununi
er
við
til
at tryggja rætta prísin,
tryggja
gjøgnumskygni
fyri kommunustýrislimum
og borgarum.
– Útbjóðing er eisini við
til at tryggja, at veitarar
fáa møguleikan at bjóða
seg fram.
Umframt sáttmálan um
telefontænastur
millum
kommununa og Føroya
Tele, hevur Føroya Tele
bundið seg til at gera eitt
breiðbandsátak
í
Sands
kommunu.
– Føroya Tele hevur bund
ið seg til at seta seg í samband
við øll húski í kommununi og
kunna tey um best møguligu
breiðbandsferðina, sum tey
kunnu fáa. Hetta átak verður
sett í verk beint eftir páskir.
Brandur Sandoy sigur,
at
meðan
hetta
átak
stendur við, hevur Føroya
Tele fólk tøk í kommununi,
um húski hava trupulleikar
við møguligari umlegging
av breiðbandinum.
– Vit fegnast um, at
borgarar í Sands kommunu
í komandi tíðum fara at fáa
betri breiðbandssamband,
um fólk ynskja tað, sigur
borgarstjórin.
Í dag liggur hitin millum
frostmarkið og trý hitastig.
Í morgin verður lýggjari,
millum fýra og átta stig.
Myndina tók Birgir W.
Høgnesen í Vestmanna hin
7. mai í 2015
Uppá Tá
Dansur í
Runavík
Elis Poulsen og Finnur
Olsen fara at stýra
tónleikinum, og Flemming
& Vinmenn verða eisini
við, tá stuðulsfelagið hjá
skótunum í Runavíkar-
økinum fer at skipa fyri
stórum “Uppá Tá Dansi”
í Skótahúsinum við Løkin
leygarkvøldið klokkan 19.
Longu klokkan 18 hetta
kvøldið fer stuðulsfelagið
at selja pylsur, burgarar,
ships, køkur og annað gott.
Ein pylsuvognur
kemur at standa
inni í Skótahúsinum,
og haraftrat fer
stuðulsfelagið at
rigga ein lítlan og
heimagjørdan handil til.
Umstøðurnar við Løkin
eru framúr, ikki minst
nú økið framman fyri
Skótahúsið er asfalterað,
og komandi er inn - eisini
í koyristóli - uttan nakrar
sum helst trupulleikar.
Í Skótahúsinum er eisini wc
til fólk við serligum tørvi.
- Umframt at hetta er eitt
stuðulstiltak til frama
fyri skótahúsið, er hetta
eisini eitt tiltak, har vit
gjarna vilja hava fólk við
serligum tørvi út at hugna
sær, sigur Marna Knudsen,
ein av stigtakarunum.
vilmund@sosialurin.fo
Rættur prísur við útbjóðing
Aftast f.v. Jóhannus Danielsen, Petra Iversen og Tummas Lervig. Fremst f.v.: Jonhard Joensen
(næstformaður), Kristina Sørensen (forkvinna) og Bjarki Henriksen
– Útbjóðing er við til
at tryggja rætta prísin
og gjøgnumskygni,
sigur Brandur Sandoy,
borgarstjóri