mánadagur 10. apríl 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
Vilmund Jacobsen
Rakstrarúrslitið hjá IRF fyri
2016 gjørdist eitt avlop á 4,33
miljónir krónur, sum er 3,53
miljónir betri enn í 2015.
– Bruttoúrslitið gjørdist
51,45 miljónir krónur, sum
er 5,16 miljón betri enn í
2015. Inntøkurnar vóru 4,1
miljónir hægri enn í 2015, og
útreiðslurnar vóru 0,78 milj
ónir lægri.
Í ársfrágreiðingini, sum
varð løgd fram á aðalfundi
í IRF fríggjadagin, varð víst
á, at fíggjarstøðan javnvigar
við 126,48 miljónum krónum í
2016 í mun til 124,57 miljónum
í 2015.
Samlaðu íløgurnar í 2016
vóru 6,26 miljónir krónur.
Av hesum vóru 2,26 miljónir
gjørdar á Hagaleiti, 0,62 í
tyrvingarpláss við meira og
3,38 miljónir krónur í bilar og
bingjur við meira.
Samlaða lánsskuldin hjá
IRF er 7 miljónir krónur
minni enn í 2015, og rentu
útreiðslurnar eru 0,48 milj
ónir krónur lægri.
Stórar íløgur
Á aðalfundi í IRF fríggjadag
in varð gjørt av at gera íløgur
fyri umleið 25 miljónir krón
ur í 2017, harav størsta íløgan
er í brennistøðina.
– Á brennistøðini er ver
andi heittvatnsketil útslitin
og má skiftast skjótast til ber.
Hann varð sagdur at hava
eina livitíð á 15 ár, men gong
ur nú á 26. ári. Eisini mugu
umstøðurnar til móttøku av
burturkasti til brennistøðina
betrast.
IRF vísir á, at samlaða
íløgan í brennistøðina er
mett at kosta einar 70-80
miljónir krónur og verður
eftir ætlan framd í 2017 og
2018.
Umframt hesar íløgurnar
verður neyðugt at gera íløgur
í eina nýggja rottangamót
tøku.
– Kemur gongd á at byggja
nýggju
rottangaskipanina
í ár, skal hon eisini fíggjast
við lántøku. Mett verður, at
henda íløga fer at kosta um
leið 25 miljónir krónur, legg
ur IRF aftrat.
Vilmund Jacobsen
Nýggja skipanin nevnist
Tólnet og er føroyska heitið
fyri Internet of Things, ofta
stytt IoT. Tað eru Sprotin
og Føroya Tele í felag, sum
hava smíðað nýggja heitið
og fyrsta tólið, sum Føroya
Tele knýtir í nýggju skipan
ina, er til bilin.
Við Tólnet í bilinum fær
brúkarin fyri tað fyrsta eitt
skjótt og álítandi 4G LTE
internet, sum gagnar øllum
í bilinum, og fyri tað næsta
fær brúkarin atgongd til
eina app, ið fortelur allar
hugsandi upplýsingar um
bilin, so sum tangastøðu,
kilometravísara og GPSara.
John Syderbø, marknað
ar- og produktstjóri á Før
oya Tele, sigur, at tað ein
ans er hugflogið, sum setir
mørkini, tí biltólið kann
eina rúgvu.
– Við tíðini fer Føroya
Tele at menna tólið til bil
in, so tað eisini kann geva
brúkaranum
aðrar
við
komandi upplýsingar, eitt
nú brekfráboðanir og tíð til
sýn og verkstað, sigur John
Syderbø.
vilmund@sosialurin.fo
Føroya Tele hevur ment eina skipan,
sum knýtir ymisk tól í landsumfatandi
4G LTE farnetið hjá Føroya Tele
Eini 35 fólk vóru til
ferðavinnudagin í
Eysturkommunu herfyri. -
Hetta eru vit sera væl nøgd við,
sigur Marjun Andreasardóttir,
sum er í starvsvenjing
í Eysturkommunu og
arbeiðir við at menna
ferðavinnuna í kommununi.
Soleiðis sær
fiskiveiðan út
í páskavikuni
Vilmund Jacobsen
Væntandi koma fýra
ísfiskalínuskip inn at
landa í dag. Skipini hava
øll verið undir Føroyum
og hava mest av toski,
hýsu, longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at
siga, at fiskiskapurin
hjá línuskipum
undir Føroyum er
smáligur í løtuni.
Tvey onnur
ísfiskalínuskip eisini
eru til fiskiskap, men
ivasamt er, um tey koma
inn at landa fyri páskir.
Umframt
ísfiskalínuskipini, sum
fiska undir Føroyum,
eru tvey frystilínuskip
í íslendskum sjógvi.
Restin av línuskipunum
liggja við bryggju.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna verður
sagt, at streymurin
verður brúkiligur,
og veðurvánirnar
eru hampiligar. Tí
verður roknað við,
at nakað verður av
útróðri fyri páskir.
Flestu partrolarar
eru til fiskiskap. Teir
fáa mest av upsa,
men fiskiskapurin er
smáligur. Skipini koma
inn at landa fyrst í
hesi vikuni, og onkur
kemur eftir páskir.
Lagt verður aftrat, at
trý partrolarapør eru
farin at fiska gulllaks,
og onkur pør hava longu
verið inni og landað.
Ein djúpvatnstrolari er
farin at partrola eftir
upsa. Ein fiskar blálongu,
og fríggjadagin lógu
hinir allir við bryggju.
Fiskiskapurin hjá
trolbátunum, sum
fiska tosk og hýsu
norðan fyri, hevur verið
brúkiligur, og væntandi
koma allir inn at landa
fyrst í hesi vikuni.
- Tvey garnaskip fiska
svartkalva, og hesi
koma helst inn at landa í
dag. Fiskiskapurin eftir
svartkalva hevur verið
brúkiligur í seinastuni.
Eitt garnaskip fiskar
havtasku, vita tey
á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
vilmund@sosialurin.fo
Biltól kann
eina rúgvu
Samlaða íløgan í brennistøðina hjá IRF er
mett at kosta einar 70-80 miljónir krónur
IRF skal fremja
stórar útbyggingar
Vestmanna kommuna
og Sp/f Kreton hava
undirskrivað sáttmála um
at fremja 2. byggistig av
Ovara Vegi og Toftavegi í
Vestmanna