mánadagur 10. apríl 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. apríl 2017 · Nr. 43
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Terji sigur sína hugsan...
Terji Nielsen
Góðar tvær vikur eru farnar
síðani nógv umrødda ”spøk
ilsismálið” í FTZ-dystinum
millum Neistan og VÍF í
høllini á Hálsi. Fríggjadagin
kom Aganevndin hjá HSF
loksins við eini avgerð í
málinum, og einasta lið, ið
kann blíva revsað í sambandi
við málið, er júst VÍF, sum
annars var ein sakleysur
partur í málinum.
Revsingin rakar
bara VÍF
Avgerðin hjá Aganevndin
sigur, at um úrslitið av
dystinum millum Neistan
og VÍF, sum annars endaði
25-25, kann hava nakran
týdning við kappingarenda,
so skal dysturin spælast av
nýggjum.
Tað vil siga, at tá ið sein
asti dystirnir undan FM-
finalunum eru leiktir kom
andi leygardag, skal hyggjast
eftir, um eitt øðrvísi úrslit
av áðurnevnda dysti kann
hava ávirkan á endaligu
støðuna. Hevur úrslitið tað,
so skal dysturin spælast av
nýggjum.
Ímynda vit okkum, at VÍF
vinnur á Kyndli í Vestmanna,
og at H71 samstundis tapir í
Kollafirði, so koma vit í ta
støðu, at VÍF eru javnir við
H71 í stigum, men H71 er bet
ur innanhýsis. Tí hevði ein
sigur á Neistanum í dyst
inum fyri tveimum vikum
síðani havt við sær, at vest
menningar vóru ovast á
stigatalvuni og tískil vunnu
sær rættin til heimadyst
í eini møguligari triðju og
altavgerandi FM-finalu.
Men fyrsta FM-finalan er
longu mikudagin 19. Apríl, og
tað er bara fýra dagar eftir
seinastu dystirnar, og skal
man so spæla umdyst í sama
tíðarbili, so fáa vestmenn
ingar ikki nógva hvíld undan
finalunum.
Tað vil siga, at VÍF, sum
ongan lut átti í ”spøkilsis
málinum”, verður einasta
liðið, ið á nakran hátt verður
revsað.
Avgerðin er ein
vavgreytur
Venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen,
er ikki imponeraður av av
gerðini hjá Aganevndini.
– Hon er ein vavgreytur
av jura og hondbólti, og tey
tingini eru ikki foreinilig
altíð. Vit eru sakleysir, men
revsingin gongur út yvir
okkum. Eisini haldi eg, at
tað er keðiligt við hesum úr
skurðinum, at so stór ábyrgd
verður lagd á dómaraborðið.
Nú verða feilir, sum ikki
verða uppdagaðir, lagdir yvir
til umdyst, sigur Ingi Olsen.
Hann
heldur,
at
tað
er
einki
at
ivast
í,
at
Aganevndin
hevur
havt
sínar heilt serligu vónir í
sambandi við avgerðina.
– Man kann týðiligt lesa,
at tey hava vónað ymisk
úrslit av ymsum dystum.
Men vinna vit nú síðsta dyst,
og H71 tapir, so skal dysturin
spælast av nýggjum beint
áðrenn finaluna, og tað er
fullkomiliga órímiligt. So
fáa vit alskyns trupulleikar,
og dysturin kemur at hava
stóran ítróttarligan týdning,
og tað eru bert vit, sum blíva
raktir, sigur VÍF-venjarin.
Hann heldur, at limirnir í
Aganevndini nú bert mugu
vóna, at H71 greiðir sína
skyldu í seinasta dystin
um móti KÍF, so tey sleppa
undan at enda í eini keði
ligari støðu.
– Tey mugu bara vóna,
at H71 vinnur á KÍF, so er
sloppið, sigur hann.
Ingi Olsen heldur, at Aga
nevndin somuleiðis skuldi
borið nógv skjótari at við at
komið við eini avgerð.
– Tey skuldu tikið skjótari
avgerð. Juraina dugi eg ikki,
men ítróttarliga hevði tað
verið nógv greiðari, um
vit fingu minst eitt stig
ella tvey. Eg skilji ikki, hví
avgerðin ikki bleiv tikin
skjótari.
Partarnir
skulu
sjálvandi hoyrast, men tað
kundi gingið nógv skjótari.
Avgerðin er ikki lang, og eg
ivist ikki í, at hon kundi verið
klár nógv fyrr, sigur hann at
enda.
Vit hava roynt at fing
ið eina viðmerking frá for
manninum í Aganevndini,
Jens Andrias Vinther, men
tað eydnaðist ikki, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Tað tók Aganevndin hjá Hondbólts
sambandinum ikki færri enn 12 dagar at
avgreiða kæruna hjá VÍF um sonevnda
”spøkilsismálið” hjá Neistanum í dystinum
millum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi í Havn
tann 26. mars.
Í sama tíðarskeiði blivu ikki færri enn sjey
dystir spældir í FTZ-kappingini – dystir, har
fleiri teirra høvdu avgerandi týdning fyri
kappingina um at røkka FM-finalunum í
næstum.
At Aganevndin skal brúka so rúma tíð, tá ið
kappingin er í eini so avgerandi fasu, sum hon
var, kann als ikki góðtakast!
Sjálvandi kann man altíð siga, at man skal
brúka tíð til at lýsa málið gjølla og so framvegis,
men júst í hesum førinum skal man hugsa sum
so, at avgerðin hevur týdning fyri kappingina,
og tí skal Aganevndin hava eina avgerð klára
sum skjótast, og helst áðrenn næstu dystirnir
eftir ”spøkilsismálið” blivu spældir.
At man brúkar 12 dagar til at viðgerða málið er
beinleiðis respektleyst yvir fyri bæði spælarum,
venjarum, dómarum og ikki minst áskoðarum.
Hetta líkist svartasta ongum!
Og tá ið man so kemur við niðurstøðuni,
so kann hon ikki brúkast til nakað sum
helst. Dysturin skal spælast av nýggjum við
kappingarenda, um úrslitið kann hava nakra
ávirkan á endastøðuna í kappingini. Hetta er
jú fullkomiliga láturligt, og tað er ikki løgið, at
flestu hondbóltsfólk í Føroyum klóraðu sær í
nakkanum, tá ið tey frættu um niðurstøðuna.
Fyri tað fyrsta var hon torfør at skilja, og í
mínum eygum ger hon næstan gjøldur burtur
úr øllum teimum spælarum, venjarum og
dómarum, sum brúka óteljandi tímar í høllunum
kring landið allan veturin.
Tað er eisini vert at hava í huga, at hetta
var fyrsta mál av sínum slag í føroyskari
hondbóltssøgu, og tá skapar avgerðin hjá
Aganevndini ”precedens” frameftir, og tað
verður ikki lætt við hesi avgerð.
Man kann tí lættliga staðfesta, at Aganevndin
hjá Hondbóltssambandinum dumpaði við einum
braki, og um serliga VÍF, Kyndil og KÍF hava ilt
við at taka nevndina í álvara, so er tað einki at
siga til tað!
terji@sosialurin.fo
Aganevndin
dumpaði
SAKLEYSIR
VESTMENNINGAR
KUNNU BLÍVA
REVSAÐIR
Hóast VÍF ongan lut átti í nógv umrødda ”spøkilsismálinum”, so kann
VÍF gerast einasta liðið, sum verður revsað í sambandi við málið