Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvussu er fyrst at spæla dyst og síðani døma dyst? – Tað var eitt sindur serligt. Hugsaði ikki hondbólt undir fótbóltinum, men tað lá í bakhøvdinum. Hendi eisini síðsta vikuskifti, og tá var tað steypakappingin, og vit fóru út í longda leiktíð. Tá bleiv tað ordiliga knapt, men tað gekk. Hevur tú givið ov lítið í dystinum, tá ið tú kanst døma 60 minuttir løtu seinni? – Nei, eg vil siga tað soleiðis, at um høvdið er klárt, so burdi tað verið nokk til at døma ein dyst. Men eg var hampuliga móður, meðan eg dømdi, men høvdið var klárt. Hevði tú kunnað dømt ein dyst fyrst og so spælt ein fótbóltsdyst? – Nei, tað hevði eg ikki gjørt. Eg hevði ikki dømt beint áðrenn ein fótbóltsdyst, men øvugt gongur tað. Fótbólturin kemur í fyrstu rað, sjálvt um eg taki hondbóltin í fullum álvara. Er fótbóltspælarin Arnar Dam og hondbóltsdómarin Arnar Dam sami persónur? – Tað er tann sami, men uppgávurnar eru heilt hvør sínar. Tú kanst missa FM-finalurnar orsaka av fótbólti. Hvussu kennist tað? – Nú liggur tað soleiðis, at vit kunnu fáa onkra av fyrst og næstu finalunum, men verður neyðugt við triðju finalu, eru vit úti av myndini, og tað er sjálvandi harmiligt, men fótbólturin kemur fyrst. Vikan ið fór Føroyska U17-landsliðið kemur í bólk saman við Fraklandi, Ungarn og Skotlandi til EM-endaspælið í Kroatia í mai mánaða. Tað gongur væl hjá Jóan Símun Edmundsson í danska felagnum OB. Kenda danska fótbóltsblaðið, Tipsbladet, velur nevnliga føroyska leikaran á mánaðarliðið fyri mars, sum er eitt lið mannað við teimum leikarunum í superliguni, ið hava staðið seg best farna mánaðin. Føroyska Sofía Purkhús gongur á odda, tá ið felag hennara, Amager, vinnur 3-2 á Køge og harvið tryggjar sær bronsuna í donsku flogbóltskappingini. Signhild Joensen er í stórform. Í Danish Open svimur hon 200 metrar rygg á langgeil í tíðini 2:15.69, sum er nýtt føroyskt met og ein betring á heili 2,42 sekund í mun til gamla metið hjá Sáru Nysted. Hon vinnur samstundis á danska OL-svimjaranum, Mie Ø. Nielsen. Føroyar fara fimm pláss fram á FIFA-styrkislistanum. Vit fara av 82. Plássi uppá 77. Pláss. Tað er bara trý pláss frá metinum hjá føroyska landsliðnum, sum er nummar 74. Brasil er aftur ovast á listanum eftir sjey ára fráveru. Helgi Hoydal skiftir til Odder í 1.deild í Danmark. Felagið hevur Henrik Gerster sum venjara. Helgi Hoydal er liðskiparin á U21 landsliðnum, sum skal til Algeria í summar til HM endaspælið. Kurvabóltsfelagið Ravnur av Toftum, sum ikki hevur tapt í ár, vinnur 43-23 á Hamar úr Havn. Hamar var annars á odda 12-3 eftir fyrsta fjórðingin av dystinum. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Arnar Dam Aldur: 25 ár Starv: Læraralesandi Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Tvær systrar eru á føroyska kvinnulandsliðnum. Hvussu eita tær? 2 Hvussu eitur venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum? 3 Føroyski landsliðsmálverjin, Anna Súnadóttir Hansen, er eisini ein stórur profilur í eini aðrari ítróttargrein – hvørjari? 4 Nær er Fótbóltssamband Føroya stovnað? 5 Føroyar vunnu 2-1 á Montenegro leygardagin. Hvør var leikarin, sum í sínum fyrsta A-landsdysti skoraði sigursmálið fyri Føroyar? 6 Hvussu eitur spanska felagið, sum Eyðvør Klakstein spælir fyri? 7 Liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Rannvá Andreasen, hevur eina tvíburðasystur, sum eisini spælir fótbólt. Hvussu eitur hon? 8 Hvør føroyskur leikari skoraði tvey mál, tá ið Føroyar vunnu 5-1 á Luxembourg hósdagin? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1. Ansy og Heidi Sevdal 2. Pætur S. Clementsen 3. Flogbólti – lyklaleikari hjá Drátti 4. 1979 5. Birita Nielsen 6. Mislata CF 7. Ragna Patawary 8. Heidi Sevdal Hetta er ein Sky Sports dokumentarur, har kendu fyrrverandi spælararnir og núvernandi viðmerkjarnir hjá Sky Sports, Gary Neville og Jamie Carragher royna seg sum dómarar – og leita tættari enn vit vanliga sleppa at dómarunum. Dokumentarurin er ein “one-day” upptøka, har Gary Neville og Jamie Carragher royna seg sum dómarar og vertir. Teir luttaka í vejingunum hjá dómarunum og eftirfylgjandi tosa teir við onkrar av teimum. Dokumentarurin hevur kempi møguleikar og í løtum sleppa vit eisini heilt tætt at dómarunum og síggja, at teir eru menniskju sum øll onnur og ynskja bara at gera eitt gott arbeiði. Í øðrum løtum blívur tað til ov nógv roks, sum vertirnar serliga standa fyri. Gary Neville og serliga Jamie Carragher tykast ikki taka uppgávuna sum vertir í álvara, men tað gevur eisini sendingini ein lættan og stuttliga tón, men tað pilkar við sakliga partin. Millum annað tá teir eru linjuverjar blívur tað ov roksut, tí faktist er talan um ein týðandi part av spælinum. Sky Sports líkt, so eru allir pengarnir brúktir upp á vertirnar, meðan sjálvur dokumentarurin er ein “low- budget” framleiðsla. Eg hevði væntað mær meiri, tí tað er so stutt til so nógv meir, men alt strandar í látri ella spískum viðmerkingum. Læriríkt, men kennist sum Sky Sports spilti ein góðan møguleika her. Hygg um: Tú vanligan áhuga fyri Premier League – og um tú er ein kritikkari av dómarum. Ikki hyggja um: Tú væntar ein dokumentar í BBC Panorama flokki – hetta er meiri “low- budget” við dýrum fólki Hvussu er at hyggja: Tað hendir nógv og tað er stuttligt í løtum. Fráklipp eru eisini úr Premier league, so 45 minuttir ganga skjótt Hvat sigur tú: Hetta er ein av teimum dokumentarunum, sum tú onkursvega má hyggja eftir, men eg sakni nakað meiri av substansi Fakta: Gary Neville er fyrrverandi verjuspælari hjá Manchester United, meðan Jamie Carragher er fyrrverandi verjuspælari hjá Liverpool. Teir eru í dag serfrøðingar á Sky Sports. ★★★★★★ UMMÆLI Dokumentarurin: Onside við Carragher og Neville Tróndur Arge ummælir