mánadagur 10. apríl 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 10. APRÍL 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: KOLLAFJØRÐUR
A
tlanticpane varð upprunaliga
stovnað í Vestmanna í 1973.
Tíggju ár seinni flutti virkið til
Kollafjarðar, har tað hevur verið síðani.
Í 2001 flutti Atlanticpane í nýggjan,
stóran bygning á kaiøki-num í Kolla
firði, og starvast 12 fólk har til dagligt.
Høvuðsframleiðslan hjá Atlantic
pane er termorútar, og hava tey frá
fyrsta degi lagt seg eftir at framleiða
dygdargóðar termorútar til føroyska
veðurlagið.
Tey montera termorútar kring alt
landið. Til ber at ringja til teirra, so
koma montørarnir út at taka mát, fólkið
á virkinum framleiðir termorútarnar
og síðan fara montørarnir útaftur at
skifta rútin. Virkið veitir 10 ára garanti
upp á rútar, sum montørarnir sjálvir
seta í, og 5 ára garanti upp á rútar,
sum viðskiftafólkini sjálvi seta í.
Atlanticpane fæst eisini við nógv
annað, eitt nú plexiglas, einkultgløs,
spegl, bátarútar, maskinrútar, ferðslu-
og trygdarspegl.
Virkið leggur seg eftir at altíð vera
dagført bæði innan glas og maskinur.
So arbeiði teirra er so effektivt sum
gjørligt og spillið er sum minst.
Atlanticpane bjóðar eisini inn
ramming og laminering av myndum,
plakatum, heimskortum, o.ø. Á rammu
verkstaðnum hava tey dygdargóðar
rammulistar, ið tryggjar kundanum
besta úrslit. Umframt rammuverkstað
ið hevur handil teirra eitt breitt úrval
av standard rammum.
Kundaskarin hjá Atlanticpane er
sera breiður. Termorútar teirra verða
seldir til m.a. fyritøkur, sum framleiða
hurðar og vindeygu, handverkarar og
til privatfólk, ið hava punkteraðan
rút ella ynskja ein betur bjálvandi rút.
Og tey ramma inn fyri bæði listafólk,
almennar stovnar, virkir og privatfólk.
Í dag eru tað Heðin Zachariassen og
Dan Jacobsen, sum eiga P/F Atlantic
pane.
E N N E M M / S Í A / N M 8 1 2 2 3
Starvslýsing:
Vit bjóða:
Starvskrøv:
> Samskip sóknast eftir samskipara til
bingjuterminalin í Kollafirði!
Hevur tú spurningar til starvið, ring vinarliga til Niels Madsen
leiðara hjá Samskip í Kollafirði, á tlf. 47 77 77 ella skriva t-post
til niels.madsen@samskip.com. Løn sambært avtalu.
Umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til:
Samskip P/F
Bryggjan
FO-410 Kollafjørður
Ella sum t-postur til: niels.madsen@samskip.com
• Eitt spennandi og avbjóðandi
starv í einum dynamiskum og
altjóða kappingarumhvørvi
• Eitt óformelt og virkið
arbeiðsumhvørvi
• Góðar starvsfelagar og góðar
arbeiðsumstøður
Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 24 londum og omanfyri 1.300
starvsfólkum. Í Føroyum eru uml. 75 ársverk í Samskip innan fyrisiting, sølu, frystigoymslu,
terminal og skipamanning.
• Samskiparin er partur av toyminum, ið avgreiðir
allan farmin hjá Samskip á bingjuterminalinum á
Oyrareingjum. Uppgávan er at tryggja, at vøran
verður avgreidd bæði skjótt og væl.
• Tú kemur at hava ábyrgdina av, at allar flytingar
av bingjum og vøru, verða skrásettar á fullgóðan
hátt, og samskipar útkoyringina og avgreiðsluna á
terminalinum.
• Arbeiðið er í høvuðsheitum av fyrisitingarligum slagi,
men roknast má við nakað av øðrum pakkhúsarbeiði
eisini í samband við útflýggjan og avgreiðslu av vøru.
• Arbeiðstíðirnar hjá samskiparanum eru frá
0800-1600, tó at møguleiki er fyri yvirtímum, um ein
ynskir tað.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi,
nærlagdur/nærløgd, hevur góð
samstarvs- og samskipanarevnir
og dugir at samskifta á ein greiðan
og skynsaman hátt.
• Fyrimunur er, at hava
grundleggjandi KT førleika.
• Seinasta freist at søkja er
19. mai 2017.
• Starvið verður sett skjótast
gjørligt eftir hetta, ella eftir
nærri avtalu. Tó í seinasta lagi
14. august 2017.
Atlantic
pane -
nútímans
glasvirki