Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TORKIL FYRSTUR Á MÁL Í DANMARK Nýggja kappingarárið á nýggja liðnum byrjaði framúr væl hjá Torkili Veyhe, sum vann eina A-kapping í Jútlandi hetta vikuskiftið Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Viljormur Davidsen spældi allan dystin, tá ið Vejle í gjár mátti leggja rygg til eitt tap ímóti HB Køge. Longu tá 10 minuttir vóru farnir var galið hjá Vejle, tá Gael Ondoua hjá heimaliðnum fekk reyða kort­ ið. Viljormur og liðfelagarnir máttu stríðast í 80 minuttir 10 ímóti 11 monnum, og tað helt ikki. HB Køge vann 1-0 við einum máli, sum Alexander Bah skoraði í 43. minutti. Vejle er á 7. plássi við 31 stigum, fimm stig omanfyri niður­ flyt­ingarstrikuna. Meinhard E. Olsen var aftur við frá byrjan, tá ið Vendsyssel FF í gjár hevði vitjan av FC Frede­ricia. Heldur óvæntað tapti heima­liðið dystin í Hjørring. Tá ið eitt kor­ter var farið av dystinum skor­aði Morten Bech Andersen fyri Fredericia, og tann leiðslan helt allan dystin. Vendsyssel FF royndi at trýsta Fredericia í seinna hálv­leiki, men tað eydnaðist ikki heima­liðnum at koma á máltalvuna í hes­um dystinum. Vendsyssel FF er nú nummar fimm við 38 stigum, tvey stig frá at sleppa at spæla um upp­ flyting. Skive IK, sum hevur Jákup Thom­sen í hópinum, tók ímóti Frem­ad Amager. Finnur Justinus­ sen var við á liðnum hjá Fremad Amager frá dystarbyrjan, men tað gekk av skriðuni hjá Finni og lið­ feløgunum. Skive vann ein sann­ førandi 4-1 sigur. Í steðginum var Skive á odda 3-1. Mike Mortensen javnaði til 1-1 fyri Fremad Amager tá 19 minuttir vóru farnir, men Skive kom skjótt á sigurskós aft­ ur. Skive hevur nú vunnið 10 av 12 heimadystum og er nummar tvey í næstbestu deildini, trý stig aftanfyri oddaliðið Hobro. Fremad Amager er nummar sjey, sjey stig frá møguligari uppflyting. Gilli Rólantsson og restin av silvurvinnarunum í Brann hava ikki verið í dysti um vikuskiftið. Or­ søkin er tann, at teirra dystur verð­ ur leiktur í kvøld. Talan er um dyst á útivølli ímóti uppflytarunum frá Kristiansund BK. Hesin dysturin byrjar kl.18.00. Sarpsborg 08 og Rosenborg eru oddalið í norsku Eliteserien við fullum stigatali eftir tríggjar dystir. Brann hevur spælt tveir dystir og hevur fýra stig. B68 mátti leggja rygg til fyrsta tapið í hesum kappingarárinum, tá ið teir í triðja umfari í næstbestu deildini í gjár vóru á vitjan hjá eyka­liðnum hjá Víkingi. Sjey minuttir fyri leiklok legði Arnbjørn Svensson Víking á odda 1-0, og ein minutt fyri leiklok økti Hans Jákup Lervig til 2-0. Í yvirtíðini var rok, tá ið B68-málverjin, Ragnar Lind­ holm, fekk reytt kort, og Víkingur fekk brotsspark. B68 hevði brúkt allar útskiftingarnar, og tískil tók liðskiparin, Jóhan Dáv­ur Høj­ gaard, ábyrgd, og fór í málið at standa. Hetta gjørdi hann heilt væl, má sigast, tí hann bjarg­aði brotssparkinum frá Tonni Thom­ sen, soleiðis at B68 vann dystin 2-0. Hini úrslitini í 1. deild leygar­dag­ in vóru hesi: HB – AB 2-2, NSÍ – TB/ FCS/Royn 7-1, Giza Hoyvík – B36 5-2 og ÍF – KÍ 2-4. Støðan er tann, at NSÍ er einsamalt odda lið við 10 stigum. Teir hava tó spælt ein dyst meira enn flest øll hini liðini. Víkingur, KÍ og B36 fylgja øll væl aftaná og hava seks stig í part. Aftast er ÍF, sum hevur tapt allar fýra dystirnar. FLOGBÓLTUR Mansliðini hjá SÍ og ÍF spældu leyg­ardagin ein sera spennandi dyst, sum var beinleiðis avgerandi fyri hvør skuldi í FM-finaluna. Greitt var nevniliga, at vinnarin av dyst­inum spældi seg í FM- final­una saman við Fleyr. ÍF vann fyrsta settið greitt 25-18, men SÍ við Niels Erik Anderson á odda fekk kúgvent dystinum og við 3-1-sigri við settúrslitunum 18-25, 25-15, 25- 19, 25-22, hevur SÍ nú spælt seg í FM-finalurnar ímóti Fleyr. Final­ urnar verða leiktar í høllini á Hálsi hósdagin 13. apríl kl. 14.00 og leygar­ dagin 15. apríl kl. 15.30. Vinna liðini hvør sín dyst, skal gylta settið leik­ ast. Hetta settið er upp í 15 og av­ gera FM. HONDBÓLTUR Tveir dystir hava verið í FTZ-deild­ ini hjá monnum um vikuskiftið. Botn­liðið Team Klaksvík hevði leyg­ ardagin vitjan av KÍF, og her gjørdist tað til ein tryggan 27-20-sigur til KÍF eftir at teir høvdu verið á odda 13- 11 í hálv­leiks­steðginum. Finnur Hansson skeyt sjey mál fyri Team Klaksvík, meðan Fríði Veyhe skeyt tað sama fyri KÍF. Í Hoyvíkshøllini í gjár var forsmakkur upp á FM- final­una, har H71 og VÍF brustu saman í einum ógvuliga jøvnum dysti, ið endaði við 25-25-javnleiki eftir at tað eisini hevði verið javnt í hálvleikssteðginum, 11-11. Peter Krogh skeyt átta mál fyri heima­ liðið, meðan Filip Jojic skeyt heili 13 fyri VÍF. Ein dystur hevur verið í Hvonn­ deildini um vikuskiftið. Hesin var í Vági, har VB fekk vitjan av oddaliðnum Neistanum. Heima­ liðið var á odda 12-10 í hálv­leiks­ steðg­inum, og tað líktist eisini leingi einum óvæntaðum tapi til odda­liðið, men í evstu løtu fekk Eir Berg javnað til 23-23, so­leiðis at liðini bæði býttu stigini ímill­ um sín. Toppskjútti hjá VB var Danijela Mistric við 12 málum, með­an Marjun F. Danberg var besti málskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Eina stigið merkir, at Neistin framvegis heldur Kyndil aftan fyri seg áðrenn seinasta um­ far, ið verður spælt hesa vikuna. KURVABÓLTUR Ravnur av Toftum, sum ikki hevur tapt í ár, vann leygardagin 43-23 ímóti Hamar í Havn. Heimaliðið var annars á odda 12-3 aftaná fyrsta fjórðingin. Fyri hálvleikssteðgin mink­aði Ravnur um munin til 21- 16. Eftir hálvleik tók Ravnur ann­ að skinn um bak og vann triðja fjórð­ingin 20-8, soleiðis at støðan bleiv 36-29 til Ravn undan seinasta fjórðinginum. Seinasti fjórðingur bleiv taktiskur og bæði liðini gjørdu alt fyri, at hitt ikki skuldi skora. Hetta gjørdi at Hamar einans fekk trý stig, meðan Ravnur fekk sjey stig. Samanlagt gjørdi hetta, at Ravn­ ur vann 43-32. Toppskorarar vóru Rainer Latupeirissa frá Ravni við 12 stigum og Aksel Berg úr Ham­ar við 8 stigum. Næsti dystur er millum Ravn og Sporð­drek­an á Toftum, og enn er spenn­ing­ur í. Megnar Sporðdrekin at koppa Ravni, eru teir hitt liðið í finaluni. Um Ravnur eisini vinnur tann dyst­in og koma ígjøgnum kapp­ingina uttan at tapa, so er alt at spæla um í seinasta umfari. Um Ham­ar vinnur tann dystin, so verð­ur tað talt upp, hvør er best innan­hýsis, og so er tað munurin á stigum (mál), ið avgerð hvør kemur í final­una. Finalan verð­ur spæld 20. mei. SÚKKLING Kappingarárið í danskari súkkling er júst farið av bakkastokki, og um vikuskiftið var annað kapp­ ing­ar­vikuskifti í donsku lands­ kapp­ingini. Í grundini vóru tvær kappingar í sokallaða A-klassanum, og Torkil Veyhe, ið nú súkklar við ColoQuick-CULT, luttók í einari kapping í Rødekro í Jútlandi. Torkil vann teinin í sannførandi stíli. Hóast hann hevði sitið í útbroti tað mesta av degnum, og at hetta út­ brotið varð fangað aftur, so hevði Torkil orkuna at stinga av einsa­ mallur og súkkla einsamallur á mál 23 sekund framman fyri nummar tvey. Hetta vóru góð stig at fáa hjá Torkili og liði hansara, sum eisini vann kappingina á Sælandi, har liðfelagin Rune Almindsø fór fyrst­ ur um málstrikuna. patur@sosialurin.fo STUTTSØGD TÍÐINDI