mánadagur 10. apríl 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
teimum nýggju peruviansku
kvinnunum, sum búgva í
Føroyum.
– Øll hava havt samband
við familju sína, og onkur
hevur verið ávirkaður av
vatnflóðini, og hini hava
manglað drekkivatn, og so
framvegis, men ongin er
komin álvarsliga til skaða,
sigur hon.
Áðrenn kontoin hjá Reyða
Krossi í Peru var opin hjálptu
skyldfólk okkum at hjálpa,
við at býta út heilivág, mat
og vatn, sum tey hava keypt
fyri peningin vit hava sent
teimum. Støðan er betur í
Lima enn hon er í norður
partinum av Peru, tí har
hevur regnað illa síðani de
sember mánað, og støðan er
ræðulig, greiðir hon frá.
Hon leggur afturat, at tað
ikki hevur verið nógv at frætt
um støðuna í Peru í Føroysku
miðlunum. Hon hevur roynt
at kunna familju, vinum og
kenningum her heima um
støðuna
í
heimlandinum
gjøgnum facebook, og har
hevur hon eisini fingið nak
að av stuðli.
– Summi hava jú sent
pening beinleiðis til familju
sína og summi til Reyða
Kross, men vit ynskja øll at
veita hjálp til fólkið, sum er
í Peru, sigur hon.
Anita Joensen, og hinar
peruviansku
kvinnurnar
í Føroyum bíða framvegis
eftir, at Reyði Krossur í Peru
opnar eina konto aftur, so til
ber at senda pening til Peru,
soleiðis at tær fáa hjálpt eitt
sindur í neyðini har. Summar
bygdir í Peru hava enn ikki
fingið nakra hjálp frá nøkr
um hjálparfelagskapi enn,
og hava livað fyri tað sindr
ið tey hava fingið frá med
menniskjum sínum í bygdini,
greiðir hon frá.
Heitir á føroyingar
um hjálp
Hon leggur afturat, at til
ber at lesa um fleiri støður
í landinum, har menniskju
hava fingið hjálp í neyðstøð
uni, men enn eru nógv sum
tørva hjálp, og tí vónar hon
at føroyingar eisini vilja
kunna seg um støðuna í Peru
og hjálpa henni og hinum
peruviansku kvinnunum at
hjálpa.
Nú tykist regnið at minka
í Peru, men ein onnur av
bjóðing stendur fyri durum,
tí útbrot av dengue febri og
av zika virus eru vaksandi,
og fólki tørvar bráðfengis
læknahjálp.
annika@sosialurin.fo
UM PERU
•
Tað búgva meir enn 32 milliónir fólk í Peru
•
Í høvuðsstaðnum Lima búgva meir enn átta
milliónir fólk
•
Høvuðsmálið er spanskt, men aymara og
quechua verða eisini nýtt
•
Tað sigst epli kom úr Peru til Evropa við
spaniólum í 1562, men epli hevur verið etið í
Peru í 8000 ár.
•
Í Peru vaksa meir enn 3500 sløg av eplum
UM DENGUE og ZIKA
Dengue febur er ein tropisk sjúka, sum tú
verður smittaður av, um verður bitin av Aedes
mýggjabitum og fært dengue virus. Sjúkutekini
byrja tríggjar til fjúrtan dagar eftir, at tú ert bitin.
Tú fært sera høgan febur, høvuðpínu, spýggju,
eymar musklar og útslett. Vanliga tekur tað upp
til eina viku at koma seg.
Zika virus er sjúka sum smittar, tá tú verður
bitin av Aedes mýggjabitum. Tey sum fáa zika
virus kunnu fáa eitt sindur av febri, útslett,
eygnareyðabruna, eymar musklar, illhirsni ella
høvuðpínu. Zika er serliga vandamikið fyri
fosturið, um kvinna verður smitta, sum er við
barn.
Tað byrjaði at regna um hálvan desember,
og nú sær regnið út til at minka, men hóast
hetta so valdar ruðuleiki enn, og mett er at
tað fer at taka ár at byggja landið uppaftur
HJÁLPA