Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Savna pening til heimlandið: HJØRTU OKKARA BLØÐA TEIRRA VEGNA Støðan í suðuramerikanska landinum Peru er versnað seinastu vikurnar, og norðurparturin av Peru er í undantaksstøðu av ógvusliga regninum. Miðlarnir skriva um fólk, sum eru fangaði á húsartekjum og um býir sum er fullkomuliga lammaðir, greiðir Anita Joensen úr Peru frá, sum saman við øðrum peruvianskum kvinnum í Føroyum savnar pening inn til heimlandið HJÁLPA Annika Kunoy Im Í suðuramerikanska land­in­ um Peru hava 106 latið lív, og nærum ein millión av fólki eru onkursvegna ávirk­að av flóðini, sum hevur elvt til stórar oyðingar ser­liga í norð­ur­partinum av land­in­ um. Í Føroyum búgva nýggju kvinnur úr Peru, og fleiri fólk úr suðuramerika. Nakrar av kvinnunum úr Peru, sum búgva í Føroyum, hava av­ gjørt at savna pening inn at senda til Peru. Savna pening inn at senda heim Peruviansku kvinnurnar í Føroyum hava seinastu tíð­ ina tosað um hvussu tær kunnu samla pening inn at senda til heimlandið. Anita Mercedes Joensen er gift við Jørleifi Joensen á Strondum, og hon hevur búð í Føroyum í 16 ár. Hon greiðir frá at tær hava pening til Peru gjøg­ num Reyða Kross í Peru. – Vit hava fingið upplýst, at Reyði Krossur hevur keypt neyðuga vøru – so sum vatn, mat, heilivág og tjøld til fólk, sum hava tørv á bráð­feingis­hjálp. Tað hevur verið ein av­bjóð­ing við inn­ saml­ingini, tí torført hevur verið at funnið útav, hvussu skila­best er at gera hetta. Vit hava roynt at sent peningin gjøg­num bankan, men tað loysir seg ikki, tí eykagjaldið, sum verður lagt á fyri at flyta pening til Peru er ov høgt, tí onki samband er mill­um bankarnar í føroyum og í Peru. Tí hava vit valt at nýta Reyða Kross í Peru, sum hevur havt eina konto opna, so at vit kundu gera alt á netinum, men tann kontoin er nú lukkað. Reyði Krossur í Peru arbeiðir við at lata hana upp aftur, sigur Anita Joen­sen. Fólkið manglar mat, vatn og heilivág Støðan í Peru er versnað sein­ astu vikurnar, greiðir Anita Joensen frá. Norðurparturin av Peru er í undantaksstøðu av ógvusliga regninum. Miðl­ arnir skriva um fólk, sum eru fangaði á húsartekjum og um býir sum er fullkomuliga lammaðir. – Í norðurpartinum av Peru er untaksstøða, tí har er vatnflóð eftir ógvusliga regnið og eftir ánna, sum fleyt yvir síðst í mars mánað, sigur Anita Joensen – Meginparturin av fólk­ inum, sum eru rakt av ógvus­ ligu støðuni eru fátøk. Tey hava mist alt sum tey eiga, og eru uttan elektrisitet og enntá drekkandi vatn. Held­ ur ikki er møguligt at ferð­ast í gjøgnum landið, tí veg­irnir eru oyðilagdir av nógva vatninum. Brýr eru niður­dotnar, tí stóru áirnar hava brotið byrg­ing­ ir­nar, og dýr so sum kýr og grísar eru skolaði uppá á strondunum, eftir at áirnar hava tikið dýrini við sær. Hjálpin sum fólkið fær kemur frá flog­før­um og tyrlum ella frá hern­aðarskipum, sigur Anita Joen­sen. Hon greiðir sorgarbundin frá, at í høvuðsstaðnum Lima í Peru var ein kvinna, sum fyri trimum vikum síðani megnaði at hála seg sjálva úr eini á fulla av grótmorli, eftir at ein stór runuskriða fór brúsandi gjøgnum dalin, har hon arbeiddi á markini. Hetta videobrotið hevur verið at sæð á millum annað you­tube og á tíðindamiðlum runt heimin. – Í Lima var undirvísingin avlýst og rennandi vatn var einanst tøkt í avmarkaðum mongdum, eftir at reinsingar skipanin varð tipt. Hetta veksur um eftirspurningin av vatni í fløskum, sum lítið er av í handlunum, sigur hon frá heimlandinum. – Hetta er ræðuligt fyri okk­um, sum búgva her í Før­oyum. Vit fylgja væl við í tíðindunum hvønn dag, og síggja hvussu kaotisk støðan er. Fólkið er í vónloysi, og biðja um hjálp, mat og vatn. Í fleiri fjarstøddum bygdum, sum eru umgirdar av vatni, setur fólkið í bygdunum lívið í vanda, tá tey fara yvir um áirnar at leita eftir onkrum til matna. Hjørtu okkara bløða teirra vegna, sigur Anita Joensen. Familjur okkara hava tað gott – Lukkutíð hava familjur okk­ara tað gott. Tað takka vit Gudi fyri, sigur hon, og sipar til familjurnar hjá øllum