mánadagur 10. apríl 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
27 ára gamla Olga Kristina
Hansen lesur til lækna á
Københavns
Universitet.
Hon er í løtuni á níggjunda
semestri, sum er á fimta ári.
Gerandisdagurin er fongdur
við lesnaði, men hóast tað,
so hevur hon tíð til at spæla
fótbólt við síðuna av. Hon
spælir við Østerbro IF í næst
bestu donsku deildini, og so
spælir hon eisini við før
oyska landsliðnum.
Olga Kristina varð úttikin
til HM-undankappingina í
Føroyum, sum byrjaði síðsta
hósdag, men tað skuldi vilja
so illa til, at Olga Kristina
skuldi til roynd á skúlanum
sama dag sum fyrsti dysturin
ímóti Luksemburg skuldi
spælast.
Tað er tó ikki ein størri
trupulleiki enn ein sjálvur
ger sær tað til, og Olga Kris
tina fekk tað at passa saman.
– Eg kom heim fríggja
dagin 31. mars til saml
ingina, sum vit høvdu um
vikuskiftið, og eg var sam
an við gentunum alt viku
skiftið. Eg fór niður aftur
mikudagin 5. apríl, tí eg
skuldi til munnliga roynd
fyrrapartin tann 6. apríl. Eg
fór beint á flogvøllin eftir
royndina og kom heimaftur
við flogfarinum á døgurða,
greiðir Olga Kristina frá, sum
lendi í øllum góðum kl.13.40.
Um sama mundið var eitt
flogfar hjá SAS vent aftur til
Danmarkar, tí tað ikki fekk
lent fyri veður. Tíbetur var
Olga Kristina við Atlantic
Airways.
– Eg hugsaði ikki so nógv
um veðrið, tí tað er ikki
nakað, sum vit kunnu gera
nakað við. Eg hopaði bara
upp á tað besta. Eg hevði tó
kannað
veðurforsøgnina
nakrar dagar frammanund
an og hugsað, at tað nokk
mundi fara at ganga. Tað er
jú heldur ikki so ofta, at At
lantic Airways ikki lendur
fyri veður longur, sigur hon.
Olga
Kristina
byrjaði
inni og spældi allan dystin
ímóti
Luksemburg,
sum
tær føroysku vunnu 5-1. Ein
kundi ímyndað sær, at hon
var troytt av at ferðast fyrr
á degnum, men soleiðis var
ikki.
– Eg merkti faktiskt einki
í dystinum til møði orsaka av
ferðingini. Eg hevði fyrireik
að meg rættiliga væl uppá
dagin og svav tað mesta av
flogtúrinum. Eg fekk eisini
ein lúr beint sum eg kom á
hotellið, so eg var væl fyri
til dystin. Eg haldi næstan
at hinar høvdu havt ein
strævnari dag enn eg við
tað, at tær allan dagin bara
høvdu gingið og bíðað eftir
dystinum, ímeðan eg allan
dagin hevði okkurt at takast
við, sigur Olga Kristina.
Gongur upp
Tey, ið lesa til lækna, hava
ikki nógva tíð til onnur ting
SVIMJING
PRÓVTØKU OG
LANDSDYST
SAMA DAG
LANDSLIÐSFÓTBÓLTUR
LÆKNI OG LANDSLIÐSSPÆLARI
Hon vaknaði í Danmark, fór til próvtøku og skundaði sær til
flogfarið, ið fleyg hana heim til Føroya at vinna søguligan sigur
á Luksemburg sama kvøld. Soleiðis er at vera læknalesandi
og landsliðsleikari eins og Olga Kristina Hansen.
Eg merkti
faktiskt
einki í dystinum
til møði orsaka
av ferðingini
Olga Kristina Hansen spælir á miðvøllinum, har hon og Ansy Sevdal ráða fyri borgum.