mánadagur 10. apríl 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 10. APRÍL 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: KOLLAFJØRÐUR
Útstykkingin á
Hamrabøi liggur
væl fyri í Kollafirði
Vilmund Jacobsen
T
að gleðir Jákup Dam, býráðslim í Tórs
havnar kommunu, at nú verður gjørt klárt
til at útstykkja 24 grundstykki á Hamrabøi
í Kollafirði.
Hetta er eitt arbeiði, sum byrjaði í fjør heyst,
og tað er Sp/f Við Sjógv, sum tekur sær av hes
um.
Sambært ætlanini verður hetta arbeiðið lið
ugt til heystar, og tá verður – um alt gongur,
sum tað skal – klárt at byggja á Hamrabøi.
Jákup Dam, sum er formaður í teknisku nevnd
og limur í byggi- og býarskipanarnevndini hjá
Tórshavnar kommunu, sigur, at nýggju grund
stykkini verða ikki útgrivin og planerað. Tað fara
tey at gera, sum keypa tey og vilja byggja her,
men allar íbindingar verða lagdar til grundstykk
ini.
Ein góð útstykking
Nýggju grundstykkini fara at liggja báðu megin
vegin, sum verður gjøgnum økið, og her verða
eisini onnur øki løgd av, eins og her verða par
keringspláss.
Býráðslimurin heldur, at Hamrabøur er eitt
útmerkað byggiøki.
– Eg trúgvi, at hetta verður ein góð útstykk
ing. Her verður gott útsýni, og økið liggur væl í
mun til bygdina annars.
Hann vísir á, at henda útstykking er harðliga
tiltrongd í Kollafirði, har fólkatalið og barnatalið
í skúlanum og barnagarðinum hevur verið mink
andi, og aldurssamsetingin í fólkinum er um at
skeiklast.
– Í mun til grannabygdirnar, haldi eg, at
Kollafjørður er eitt sindur afturútsigldur við
byggimøguleikum, og her hevur eingin nýggj út
stykking verið í ára tíggjur, samstundis sum bygt
hevur verið í bygdunum norðan fyri Kollafjørð.
Ósamd um søluprís
Tað harmar býráðslimin í Tórshavnar kommunu,
at ósemja hevur tikið seg upp um prísin á grund
stykkjunum, sum nú verða útvegað á Hamrabøi.
Samtyktin í býráðnum sigur, at hesi skulu seljast
fyri marknaðarprís.
Men, hesa avgerð hevur minnilutin í bý
ráðnum kært til Innlendismálaráðið, tí minnilutin
metir, at grundstykkini eiga at verða seld fyri
kostprís.
– Í Kollafirði eins og í øðrum útjaðarum
í Tórshavnar kommunu nyttar einki at selja
grundstykkini fyri kostprís, tí tá verður tað alt ov
kostnaðarmikið í mun til fíggingarmøguleikarnar
at ogna sær tak yvir høvdið.
Jákup Dam vísir á, at ætlanin hjá meirilut
anum í býraðnum var at fáa selt nýggju grund
stykkini nokso skjótt, men nú verður bíðað eftir
niðurstøðuni hjá Innlendismálaráðnum, ið skal
góðkenna prísin.
– Vit vilja gjarna selja grundstykkini fyri
marknaðarprís – ella fyri tað, sum mett verður,
at grundstykkini kunnu seljast fyri í Kollafirði.
Tvey meklarafeløg, Skyn og Inni, hava gjørt sínar
metingar og uttan frammanundan at vita, hvat
hin parturin helt, halda bæði feløgini, at hósk
andi prísur er umleið 250.000 krónur.
Hevur góðar vónir
Býráðslimurin vísir á, at um grundstykkini skulu
seljast fyri kostprís, fara tey ivaleyst upp um
hálva miljón, og haraftrat noyðast tey, sum ætla
sær at byggja, bæði at syrgja fyri útgrevsti og
planering sjálvi.
– Tá er skjótt, at grundstykkini fara at nærk
ast miljónini, og tá er spurningurin, hvussu
stórur áhugin fyri grundstykkjunum í Kol-lafirði
verður. Neyðugt er at hava ein prís sum er rími
ligur, og tað nyttar einki at hava ein prís, har
eingin keypir.
Jákup Dam sigur seg hava góðar vónir um, at
Innlendismálaráðið fer at ganga meirilutanum í
býráðnum á møti, og hann vónar, at ein niður
støða fyriliggur skjótt, tí hann sigur seg vita um
fleiri, sum ynskja at byggja sær hús í nýggju út
stykkingini.
– Tað gongur ein tíð, áðrenn útstykkingini
verður klár, men tað he-vur stóran týdning fyri
fólk, sum ætla sær at byggja, at tey fáa stundir
til at fyrireika seg.
Býráðslimurin heldur, at Kollafjørður annars
er væl útbygdur, sum hann tekur til, men tað eru
tey góðu grundstykkini, sum er ein mangulvøra,
sum hann tekur til.
vilmund@sosialurin.fo
– Tað gongur ein tíð, áðrenn útstykkingini á Hamrabøi í Kollafirði verður klár, men tað hevur stóran
týdning fyri fólk, sum ætla sær at byggja, at tey fáa stundir til at fyrireika seg, sigur Jákup Dam
– Eg trúgvi, at hetta verður ein góð útstykking.
Her verður gott útsýni, og økið liggur væl í mun
til bygdina annars, sigur Jákup Dam, býráðslimur
Jákup Dam er formaður í teknisku nevnd
og limur í byggi-og býar-skipanarnevndini
hjá Tórshavnar kommunu