Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 10. APRÍL 2017 15 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: KOLLAFJØRÐUR Vilmund Jacobsen K ollafjørður fekk í fjør dagførdan báta­hyl við nýggjum bátabrúgvum, sum báta­eig­ arar eru ógvuliga fegnir um, og tað er báta­hylurin við Sjógv, sum verður umrøddur. Eitt, sum tó er eftir at gera, áðrenn um­ støðurnar eru optimalar, er ein nýggjur báta­ dráttur. – Vit fara at flyta bátadráttin, soleiðis at mest møguligt fæst burtur úr brúgvunum, sum liggja nærmast dráttinum, og soleiðis fáa vit eisini ein nýggjan og betri bátadrátt. Tað sigur Jákup Dam, býráðslimur í Tórs­ havnar kommunu og formaður í teknisku nevnd býráðsins. Hann vísir á, at nýggju umstøðurnar í báta­ hylinum við Sjógv eru kærkomnar, og Kolla­fjørð­ ur hevur eisini bátafelag, har limir í felag­num hittast í felagshúsinum á bryggjuni leygar­ morgnar. Maritimt umhvørvi Seinnu árini hevur bátasigling vundið alt meira upp á seg, og um sumrarnar eru fleiri tiltøk við báta­stevnum og bátahugna kring landið, umframt at bátar og bátsfólk javnan leita sær til traditionellu summarstevnurnar. Í Kollafirði eru tey eisini væl ígongd við at skipa eitt maritimt umhvørvi við Sjógv og um­ framt tær dagføringar, sum longu eru gjørdar í sjálvum hylinum, skal nú eisini vognur setast uppi á bryggjuni við brúsu, wc, vaskimaskinu og turkitrumlu til fólk í gestabátum at brúka. – Ætlanin er eisini, at wc á bryggjuni skal vera opið fyri almenninginum, sigur Jákup Dam. Optimalar umstøður Í sjálvum bátahylinum eru eisini umstøður hjá gestabátum at koma á vitjan, og nú vognurin við neyðugum fasilitetum kemur aftrat, verða umstøðurnar hjá bátaeigarum – og eisini gestabátum – optimalar. – Nýggju bátabrúgvarnar hava eisini ljós, streym og vatn til bátarnar, sigur býráðslimurin, Jákup Dam. Sparkivøll Norðuri í Sundum Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening til keyp av jørð til sparkivøll Norðuri í Sundum í Kolla­ firði. Kollafjørður telist millum longstu bygdir í Føroyum, tá tein­ urin heilt av Signabø og Norður í Sund­ini í Kollafirði verður tikin und­ir einum. Á Signabø er sparkivøllur, og sparki­vøllur er eisini við skúlan mitt í bygdini í Kollafirði. – Nú verður so arbeitt við at byggja ein sparkivøll aftrat, og hesin verður bygdur Norðuri í Sund­ um. Jákup Dam, býráðslimur í Tórs­ havnar kommunu, sigur, at bý­ráðið hevur samtykt at játta pengar til keyp av jørð, har nýggi sparki­vøll­ urin skal byggjast. – Her á leiðini hava íbúgvarnir seinnu árini eisini gjørt eitt stórt og sjálvboðið arbeiðið við at byggja spælipláss, og tá nú sparkivøllurin kemur aftrat, verður hetta eitt hugna­ligt umhvørvi Norðuri í Sund­ um. vilmund@sosialurin.fo T órshavnar kommuna arbeiðir við at betra um umstøðurnar hjá pensjónistum, sum ganga í dagtilhald í Kollafirði. Dagtilhald hevur verið í leigaðum hølum í Bygdarhúsinum einaferð um vikuna, men nú er ætlanin at gera tilboðið betri. Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar komm­ unu, sigur, at ætlanin nú er at brúka gamla barna­garðin Millum Bóla í Kollafirði til dag­ tilhald, og sum frá líður er ætlanin eisini, at dag­til­haldið skal verða opið einar tríggjar dagar um vikuna. – Ætlanin er, at pensjónistar, sum koma í dagtilhaldið, skulu fáa høvi at luttaka í heilsu­ fremjandi venjingartiltøkum, men júst hvussu hetta verður skipað, er ov tíðliga at siga í løtuni. Jákup Dam vísir á, at tað eru pensjónistar í Kollafirði, sum luttaka í heilsufremjandi venj­ ingartiltøkum í Havn, men hann heldur, at tað hevði verið høgligari, um fólk høvdu havt hetta høvi í Kollafirði. – Vóru venjingarnar í Kollafirði, hevði hetta eisini gjørt, at fleiri høvdu havt møguleikan at brúkt tilboðið. Eg ivist onga løtu í, at tað loysir seg í seinna enda – bæði fyri pensjónistarnar sjálvi og samfelagið – at skipa fyri venjingar­ tilboðum, sigur Jákup Dam. vilmund@sosialurin.fo Dagtilhald flytir í gamla barnagarðin – Ætlanin er, at pensjónistar, sum koma í dagtilhaldið, skulu fáa høvi at luttaka í heilsufremjandi venjingartiltøkum, sigur Jákup Dam Umstøðurnar hjá bátaeigarum og gestabátum við Sjógv eru góðar, og nú verða tær gjørdar enn betri Maritimar um­ støður við Sjógv – Nýggju umstøðurnar í bátahylinum við Sjógv í Kollafirði eru góðar, og nú verða tær enn betri, sigur Jákup Dam, býráðslimur og formaður í teknisku nevnd býráðsins