Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43 Landsapotekari Starvið sum landsapotekari verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Landsapotekarin er ovasti leiðari fyri apo teks verkið og hevur mótvegis Heilsu- og inn lendis mála ráðnum enda ligu ábyrgdina av virkseminum. Uppgávurnar eru í høvuðsheitunum hesar: • ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðs uppgávunum í apoteks- verkinum, • ábyrgd fyri støðugari menning í apo teks verkinum, soleiðis at apo teks- verkið á heilivágsøkinum livir upp til nú tíðar krøv, • ábyrgd fyri at gera uppskot til fíggjar ætlan fyri stovnin, • ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan verð ur hildin, • ábyrgd fyri at hagtøl fyri samlaðu heilivágsnýtsluna í føroyska sam felag- num eru tøk, • ábyrgd av at røkja nærri útgreinaðar mynd ugleikauppgávur og ráðgeva Heilsu- og innlendismálaráðnum um heilivág í síni heild, eftirlit við at lóg gávan viðvíkjandi apo teks verk- inum v.m. verður hildin dagførd, • ábyrgd av samstarvi um heili vágs- viður skifti við útlendskar stovnar og myndugleikar. Førleikar Landsapotekarin skal hava staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella samsvarandi prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. Harumframt verður kravt, at við kom- andi í starvi hevur víst seg skikkaðan at reka apotek. Tann rætti umsøkjarin skal harumframt hava: • áhuga og vitan um heilsuverkið í síni heild, • góð leiðslu- og samstarvsevni, • ein mennandi leiðslustíl, • evni at seta í verk fyriskipanir, • vitan um fíggjarstýring og heilsubúskap, • góð samskiftisevni í skrift/talu. Løn- og setanarkrøv Setanarøkið er Apoteksverkið og Heilsu- og innlendismálaráðið við undirliggjandi stovnum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Lønin er ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharma Danmark. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Turid Arge, aðalstjóra, á t-posti: turid.arge@himr.fo ella tel 30 40 50. Umsókn við CV og avriti av neyðugum skjølum skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2, 100 Tórshavn himr@himr.fo Umsóknarfreist: 19. apríl 2017, kl. 12:00. Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. ÍBÚÐ TIL SØLU Ognin matr. nr. 1097b, íbúð nr. 8, 1 hm, Landavegur 117, 100 Tórshavn verður við hesum lýst til sølu. Myndir og fleiri upplýsingar um ognina eru á okkara heimasíðu. Prísuppskot: kr. 1.750.000,00. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71, sigrid@advokatvirkid.fo www.advokatvirkid.fo Frá Náttúrulundini við Streymin Boðað verður til aðalfund hjá Náttúrulundini við Streymin, hósdagin 27. apríl 2017 kl. 20.00 í Eydnuni á Oyrarbakka Skrá sambært viðtøkum felagsins. NÁTTÚRULUNDIN VIÐ STREYMIN Leys størv á Landssjúkrahúsinum Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist 23. apríl 2017 Demenssamskipari til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist 26. apríl 2017 Ergoterapeutur til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist 26. apríl 2017 Læknaskrivarar til Medisinska depilin Umsóknarfreist 26. apríl 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.