mánadagur 10. apríl 2017síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 10. APRÍL 2017
13
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: KOLLAFJØRÐUR
TRIMFORM
KOLLAFJØRÐUR
TRIMFORM-elektroterapi er ein viðgerðarstova
innan klænki- og pínulinnandi viðgerðir
Pínulinnandi viðgerðir hjálpa uppá:
Klænkiviðgerðin er sera effektiv og er eisini væl egnað til at stramma upp
ÓKEYPIS
ROYNDAR-
VIÐGERÐ
Bæði til
KVINNUR
og MENN
Iskias
sovandi bein/hendur
pínu í knøunum
lenda- og ryggmøði/pínu
gikt
spenningshøvuðpínu
hovin bein/hendur
strongd
tennisalboga
ítróttarskaðar
Tú missir bæði vekt og sentimetrar og
minkar munandi um appelsinhúð og
strekk merkir
Kokubotnsvenjingar, sum hjálpa, um tú
hevur ringt við at halda vatninum
Meira orku
Betri blóðrensl
Avstressandi
Reinsar affaldsevni og yvirskotsvætu úr
kroppinum
Stramma upp eftir barnsburð
Sterkari vøddar Stramma húðina upp
Ring / smsa ella send
eini boð á Facebook
og hoyr nærri
Finn okkum
á Facebook
tel 22 00 24
v/Jónleyg Hansen
Mánadag – hósdag
10.00 – 22.00
Fríggjadag – Leygardag
8.00 – 22.00
vørur í
Føroyum
Ein av elstu handlunum í landinum
H
andilin við gerandisvørum hjá CAJ í Kolla
firði, er ein av elstu handlum í landinum.
Tað var í 1928 at Carl August Jensen,
vanliga róptur danski Carl, stovnaði handilin,
sum øll árini hevur hildið til í Kollafirði. Síðan
tók sonurin Børge Jensen yvir, og nú er tað lang
abbasonurin Bergur R. Dam Jensen, sum rekur
handilin við Sjógv í Kollafirði. Sostatt tosa vit
um eina familjufyritøku, sum verður rikin av
fjórða ættarliði í dag.
Afturat at Bergur longu sum 5 ára gamal
slapp at passa kassan, hevur hann nomið sær
handilsútbúgving fyri at menna førleikar sínar
til at reka slíkan handil.
CAJ hevur verið við til at ment nýtt handils
konsept í Føroyum. Talan eru um KeypFøroyar-
samtakið, ið er ein føroysk útgáva av Rema
1000 handlisketuni, sum er eitt risastórt
skandinaviskt handilssamtak.
Rema 1000-vørurnar verða bílagdar við nú
tímans tøkniútgerð og koyrdar beinleiðis frá kai-
kantinum í Føroyum út til handlarnar. Hetta er
ein góð loysn, og við Rema1000 vørunum kunna
vit skilja okkum út í mun til kappingarneytar og
klára at verða kappingarførir á marknaðinum í
dygd og kostnaði.
KEYP samtakið hevur Rema1000 vørumerkið
sum grundarstein, men vil umboða føroyskar
veitarar og vørur. Marknaðarføringin verður
stýrd eftir hesum tørvi eisini.
Bergur sigur, at tey leggja dent á at hava
beinleiðis samband við kundan í handlinum.
Soleiðis at kundin skal kunna kenna seg væl,
og til eina og hvørja tíð kann koma við sínum
ynskjum. Eitt gott prát fær man altíð, um man
vil.
Handilin hevur havt nógv góð og trúgv
viðskiftafólk gjøgnum árini, og er tað ein treyt
fyri at ein slíkur handil skal yvirliva. Síðan vit
gjørdust partur av KEYP-samtakinum er hesin
skarin vaksin, og hava vit viðskiftafólk úr høvuð
staðnum, ið leita sær at keypa Rema1000 vørur.
Tað er stuttligt at síggja fólkini koma aftur í
handil okkara. Tað má verða eitt tekin upp á,
at fólk tekur væl undir við okkara tænastu og
vøruútboði.
– Vit hava brúkt nógva orku upp á at fáa
hetta at virka. Vit ynskja at kundin skal kenna
seg í focus, so nógv sum gjørligt. Bæði bygdar
fólkið og viðskiftafólk sum ferðast um hesar
leiðir, skula verða hjartaliga vælkomin inn á
gólvið, sigur Bergur R. Dam Jensen stjóri í CAJ.