Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 10. APRÍL 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: KOLLAFJØRÐUR Vilmund Jacobsen T að er á Botnavegi 1, har sum Føroya Banki áður helt til í Kollafirði, at viðgerðarstovan TRIMFORM heldur til. Tað eru nógv ymisk fólk, sum brúka við­ gerðar­stovuna, og talan er um fólk í øllum aldri og av báðum kynum. Viðgerðirnar verða fyri tað mesta brúktar í sambandi við, at fólk vilja tapa seg ella fyri pínulinna. – Ert tú móð/-ur av tínum dellum og leysari húð ​– ella hevur tú pínu, kann viðgerðin við elektro­terapi hjálpa tær. Við viðgerðini minkar tú í vekt og sentimetrum, eins og vøddar og húð verða strammað upp, og møgulig appelsinhúð mink­ar. Hjá mær fæst eisini andlitsviðgerð. Áðrenn Jónleyg Hansen byrjaði viðgerðar­ stovuna í Kollafirði í november mánaði í 2015, hevði hon viðgerðarstovu heima í Gøtu. – Síðan eg læt upp í Kollafirði, havi eg lagt meg eftir at reka viðgerðarstovuna burturav, og her hava vit nógv góð úrslit at vísa á. Í Kollafirði hevur hon tvær eins TRIMFORM- ekektromaskinur, ið hvør hevur 32 elektrodur, sum kunnu setast á kroppin. – Við tveimum slíkum maskinum, kann eg eisini hava tvey fólk í viðgerð í senn, sigur hon. Lýsingarátak hevur munað væl Í seinastuni hevur TRIMFORM gjørt nokk so fitt við at lýsa her í Vikublaðnum, og Jónleyg Hansen sigur, at tað er nakað, sum veruliga hevur gjørt mun. – Tað hava nógv fólk ringt í sambandi við lýsingina, og her er blivið meiri at gera, so tað er bara gleðiligt, at man sær, hvussu tað loysir seg at lýsa, sigur hon. Ein mild viðgerð Jónleyg Hansen sigur, at viðgerðirnar við elek­ tro­terapi eru ógvuliga mildar, men tær eru sera effektivar. – Viðskiftafólk liggja og slappa av, meðan viðgerðin fer fram, og tað eru eisini tey, sum sovna undir viðgerðini. Hon vísir á, at viðskiftaskarin í Kollafirði ikki minst eru fólk, sum ynskja pínulinnan, og Jón­ leyg Hansen hevur nógv dømi um fólk, sum hava fingið hjálp. – Ein kvinna hevði verið til alskyns viðgerðir í fleiri ár, men eftir nakrar viðgerðir við TRIM- FORM-elektroterapi slapp hon av við pínuna. Hon vísir á, at hon eisini hevur dømir um ítróttar­fólk, sum hava tað munandi betri eftir nakrar viðgerðir við elektroterapi. – Tað eru so mong, sum stríðast við pínu, og tað eru so mong, sum stríðast við vekt. Øll hesi, bæði kvinnur og menn, ung sum eldri, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til mín á tlf. 220024. Fólk eru eisini vælkomin at vitja okkara Facebook-síðu, TRIMFORM Kollafjørður, sigur Jónleyg Hansen. Alsamt fleiri vitja viðgerðarstovuna Trimform í Kollafirði Fleiri og fleiri vitja TRIMFORM – Viðgerðirnar við elektroterapi eru ógvuliga mildar, men tær eru sera effektivar, sigur Jónleyg Hansen I nnast á fjørðinum í Kollafirði hevur Sam­skip nógv virksemi, bæði frystigoymslu á Langa­ sandi og bingjuterminalin á Oyrar­eingj­um. Á frystigoymsluni er pláss fyri uml. 7.000 tonsum av vøru. Samskip hevur seinastu árini handl­að millum 65.000 og 85.000 tons. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við PP Faroe Pelagic, har Samskip saman við teimum stýrir goymsluni hjá PP Faroe Pelagic. Samskip tekur vørur inn frá heilsølum og ymiskum framleiðarum í Føroyum til útflutn­ ing. Eisini taka teir vøru frá føroyskum frysti­ línuskipum, sum landa í Kollafirði og útlendskum trolarum. Hetta seinna hevur verið lítið av seinastu árini orsakað av nógva aktivitetinum hjá Faroe Pelagic, sum sjálvandi avmarkar pláss­ ið ein stóran part av árinum. Fýra fólk eru í føstum starvi, umframt at ringt verður eftir fólki tá ið tørvur er á tí. Bingjuterminalurin Samskip hevur fýra skip i fastari sigling uppá Føroyar. Tað er eitt uppgangandi og eitt niður­ gangandi skip hvørja viku. Á bingju­terminalinum verða skipini lossað og lastað. Vøran verður handlað í heilum bingjum (FCL) og plattavís (LCL). Innlendis heinting og útkoyring av bingjum og vørum verður sam­ skipað á terminalinum í samstarvi við undir­ leverandørar. Tað eru tríggir mans fast knýttir at termi­ nalinum, umframt tímalønt fólk, tá ið tørvur er á tí. Samlað eru tað umleið 24 ársverk í Kollafirði, sigur Niels Madsen, leiðari av virkseminum hjá Samskip í Kollafirði. Samskip hevur nógv virksemi í Kollafirði